mánadagur 28. september 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Ársins spælarar
skulu heiðrast
Sunnukvøldið 4. oktober verður serlig fótbóltssending, har ársins
spælarar skulu finnast hjá bæði monnum og kvinnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Tróndur Arge
Sum siður er, so fer Miðla
húsið at aftur í ár at skipa
fyri, at ársins spælari verður
valdur hjá bæði kvinnum
og monnum í bestu deildini
í føroyskum fótbólti. Hetta
verður gjørt í samstarvi við
Fótbóltssambandið.
Tað
verða venjarar, liðskiparar
og ítróttartíðindafólk, sum
atkvøða.
Tiltakið verður sunnu
kvøldið 4. oktober klokkan
19.00 í Perluni, har Rás2 fer
at hava beinleiðis sending.
Hetta er eitt afturvendandi
tiltak, sum Miðlahúsið hevur
skipað fyri. Talan er um ikki
færri enn 20 heiðurslønir,
sum skulu latast teimum
bestu í føroyskum fótbólti.
20 heiðurslønir
Eins og hini árini, so verður
talan um 20 heiðurslønir, har
tíggju eru til menninar og
tíggju til kvinnurnar. Fyrst
og fremst, so skulu ársins
spælarar finnast. Umframt
tað, so verður ársins málverji,
ársins verjuspælari, ársins
miðvallari, ársins áleypari,
ársins ungi spælari, ársins
dómari og eisini ársins venj
ari kosin. Afturat hesum, so
skal ársins lið eisini finnast.
Heitið
»Ársins
ungi
spælari« var á fyrsta sinni í
2013. Hetta kom í staðin fyri
»Ársins stjørnuskot«, sum
var ov torført at definera.
Ein ungur spælari er ein, sum
hevur U21 landsliðsaldur.
Atkvøðurnar inn
undan seinasta umfar
Tíðarfreistin hesa ferð ger,
at atkvøðurnar verður heint
aðar inn undan seinasta
umfari í landskappingini.
Tiltakið verður dagin eftir,
at landskappingin er endað.
Tí er neyðugt, at heinta at
kvøðurnar undan seinasta
leikdegi.
Hetta er ikki optimal, men
ein avleiðing av, at lands
dystir eru eftir kappingar
enda. Í fjør var tiltakið 21.
november, og tá vóru fleiri
av spælarunum burturstadd
ir. Tí hava vit á hesum sinni
valt, at hava tiltakið dagin
eftir seinasta dyst, so allir
spælarar hava ein møgu
leikan at vera til staðar.
Ársins lið aftur í
4-4-2 uppstilling
Tað er mangan torført at
greiða allar fløkjurnar í
samband við ársins lið. Í
fjør vóru nakrar tillagingar
gjørdar í mun til ársin lið
í 2013. Atkvøðurnar, sum
verða lætnar til ársins spæl
arar, eru eisini við til at
mynda ársins lið. Tað verða
ítróttarskrivararnir
hjá
Miðlahúsinum,
sum
seta
liðið. Hetta verður gjørt við
stórum atliti til, hvussu at
kvøtt hevur verið um ársins
spælarar.
í 2013 varð liðið stillað upp
í 4-3-3 uppstilling. Her vístu
fleiri fótbóltsáhugað á, at
rættari og lættari hevði verið
at sett liðið upp í 4-4-2. Hetta
gevur millum annað greiðan
skilna millum miðvallarar,
vengir og áleyparar. Hesum
leistinum halda vit fram við.
Kunngera atkvøðurnar
Fyri at skapa mest møguligt
gjøgnumskygni,
so
tók
Miðlahúsið stig til, at allar
atkvøðurnar blivu almanna
kunngjørdar
mánadagin
eftir tiltakið. Hetta bleiv
gjørt fyri at skapa mest
møguligt
gjøgnumskygni.
Hetta er púra vanligt, tá FIFA
Ballon d’Or verður handað
besta spælara í heiminum.
Her
var
afturmeldingin
somuleiðis góð frá fótbólts
baklandinum.
Tó verða atkvøðurnar til
ársins dómara ikki kunn
gjørdar. Hetta er eftir ynski
frá spælarum og venjarum,
fyri ikki at skapa óneyðugt
kjak um dómarar, sum til
tíðir kann blíva býttisligt og
primitivt. Atkvøðurnar verða
kunngjørdar í Sosialinum,
sum kemur út mánadagin
um eina viku.
Feilteljing í fjør
Í fjør kom tað fyri, sum ikki
mátti henda. Ein atkvøðu
seðil var taldur á høvdinum.
Tá
viðkomandi
spælari
gjørdi vart við seg, varð úrs
litið, at ársins spælari hjá
monnum bleiv ein annar.
Í ár verða fyrilit tikin fyri,
at tað ikki skal kunna henda
aftur. Bæði hvussu atkvøðu
seðlin sær út, og at talan
verður um tvær fínteljingar.
Velja 1, 2 og 3
Eins og í fjør, verða stig givin
fyri hvørja atkvøðu. Numm
ar eitt fær 5 stig, nummar
tvey fær 3, meðan nummar
trý fær 1 stig. Síðani verða
stigini tald saman. Venjarar
og spælarar kunnu ikki at
kvøða fyri teirra egna liði.
trondur@sosialurin.fo
Atkvøðast
skal til:
Ársins spælari
Ársins ungi spælari
(Spælari við U21-aldri)
Ársins málverji
Ársins verjuspælari
Ársins miðvallari
(íroknað vengur)
Ársins áleypari
Ársins venjari
Ársins dómari
Ársins lið
fótbóltur