týsdagur 29. september 2015síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112
vinnudagur
Føroyskir bøndur
skulu fáa studning
Tað skal so øgiliga lítið til fyri at fáa gongd á
Áki Bertholdsen
– Tað er rætt at veita land
búnaðinum í Føroyum al
mennan studning.
Tað heldur ein stórur
meirilutin av føroyskum
vinnulívsfólki.
Og tað halda bæði Jón
Sigurdsson, stjóri í Articon,
og Katrin Petersen, sum
stendur
á
odda
fyri
vakstrarætlanini á Sandi,
eisini.
Á vinnudegnum fríggja
dagin helt stjórin í Articon,
at tað er eingin skaði at
stuðla landbúnaðinum, so
at hann av álvara fær ein
møguleika at mennast.
– Ein røtt avgerð, sum
gagnar føroyskari vinnu,
er eisini studningur. Eitt
dømi um tað øvugta er, tá
ið landið loyvdi bankunum
at flyta alt sítt KT virksemi
av landinum, tí tað menti
ikki føroyska vinnu.
Eitt annað dømi er at
vit hava sent ráðgevara
arbeiðið í sambandi við
ætlaðu undirsjóvartunlar
nar, av landinum, og tað
stuðlar
ikki
føroyskari
vinnu.
Katrin Petersen heldur,
at landbúnaður er ov eins
táttaður. Antin er talan um
frítíðarbrúk, ella er talan
um mjólkneyt. Tí heldur
hon, at nógvir ótroyttir
møguleikar eru við at gera
serligar ostar, pylsur og
annað.
Hon vísir á, at tíðarrákið
er við okkum, tí serstakar
matvørur eru ikki longur
nakað, bara nakrir fáir
fanatikarar keypa, tí nú
verða tær settar fremst á
handilshillunum.
Ikki tað stóra
Katrin Petersen vísir eisini
á, at tað eru ikki tær stóru
upphæddirnar sum skal
til.
– Tað skal so øgiliga lítið
til at lyfta vitanarstøðið
hjá eldhugaðum fólki sum
hava landbúnað til frítíðar
ítriv, so at tað kann verða
ein vinna, tey kunnu fáa
eina inntøku burtur úr.
– Eitt nú velta vit sjálvi
bara 20 prosent av teimum
eplum vit eta, leggur hon
afturat.
Á Vinnudegnum var
ein spurnarkanning, har
vinnulívsfólk vórðu spurd,
um tað er rætt at tað al
menna stuðlar uppundir
fyri at menna landbúnaðin
Og tað eru tað heili 72,7
prosent, sum halda, bara
18,8 prosent halda, at tað
er skeivt og restin veit ikki.
– Skal landbúnaðurin
mennast, hevur tað tað
størsta týdning av øllum,
at politiski myndugleikin
hevur ein greiðan politikk
á økinum, heldur Katrin
Petersen.
Myndugleikin skal vísa
í verki, at tey vilja hava
gongd á landbúnaðin og
ikki bara vísa búnaðarfólki
til NORA og aðrar grunn
ar, har tað er neyðugt at
kenna bæði íslendingar,
norðmenn og grønlending
ar fyri at.
– Stuðulin má verða
lættari atkomuligur enn
tað, leggur Katrin Petersen
afturat.
aki@sosialurin.fo
er at virka fisk í Føroyum, og
at virka hann uttanlands, og
tað kann gerast við at leggja
avgjald á tann fisk, sum
verður
fluttur
óvirkaður
av landinum, sigur Jógvan
Gregersen.
aki@sosialurin.fo
Greiður politikkur
– Tað, sum hevur størstan týdning, er, at vit fáa ein greiðan politikk á økinum, og tað skal
ikki so nógv til, sigur Katrin Petersen, sum stendur á odda fyri vakstrarætlanin í Sandoy
Myndir: Áki Bertholdsen
Bakkafrost varð kosið til ársins virki í ár og her eru tað Regin Jacobsen, stjóri,
vinstrumegin, og Rúni M. Hansen, nevndarformaður, sum taka ímóti heiðrinum