mánadagur 28. september 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. september 2015 · Nr. 111
ítróttur
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Feløgini togast og politikkararnir lova.
Fyri vetrarítróttirnar í høvuðsstaðnum
er heilt grundleggjandi málið tó, at fleiri
hallartímar kunnu útvegast
Tað merkist, at kommunuvalið so smátt fer at
nærkast. Talan verður um valár í næstum, og í
høvuðsstaðnum tykist eitt av egningarmálunum
vera hallarumstøðurnar hjá vetrarítróttini.
Seinnu árini hava fleiri meira og minni góð hug
skot verið frammi um, hvussu farast skal fram við
hallarútbyggingum. Víðkan av høllini á Hálsi, víðkan
av Gundadalshøllini, nýggj høll á Argjum, nýggj høll
í Vesturbýnum o.s.fr.
Jú, lyftini tróta ikki, men meðan togast verður
aftur og fram, og meðan politikkararnir kropp á
kroppi koma við sínum boðum, stendur bara við og
versnar hjá ymsu feløgunum.
Tíbetur síggja vit eitt blómandi ungdómsarbeiði í
teimum allarflestu feløgunum. Eitt arbeiði, sum tað
næstan ikki ber til at virðismeta nóg høgt, um vit
taka kropsliga vælveru eins og ansing, uppaling av
ungum fólki við í roknistykkið.
Hesi hava veruliga uppiborið best hugsandi
karmar, men tað er tó langt eftir á mál hesum við
víkjandi. Feløgini eru mest sum í innanhýsis stríði
um at kradda sær hallartímar, so feløgini so dánt
kunnu halda ungdómunum til við venjingum. Ofta
er bara rúm fyri tí einu venjingini um vikuna hjá
yngstu liðunum, og tað er alt ov lítið, um ein verulig
menning skal fara fram.
Hallirnar í Hoyvík og Kollafirði eru sjávlandi ein
bati, men hesar eru langt ífrá nóg mikið. Skal vetrar
ítróttin í høvuðsstaðnum mennast, skulu nýggjar
hallir til, og tær skulu koma skjótt.
Ráðini eru tí eittans. Takið tær hallarætlanir,
sum fyriliggja, fram úr skuffunum. Hyggi eftir, hvør
kann gerast skjótast og kanska enntá bíligast, og
setið so sjøtul á. Verandi togan millum feløgini og
seráhugamál hjá ymsu politikkarunum kunnu skjótt
enda sum ein vanlukka fyri ítróttina.
Fleiri
hallir
NÚ!
www.b36.fo:
Gassið tykist vera fari eitt sindur av ballónini, nú gullið er heima. Men vit
hildu í dag fast um støðuna sum ósigraðir á heimavølli
www.hb.fo:
Tá hugsað verður um, at vit eru í harðari kapping um 4. plássið og
munandi peningaupphædd frá UEFA, er tað hugstoytt at síggja menn vera
so lítið klárar við dystarbyrjan.
www.nordlysid.fo:
StÍF var betra liðið, tá tær í dag vitjaðu Stjørnuna. Úrslitið gjørdist 24-20
til...
www.tb.fo:
Kofi Appiah er eitt navn, sum hevur verið á mongum tungum í seinastuni,
tí talan hevur verið um drúgva viðgerð við at tryggja honum arbeiðs- og
uppihaldsloyvið. Loksins er tað so komið undir land
www.sudurras.fo:
Hvat Jón Pauli Olsen, venjari, hevur sagt við sínar leikarar í hálvleikinum er
ikki greitt, men FC Suðuroy leikararnir komu út til seinna hálvleik við einum
øgiligum stríðsvilja
www.h71.fo:
Hetta var ikki nakar góður dystur, og vit kunnu bert fegnast, at tey tvey
stigini lógu eftir í Hoyvík.
Ítróttar
klumman
Jákup Mørk
Betraði metið við
hálvumtriðja sekundi
Signhild Joensen úr Ægir setti nýtt føroyskt juniormet í 200
metra ryggsvimjing leygardagin á SuSvim Open í Vági
Danjal av Rana
Hon átti sjálv gamla junior
metið, sum var 2:18.17 frá
Føroya Meistarastevnuni í
mai, men í Vági knústi hon
hetta metið og kom á mál
við tíðini 2:15.64, hálvttriðja
sekund skjótari.
Hon nærkast tí av álvara
føroyska metinum hjá Elspu
Mørkøre. Hon svam teinin
upp á 2:15.15 í donsku meist
arastevnuni á stuttgeil í 2007.
Sambært
svimjing.com
stóð Ægir seg best sum felag
á Susvim Open. Felagið vann
flestar gull, 15, og flestar
medaljur tilsamans, 34, harav
5 silvur og 14 bronsu. Susvim
vann 12 gull, 12 silvur og 6
bronsu, 30 tilsamans, meðan
Havnar Svimjifelag vann 5
gull, 15 silvur og 12 bronsu.
Tríggir svimjarar vunnu
fimm gullheiðursmerki. Sára
R. Nysted vann fimm gull og
fýra silvur, Róland Toftum
vann fimm gull, tvær silvur
og eina bronsu, meðan Alvi
Hjelm vann fimm gull, eina
silvur og eina bronsu.
Sára R. Nysted og Óli
Mortensen
vunnu
flest
heiðursmerki, nýggju hvør.
Óli vann fýra gull, fýra silvur
og eina bronsu. Hetta var
allarhelst seinastu ferð, at
kappast var í svimjihylinum
í skúlanum í Vági. Pálshøll
opnaði fyri stuttum og 11.
til 13. mars næsta ár verður
skipað fyri FM í langgeil í
Vági. Væntandi fer SuSvim
Open eisini at verða hildið í
Pálshøll framyvir.
danjal@sosialurin.fo
Heimasíðurnar skriva:
Mynd: Signhild Joensen