Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur Albinus Tað stóð nógv upp á spæl við Løkin í Runavík sunnu­ dagin. NSÍ hevur tryggjað sær evropeiska luttøku næsta ár og fær somu pen­ inga­upphædd líkamikið um av­kastið eitur 2. ella 3. pláss, men tað var meiri hjá gest­unum úr KÍ, at nógv var at spæla fyri. Klaks­víking­ ar eru nevniliga í kríggi við arva­fíggindan HB um sein­ asta Evropa-atgongu­merkið – nevniliga 4. plássið, sum gevur Fyrst NSÍ Dysturin byrjaði við ágang­ andi spæli, og tað sást alt fyri eitt, at bæði liðini høvdu slept hondbremsuni og ætlaðu sær sigurin. Tað oys­ regnaði og nakað av vindi var eisini, so tað heilt poler­ aða fótbóltsspælið var ikki at síggja. Tað var NSÍ, sum puslaði spælið best saman, meðan KÍ hinvegin setti beina kós frameftir vøll­ inum. Serliga vóru tað inn­ legg frá Henry Heinesen og Heðini Klakstein fyrstu løt­ una, men NSÍ-verjan hevði gott tamar­hald á Kenan Hajdarevic. Tá ið eitt korter var farið, komu fyrstu skot­roynd­ir­ nar. Fyrst NSÍ við Klæminti A. Olsen úr spísk­um, sum fór upp um, og síðani Henry Heinesen eftir til­ vildarligan bólt eftir horna­ sparksinnlegg. Hesin mál­ møgu­leikin var stórur, men hann fekk ikki hildið bólt­ inum niðri og skotið fór upp um. Løtu seinni var Jákup B. Andreassen tætt við, tá ið Andras Gango boksaði bólt fyri føturnir á honum í felt­inum, men Klæmint A. Olsen var komin væl aftur við og bjargaði tætt við mál­ strikuna. Tá ið 26 minuttir vóru farnir, legði NSÍ seg á odda 1-0. Hesa løtuna hevði KÍ- verj­an verið í bíðistøðu tá ið NSÍ leyp á. Lítið ágangandi var KÍ-verjan, og tað kostaði um­vegis eitt lutfalsliga ófarligt innkast. Einar Tróndar­gjógv tveitti bóltin til Pól Jóhannus Justinussen, sum hevði Jonas Flindt Rasmussen í rygginum. Óskilj­andi lætt slapp hann ótarn­aður at venda sær og smekka bóltin í mál til 1-0. Tað var samanumtikið soltið við málmøguleikum í fyrra hálvleiki, og hálv­leiks­ støðan gjørdist eisini 1-0 til heimaliðið. KÍ við aftur KÍ gjørdi eina skifting í hálv­leikssteðginum. Heðin Klak­stein, sum hevði fingið ein snudd eftir nærdyst við Johan Jacobsen, varð tikin út, og í hansara stað kom Páll A. Klettskarð. Hetta var fyrsti dystur hjá honum í tríggj­ar mánaðir, men tað var tætt við, at hann einans skuldi brúka tveir minuttir til at finna vegin aftur til málið. Stútarin fór tó beint upp um málið, og løtu seinni tamdi hann seg í enn eina góða støðu í feltinum, men hann fekk ikki reiðiligt skot á bóltin. Tað var KÍ, sum kom bet­ ur út til seinna hálvleik, og góðar fimm minuttir inn í seinna hálvleik var aftur tætt við, tá ið innlegg frá Henry Heinesen sigldi allan vegin á tvørtræið. Ávaringarskotinin hjá klaksvíkingum vóru latin av, og fýra minuttir eftir tíma­slagið bragdaði. Tað var Hjalgrím Elttør, sum stýrdi ein­um innleggi frá Páll A. Klettskarð í málið til 1-1. Nú var aftur lív í. NSÍ vísti klassan Hesa løtuna eftir útjavnandi málið var KÍ omaná, men tá trýstið skuldi vísa seg at vera úrslitaleyst, so tók NSÍ aftur yvir – og tað gjørdu teir í stórum stíli. Tað var eins og NSÍ skuldi vísa KÍ hvussu álop skulu umsetast til mál. 2-1-málið var at síggja til rættiliga tilvildarligt. Pól Jóhannus Justinussen varð spældur í góða støðu í vinstru síðu, og tá ið øll vænt­aðu eitt innlegg – eisini Mein­hardt Joensen – so rakti fótbóltur H E S A V I K U N A 3 Andras Gango Ógvuliga mælskur. Fekk ikki gjørt nógv við málið, men ikki tryggur við innlegg. 3 Johan Jacobsen Kom væl fram við til NSÍ- trýstini, og helt rímiliga væl fast í verjustøðu – serliga í seinna hálvleiki. 3 Jens Joensen Tók sínar nærdystir við Kenan Hajdarevic og javnt var býtt teirra millum. Miðal avrik hesaferð. 4 Monrad Holm Jacobsen Tann besti í NSÍ-verjuni. Las spælið væl, kom sær ímillum, og serliga eina umráðandi rudding. 3 Einar Tróndargjógv Haltaði eitt sindur í verjuni í fyrra hálvleiki, men frægari í seinna hálvleiki. Álopskendur og kvalitets innlegg. 4 Árni Frederiksberg Fær ting at henda, serliga við góðum innleggum og skotroyndum. Lívligur, ágangandi og skapandi hendan dystin. Yvir miðal. 3 Michal Przybylski Spakur at byrja við, men vann seg væl inn aftur í dystin og renniorkan var framúr. 4 Magnus H. Olsen Kanska ikki so eyðsýndur, men skipaði spælið eins væl sum hann plagar at skipa kvæði. 3 Jonhard Frederiksberg Vinstri vongur er neyvan hansara yndis pláss, og tað sást. Stríðsviljin gjørdi, at hann ikki kann fara undir miðal. 5 Pól Jóhannus Justinussen Fysiskt yvirlegin allan dystin á tamb og potaði bóltin í málið tríggjar ferðir. Dystaravgerandi og dagsins leikari. 3 Klæmint A. Olsen Lá upp á lúr, men einki mál. Fekk nógv fríspørk. Minti nógv um avrikið í landsdystinum ímóti Finnlandi. spælarameting Enn einaferð hevði KÍ gyltan møguleika at vinna evropeiska plássið frá HB, men eiheldur hesaferð skuldi tað vera. KÍ megnaði at javna til 1-1 ímóti NSÍ og tóktist eina løtu at vera ávegis virðismikla leiðslumálinum, sum kundi sent teir á evropeiska kós og tættari teimum 1,5 mió. krónunum, men ímillum regndroparnar við Løkin skuldi NSÍ bara brúka seinasta korterið av dystinum at sementera ein greiðan 4-1-sigur. Pól Jóhannusi Justinussen gjørdist hattrikk-hetja, meðan KÍ nú bara hevur lítlan møguleika at røkka Evropa Fyrsta gula í fimm ár Jónhard Frederiksberg hjá NSÍ er ikki kendur fyri at fáa nógv kort. Gula kortið ímóti KÍ, sum hann fekk fyri ikki at virða múr-fjarstøðuna við frísparksstøðu, var hansara fyrsta í Effodeildini síðani 2010. Sambært Faroesoccer hevur hann einans fingið trý gul í 332 dystum í Effodeildini. 1 til 6 Evropa skolaði longri burt frá KÍ