mánadagur 28. september 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
ítróttur
fótbóltur
uttan mun til um tað eydnast
FC Suðuroy at vinna fulla
úrtøku í Gundadali ímóti HB.
B36
liðformaðurin
og
hjálparvenjarin Jákup á Borg
hevur síðstu stóru vikuna
verið so mikið plágaður av
sjúku, at hann hvørki var
førur fyri at spæla í Klaksvík
næstsíðsta sunnudag ella
ímóti AB í gjár:
– Vit eru vónbrotnir av, at
tað ikki eydnaðist at vinna
ímóti botnliði í Gundadali.
Tað hevði stóran týdning fyri
okkum at koma á rættkjøl
eftir tapið í Klaksvík, men
smáspælið hekk ikki nóg væl
saman, og vit vóru ikki so
tættir í verjupartinum, sum
vit annars hava verið. Eli F.
Nielsen á miðvøllinum og
Jónas þór Næs á høgra vong
verja vístu framúr hugburð,
men vit eru vónbrotnir av,
at tað ikki eydnaðist at siga
farvæl við heimavøllin við
fullari úrtøku, sigur Jákup
á Borg.
Philip Lund umsetti und
an steðginum brotsspark til
mál. Álvur F. Christiansen,
sum hesaferð var á gamla
framrættaða
plássinum
í
høgru javnaði stutt eftir
steðgin. Innskifti Benjamin
Heinesen legði miðskeiðis í 2.
hálvleiki B36 framum aftur,
og eitt korter undan leikloki
javnaði AB vongverjin í
vinstru, Magnus Egilsson,
til 2-2.
AB
málverjin
Heðin
Stenberg ásannar, at tað
framvegis er møguleiki fyri,
at AB skal flyta niður:
– Tað er upp til okkum
sjálvar at gera av, um vit
skulu varðveita plássið í
bestu deildini. Málið var at
vinna í minsta lagi eitt stig í
Gundadali, og tað eydnaðist.
Sjálvandi hevði tað verið
hugaligari, um vit høvdu
vunnið øll stigini og har
við tryggjað okkum ímóti
niðurflyting.
Tað
hevur
gingið væl hjá okkum sein
astu vikurnar, og vit rokna
avgjørt við, at tað leygar
dagin skal eydnast at vinna
í minsta lagi eitt stig ímóti
NSÍ, sigur Heðin Stenberg.
Jón Krosslá var í hopla
Tað var nógv upp og niður
ella rættari niður og upp hjá
FC Suðuroy. Á Vágseiði var
ÍF eina løtu frammanfyri 2-0
við málum, sum vongverjin
í høgru Leivur Joensen og
Adeshina Lawal við ein
mansavriki skoraðu eftir
lítlari løtu, tá ið hálvur tími
var farin.
Tá hekk FC Suðuroy í
heilt klønum tráði. Heima
liðið fekk mót av nýggjum,
tá ið Mamuka fýra min
uttir
undan
steðginum
minkaði
um
munin,
og
sjey minuttir eftir steðgin
javnaði miðverjin Valerian
Iobashvili. So var tað, at
Jón Krosslá Poulsen fór
at gera um seg. Hann var
meistari fyri tí, sum plagar
at verða rópt reint hattrikk,
tá ið hann í tjúgu minuttir
skoraði tríggjar ferðir.
Jón Krosslá Poulsen, sum
nú hevur skorað ellivu mál
og er á fimta plássi á mál
tindinum, var væl nøgdur:
– Fyrstu løtuna vóru
vit darvaðir av nervum. At
Mamuka minkaði um munin
undan steðginum bar nýggja
vón við sær. Vit vístu góðan
hugburð og spældu væl eftir
steðgin. Tá ið tú tapir nógvar
dystir á rað, so ávirkar tað
keðiliga vegin. Ein sigur
snarar skjótt lagnum og
hugburðinum hinvegin, og
soleiðis kenna vit tað, nú
vit hava vunnið ímóti ÍF. Vit
rokna avgjørt við møguleik
anum at vinna ímóti HB í
Gundadali, og vit rokna við,
at NSÍ fer at vinna á Argjum.
NSÍ hevur fyrr í summar
vunnið tvær ferðir ímóti AB,
og NSÍ hevur framvegis nógv
at spæla fyri, staðfestir Jón
Krosslá Poulsen.
Fuglfirðingar
vóru
vónbrotnir:
– Vit høvdu møguleikar
at skora fýra ella fimm mál
í 1. hálvleiki, men vit skoraðu
bara tvey mál, meðan teir
fingu fult burturúr einum
møguleika.
Eftir
steðgin
høvdu vit ikki marginalirnar
við okkum. Vit raktu tvær
ferðir í træverkið, og í fleiri
førum kendu vit okkum
snýttar
í
avgerðum
hjá
dómarabólkinum. Tá ið alt
kemur til alt, so mundi stóri
munurin vera, at teir høvdu
meiri at spæla fyri enn vit,
heldur Dánjal á Lakjuni, sum
saman við liðfeløgunum er
vónbrotin av, at tað bara er
eydnast ÍF at vinna einaferð
á útivølli, og at tað so ofta er
endað javnt.
TB ber prísin
Undan síðstu uppgerðini hjá
EB/Streymi á heimavøllinum
við Margáir í hesum umfar
inum varð roknað við, at
sannlíkasta úrslitið fór at
verða javnleikur ímóti TB.
Undan vikuskiftinum átti
TB metið við trettan javn
leikum í einum kappingarári,
og í gjár setti TB nýtt met í
tali á javnleikum. Úrslitið í
Streymnesi var 2-2. Harvið er
endaliga staðfest, at TB eisini
í 2016 verður partur av bestu
deildini.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
bendi alt á trivaligan TB
sigur, eftir at Martin Tausen
og nýggi miðvallarin Jonas
Gejel Hansen høvdu lagt
gestirnar framum 2-0.
Minuttin undan steðg
inum skoraði EB/Streymur
tvær ferðir. Í fyrra førinum
var tað miðverjin Andras
Olsen, sum skoraði fjórða
málið í landskappingini í ár.
Leif Niclasen er EB/Streyma
toppskjútti við fimm mál
um, og Andras Olsen hev
ur saman við Niels Paula
Danielsen skorað fýra mál.
Seinna
málið
skoraði
Rógvi
Egilstoft
Nielsen.
Hann hevur seinastu trý
árini verið fastur maður á
EB/Streyma
liðnum.
Tað
kann væl vera, at hetta var
síðsti
heimadysturin
hjá
honum við Margáir.
Effo-deildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B36
26
17
7
2
57
24
+33
58
2
NSÍ
26
15
6
5
72
37
+35
51
3
Víkingur
26
14
8
4
66
35
+31
50
4
HB
26
10
10
6
41
31
+10
40
5
KÍ
26
10
8
8
44
40
+4
38
6
ÍF
26
5
12
9
43
53
-10
27
7
TB
26
4
14
8
36
45
-9
26
8
AB
26
4
12
10
34
41
-7
24
9
FC Suðuroy
26
6
4
16
39
66
-27
22
10 EB/Streymur
26
2
5
19
26
86
-60
11
FC Suðuroy - ÍF 5-2 (1-2)
0-1: Leivur Joensen 31.
0-2: Adeshina Lawal 34.
1-2: Mamuka Toronjadze 41.
2-2: Valerian Iobashvili 52.
3-2: Jón Krosslá Poulsen 60.
4-2: Jón Krosslá Poulsen br 80.
5-2: Jón Krosslá Poulsen 81.
Dómari: Eiler Rasmussen
FC Suðuroy: Kári Jacobsen – Dánjal Godtfred, Valerian Iobashvili,
Christian Ibeagha, Tóki Mortensen – Heri Kjærbo, Salmundur Bech
(Ari Krosslá Poulsen, 90.) – Palli Augustinussen ■, Mamuka Toronjadze
(Eiler Brattalíð, 82.), Símun Samuelsen (Teitur Mortensen, 83.)
– Jón Krosslá Poulsen ■ (John Villi Leo, 85.)
ÍF: Fríði Sigurðsson – Leivur Joensen, Bogi Reinert Petersen ■,
Bartal Eliasen, Jan Ó. Ellingsgaard – Karl Løkin, Fritleif í Lambanum
(Sjúrður Jacobsen, 80.) – Dánjal á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen
(Clayton Soares, 67.), Andy Ó. Olsen (Nenad Saric, 84.) – Adeshina Lawal
B36 - AB 2-2 (1-0)
1-0: Philip Lund br 38.
1-1: Álvur F. Christiansen 49.
2-1: Benjamin Heinesen 70.
2-2: Magnus Egilsson 75.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
B36: Trygvi Askham – Jónas þór Næs, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø,
Alex Mellemgaard (Pætur J. Petersen, 79.) – Róaldur Jakobsen, Eli
Falkvard Nielsen ■ – Hanus Thorleifsson (Árni G. Nielsen, 46.),
Lukasz Cieslewicz ■, Hans Pauli Samuelsen
– Philip Lund (Benjamin Heinesen, 46.)
AB: Heðin Stenberg – Sørin N. Samuelsen, Rói Danielsen ■,
Dmitrije Jankovic, Magnus Egilsson – Kári Nielsen, Tróndur Jensen
– Álvur F. Christiansen, Mikkjal T. Hentze ■, Kristin R. Mouritsen
– Nicolaj Eriksen (Jógvan Skeel Nolsøe, 76.)
EB/Streymur - TB 2-2 (2-2)
0-1: Martin Tausen 2
0-2: Jonas Gejel Hansen 25.
1-2: Andras Olsen 44.
2-2: Rógvi Egilstoft Nielsen 45.
Dómari: Rúni Gaardbo
EB/Streymur: Símun Jóhan Wolles – Hanus Olsen, Rói H. Olsen,
Andras Olsen, Jan á Høgaryggi – Árni G. Olsen ■, Brian Olsen ■,
Rógvi E. Nielsen, Ragnar Danielsen (Leif Niclasen, 62. ■)
– Niels Pauli Danielsen (Ólavur F. Ejdesgaard, 87.),
Arnar Dam (Jónstein Magnussen, 76.)
TB: Ivan Stojkovic – Eirikur M. Ellendersen, Martin Tausen,
Teitur Olsen, Andri Freyr Björnsson – Rógvi Joensen,
Jonas Gejel Hansen ■ – Teitur Justinussen ■ (Carl Mikkjal Bech, 80.),
Kofi Appiah, Patrik Johannesen – Albert Adu
Víkingur - HB 3-2 (2-0)
1-0: Páll Mohr Joensen 7.
2-0: Heðin Hansen 16.
2-1: Poul Ingason 62.
3-1: Sølvi Vatnhamar 87.
3-2: Bartal Wardum 92.
Dómari: Lars Müller
Víkingur: Geza Turi – Sámal Jákup Joensn, Atli Gregersen,
Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Hjalti Strømsten, 77.)
– Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen ■,
Páll Mohr Joensen (Jákup V. Olsen, 62.) – Andreas Lava Olsen
(Magnus Jarnskor, 81.)
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (Heri H. Mohr, 30.),
Jóhan Troest Davidsen ■, Gunnar Haraldsen, Alex Josá dos Santos
– Bartal Wardum, Levi Hanssen ■ (Fróði Benjaminsen, 73.)
– Christian R. Mouritsen, Rókur av Fløtum Jespersen, Teit Jacobsen
(Poul Ingason, 57. ■) – Adrian Justinussen
Páll Lervig
fc Suðuroy
Gott kempa ídag FC.Suðuroy
Fantastiskt at kom afturí aftur,
verða aftanfyri 2-0 og so vinna
5-2 Flott,flott. Spennandi til
komandi dyst ímóti HB norðuri í
Havn. Koyr á FC.Suðuroy
fjepparin
Rógvi Dam
EB/Streymur
Okur brendu for nógv í dag, vit
høvdu meira uppiborði, men eitt
stig er betur enn einki. Saman
standa vit sterk
fjepparin
hagtøl 26. umfar
Allan Smedemark
tb
14 and counting...
fjepparin
Mynd: Álvur Haraldsen
Sæbjørn Leiti
íf
Huff huff okkara menn eru farnir
í feriu. Koyr á ÍF
fjepparin