mánadagur 28. september 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
ítróttur
hann bóltin løgið, tilvitað
ella ótilvitað, og bólturin fór
í tvørtræið og í mál til 2-1.
Hetta var 12 fyri leiklok.
Síðani gingu bara tveir
minuttir til NSÍ økti um
leiðsluna til 3-1. Aftur hesa
ferð var tað Pól Jóhannus
Justinussen, og tískil gjørdist
hann
hattrikk-hetja
eftir
vakurt uppspæl, har hann
dansandi inn um KÍ-verjuna
og prikaði bóltin í málið.
KÍ-ararnir vóru á hal
unum hesa løtuna og høvdu
greidliga hvørki tíð ella orku
at vinna seg aftur í dystin.
Innskifti Petur Knudsen,
sonur
málmanslegenduna
Jens Martin Knudsen, gjørdi
tað gott á høgra vongi, og í
yvirtíðini varð hann sendur
avstað í høgru síðu. Hann
sendi bóltin tvørturum til
ein tvísporandi Jann Martin
Mortensen, sum setti innaru
síðu á og økti til 4-1, ið eisini
gjørdist endaliga úrslitið.
Tað hoyrdist kring vøllin,
at HB var aftanfyri í Gøtu, so
klaksvíkingar vóru spentir
um at tað nú skuldi eydnast
at taka 4. plássið frá HB, sum
gevur evropeiska luttøku og
harvið 1,5 mió. kr. Eftir 1-1 og
eina góða KÍ-løtu koppaði
tað tó dyggiliga til NSÍ, sum
vísti klassan síðstu løtuna
og vann uppibornan sigur.
KÍ hevur nú eitt skot eftir
í byrsuni at fáa evropeiska
plássið, men tað krevur at
HB í mesta lagi fær eitt ímóti
FC Suðuroy í seinasta dyst
inum, samstundis sum KÍ
skal vinna ímóti EB/Streymi
– gjarna stórsigur, um HB nú
spælir javnt, tí so gerst mál
munurin avgerandi. Í løtuni
hevur HB seks mál betri mál
mun enn KÍ.
albinus@sosialurin.fo
fótbóltur
Tað var hugaligt at síggja, at
ungir leikarar fingu møgu
leikan frá byrjan. Michal
Przybylski hjá NSÍ og Jákup
B. Andreassen hjá KÍ eru
báðir 17 ára gamlir, og ein
triði við sama aldri, Petur
Knudsen hjá NSÍ, kom eisini
á vøllin. Allir gjørdu tað gott.
Keðiligt veður og ikki serliga
nógvir áskoðarar. Tað fyrra
fær man einki gjørt við, og
tað seinna kanska heldur ikki,
men nú skal umskyldningurin
í Runavík ikki longur vera, at
tað regnaði ov illa. Nýggja
skýlið hevur nevniliga tak.
2
Meinhardt
Joensen
Væntaði sær eitt innlegg við
2-1-málið. Tað var skeivt og bleiv
dýrt. Fýra mál ígjøgnum eftir
upploysn í verjuni.
2
Henry Heinesen
Spældi væl í umleið 70
minuttir við eitt nú nógvum
innleggum, men fór fullkomiliga
niður við høvdinum seinastu
løtuna.
3
Ndende Adama
Guéye
Ein av teimum frægastu í KÍ-
verjuni. Góður í luftspælinum,
men verri var eftir jørðini.
2
Jonas Flindt
Rasmussen
Stýrandi og hóskar seg sum
liðskipari, men var eisini ov
tamur í fleiri støðum. Serliga við
1-0-málið.
2
Atli Danielsen
Vinstri bakkur – ja, so hevur
hann eisini roynt tað. Tað var í
neyðstøðu, og tað er ikki á hesum
plássi, at framtíðin liggur.
3
Sani Tahir
Ósjónligur fyrstu løtuna.
Kvikbeintur, kom fyri seg so
líðandi – gott fótskifti, kreativur,
men hekk eisini eftir viðhvørt.
4
Jóannes
Bjartalíð
Hevði allan pakkan. Skilagóðar
avleveringar, driblingar, næskar
skotroyndir og gav alt fyri at
renna aftur og rudda upp. Besti
KÍ-arin hendan dystin, eingin ivi
um tað.
3
Hjalgrím Elttør
Upptakt til nógv í fyrra
hálvleiki, men sló ikki til fyrr enn
í einum høggi í seinna hálvleiki.
Eitt mál, og tað var tað.
3
Jákup B.
Andreassen
Var ein av teimum raskaru at
renna aftur við, onkra góða
upprudding, men fekk ikki yvir
allan dystin ordiliga sett seg
ígjøgnum á miðjuni.
3
Heðin Klakstein
Tuskaði óført á vonginum og
fekk sent okkurt innlegg avstað,
men fekk ein snudd og varð
merktur av tí løtuna til hálvleiks,
tá ið hann varð útskiftur.
3
Kenan
Hajdarevic
Nýtti kropsligu styrkina nógv,
men kom sær ongantíð inn um
NSÍ-verjuna og bleiv tí ongantíð
vandamikil.
3
Páll A.
Klettskarð
(inn í 46min.) Comeback eftir
drúgvan skaðasteðg, og svongdin
var at fáa eyga á. Vandamikil alt
fyri eitt og hevði tvær næskar
skotroyndir. Legði upp til málið.
spælarameting
Spæla um hálva aðru millión Stutt undan hesum kappingarár
inum boðaði UEFA frá, at áleið tvær milliónir krónur eyka verða lætnar
til tey feløgini, sum vinna sær evropeiska luttøku. Fjórða plássið,
sum KÍ og HB nú berjast um, gevur nú 1,5 mió. kr. í pengakassan.
Fyrr var upphæddin 900.000 kr. Føroyameistarin fær 3,2 mió. kr.
Mynd: Álvur Haraldsen
1 til 6
NSÍ - KÍ 4-1 (1-0)
1-0: Pól Jóhannus Justinussen, 26.
1-1: Hjalgrím Elttør, 64.
2-1: Pól Jóhannus Justinussen, 78.
3-1: Pól Jóhannus Justinussen, 80.
4-1: Jann Martin Mortensen, 90.
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Jens Joensen, Monrad
Holm Jacobsen, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Michal
Przybylski (80. Petur Knudsen) Magnus H. Olsen, Jónhard
Frederiksberg ■ (56. Jann Martin Mortensen) – Pól Jóhannus
Justinussen – Klæmint A. Olsen (84. Jónleif Højgaard)
KÍ: Meinhardt Joensen – Henry Heinesen ■, Jonas Flindt
Rasmussen ■, Ndende Adama Guéye ■, Atli Danielsen – Sani
Tahir, Jákup B. Andreassen ■, Hjalgrím Elttør (82. Tórur
Justesen) Heðin Klakstein (46. Páll A. Klettskarð) – Jóannes
Bjartalíð – Kenan Hajdarevic (75. Jóannes K. Danielsen)
Hattrikk-hetjan hjá NSÍ, Pól
Jóhannus Justinussen, segði
í samrøðu við Rás2 eftir dyst
in, at kenslan var góð eftir
hendan sigurin, tí at teir ætla
sær at varðveita 2. plássið.
– Vit hava vunnið, so
kenslan er góð. Vit vilja hava
hatta triðja plássið, og í løt
uni eltir Víkingur okkum,
sigur Pól Jóhannus, sum við
gongur, at KÍ trýsti eftir at
teir fingu útjavnandi málið.
– Teir fáa momentum
akkurát tá, men vit klára so
at koppa dystinum aftur og
revsa teir upp á teir kjansir,
vit fáa. Vit eru skarpir í dag,
helt Pól Jóhannus.
NSÍ skal í seinasta umfari
á vitjan á Argjum. Vinnur
NSÍ tann dystin, er silvurið
í hús.
– Tað er altíð ringt at
spæla ímóti AB. Teir spæla
altíð væl ímóti okkum, og
tað er altíð ein tættur dystur.
Men teir dystir, vit hava
spælt ímóti teimum í ár, hava
vit fingið góð úrslit (vunnið
báðar, red.) so vit skulu
vinna handan dystin, segði
Pól Jóhannus Justinussen
at enda.
Liðskiparin hjá KÍ fegnaðist
um at teir í hálvleikssteðg
inum fingu prátað um røttu
tingini, men at tað eftir
útjavnandi málið gekk púra
galið.
– Vit høvdu tosað um
at koma út aftur við meira
fysikki og at spæla meiri
primitivt.
Vit
fáa
eina
energiska typu inn við Páll,
og tað gevur nakrar møgu
leikar. Vit koma upp á 1-1,
men so detta vit aftur á vøll
in og halda ikki upp á bóltin.
Teir koma so fram um aftur,
og tá var tað niðan brekku,
segði Jonas, sum er argur um
at tað ikki hepnast teimum
at vinna 4. plássið frá HB.
– Vit hava eftir hondini
havt 3-4 møguleikar at fáa
hatta fjórða plássið, men vit
klára ikki at fáa tað, og tað
er ørkymlandi. Vit kenna
á okkum, at vit hava hópin
til tað. Vit verða ongantíð
niðurspældir, men smálut
irnir mangla. Tað er meiri
stong út enn stong inn
hjá okkum í løtuni, heldur
Jonas, sum tó framvegis er
bjartskygdur um, at tað skal
eydnast at fáa fjórða plássið.
Eisini um tað krevst at KÍ
vinnur við seks málum ímóti
EB/Streymi.
– Alt er møguligt, so tað
trúgva vit upp á. Nú fáa vit
at síggja, segði Jonas.
albinus@sosialurin.fo
Vit vóru
skarpir í dag
ørkymlandi
Pól Jóhannus Justinussen
Jonas Flindt Rasmussen
Jan B. Antonioussen
nsí
Sodan! Klassamunur!
Fantastiskt at vita at man
hevur fleiri mans í hópinum, ið
kunnu plaffa bóltarnar inn! Nú
hava vit eisini, sovítt eg dugi at
siggja, sett eitt nýtt mál-met, og
kunnu kalla okkum tað einasta
liðið, ið nakrantíð hevur skorað
meira enn 70 mál uppá eitt
kappingarár.Tað er ikki so galið!
Leygardagin hála vit silvurið í
hús! Góðir!
fjepparin
Kristian Joensen
kí
Hetta byrjar at blíva iriterandi,
men enn er ein møguleiki at fáa
4 plássi. So vónandi veita FC
Suðuroy okkum eina hjálpandi
hond.. Koyr á KÍ
fjepparin