Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Fáa vit ein heimsbardaga afturt, verður hann um mat og vatn!. Jógvan Gregersen, stjóri í Vaðhorn á Strondum, heldur, at hesi fyndarorðini er ein góð mynd av, hvussu stórar møgu­leikar eitt land sum Før­oyar, hevur. Á vinnudegnum fríggja­ dagin staðfesti hann, at nett­upp matframleiðsla er høvuðs­vinna í Føroyum og tí hava vit ein gyltan møgu­ leika at menna okkum, sum sam­felag. – Men so mugu vit koma burtur úr støðuni sum nú er, har stórur partur av okk­ara fiskiríkidømi fer óvirkað av landinum til fólk í láglønar­ lond­um at arbeiða, sigur hann. – Tí mugu vit verja okk­ara framleiðslu betri, tí vit skulu sjálvi framleiða meiri mat­ vørur burtur úr tí rávøru, vit hava, leggur hann afturat. Hann sigur, at tað eru virð­ini, vit kunnu skapa burtur­úr okkara tilfeingis­ vinnu, sum ger, at vit hava ráð til at hava tænastuvinnur og almenn størv í Føroyum. – Tí skal tað vera ein treyt, at allur fiskur skal á land í Føroyum. Og verð­ur fisk­ur fluttur óvirk­aður av land­ inum, skal útflutnings­gjald leggjast á hann, kanska upp á einar tvær krónur fyri kilo, sigur stjórin í Vaðhorn. – Soleiðis skapa vit eitt størri útflutningsvirði, sum økir um penganøgdina, vit hava at arbeiða við í Føroy­ um. Og soleiðis skapa vit 300 – 400 arbeiðspláss afturat í fiski­vinnuni, sigur Jógvan Gregersen. Missa 500.000 tímar Jógvan Gregersen sigur, at tað fyrsta vit skulu gera okk­ um greitt, er, at tað er matur, vit framleiða, og at hann er nógv verdur. – Tað eru sjey milliardir fólk í heiminum. Tey skulu øll eta hvønn dag og sostatt eru tey eisini møgulig við­ skifta­fólk. – Hugsa vit bara um tosk­in, taka vit tilsamans eini 30.000 tons um árið. Av teimum verða 20 pro­ sent skorin til flak, og har­ um­framt verða eini 10-15 pro­sent afturat framleitt í Føroyum. – Men restin av toskinum, fer óvirkaður av landinum til Onglands, Polen, Kina og aðra­staðni. – Hevði alt tað eisini verð­ ið virkað í Føroyum, svarar tað til, at vit høvdu stívliga 20.000 tons av toski meiri at virka. Og brúka vit 25 tímar at virka hvørt tons, er talan um 500.000 arbeiðstímar, og tað eru eini 300 fulltíðar ar­ beiðs­pláss. Kappast ímóti okkum sjálvum Stjórin á Vaðhorn sigur, at orsøkin til, at hetta ikki er veru­leikin í dag, er, at før­ oysk virki eru í kapping við virki ymsastaðni í Evropa og í Kina, har tímalønin er ein brot­part av tí, hon er í Føroy­um. – Tað er ein kapping, har føroysk framleiðsluvirki ikki standa seg. Hann sigur, at tá ið før­ oysk virki virðisøkja ein fisk, verð­ur hann virðisøktur eini 40 prosent. – Men bara eitt útlendskt virki bjóðar 10 oyru meiri fyri rá­vøruna, fer tað avstað við fiskinum, til virkingar fyri eina tímaløn, sum vit kalla sosiala dumping. – Hetta er føroyskur fisk­ ur, fiskaður av føroyskari kvotu. Og tá ið hann so er virkaður á einum útlendsk­ um virki, verður hann seldur aftur á sama marknaði, vit selja okkara fiskavørur á. – Sostatt skulu vit kapp­ ast ímóti okkara egnu vøru. Mun­urin er bara, at tey hava brúkt 80 oyru upp á at fram­leiða vøruna, men vit noyðast at brúka fýra krón­ ur upp á at framleiða somu vøru. – Tí eiga vit at vera so mik­ið at okkum komin, at vit krevja, at allur føroyskur fisk­ur skal virkast í Føroy­ um. – Tá verða tað vit, sum seta prísin á marknaðinum, tí øll vilja hava føroyskan fisk, sigur Jógvan Gregersen. – Tann, sum útflytir sína rávøru, er lítið meiri enn ein banan­republikk, leggur hann afturat. Jógvan Gregersen sigur, at hetta er eisini galdandi fyri uppsjóvarvinnuna. – Var makrelurin virk­að­ ur í Føroyum, skuldi vinnan slopp­ið undan tilfeingis­ gjald­inum afturfyri. – Føroyingar keypa makrel í dósum, men føroysk vinna skal eggjast til at virka fiskin í Føroyum. Jógvan Gregersen heldur alt gott um orðini í nýggja CEF sam­gonguskjalinum, har tað stendur, at bara før­ oysk skip skulu sleppa at fiska føroyska kvotu og at mann­ingin skal lønast eftir før­oysk­um sáttmálum. Men fyri virkini á landi ger hatta ikki mun, tí tað sær ikki ut til, at ætlanin er samstundis at seta tað sum eina treyt, at fiskurin skal virkast í Føroyum. Sostatt fer tað framvegis at bera til at flyta fiskin til Kina at virka hann. Hann sigur, at føroyskur fiskur hevur sera gott orð á sær. Hann ásannar, at tað er næstan sum at banna at tosa um byggja verjumúrar rund­ an um okkum. – Men tað er eitt sindur blá­oygt, at vit, sum eru minsta land í Evropa, skulu leggja okkum víðopin og loyva øllum, samstundis sum øll onnur lond verja seg sjálvi. – Tí eiga vit at útjavna tann fíggjarliga munin, tað Kundu havt 300 fólk afturat til arbeiðis Tað er eitt sindur bláoygt, at vit bara skulu leggja okkum víðopin vinnudagur Verja – At tosa um at verja seg, er næstan sum at banna, men sum støðan er nú, kappast vit ímóti okkum sjálvum, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn