Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Reinsaríið Fleiri enn 300 tiltøk fyrsta árið Í morgin kann spælistaðið Reinsaríið í Tórsgøtu í Havn halda eitt ára føðingardag. Hetta fyrsta árið hava fleiri enn 300 tiltøk verið á breddanum, sigur Bogi Andreasen, leiðari Terji Nielsen Tað hevði verið í umbúna í nógv ár, men 1. Oktober í fjør lat spælistaðið Reinsaríið í Tórsgøtu í Havn dyrnar upp á fyrsta sinni. Tórshavnar Komm­una eigur bygningin, sum bleiv fullkomiliga gjørd­ ur av nýggjum, áðrenn tað lat upp sum spælistað fyri júst einum ári síðani. Bogi Andreasen bleiv sett­ur í starv sum leiðari av Reins­arínum, og hann er væl nøgdur, nú hann lítur aftur á fyrsta árið hjá spælistaðnum. Tónleikarar hava tikið staðið til sín Vit høvdu móttøku 1. oktober, og bara tríggjar dag­ar seinni var fyrsta kon­ sert­in í hølunum. Tað var ein konsert hjá Hanus G. Johansen. Men hetta árið hava vit hava tilsamans 355 tiltøk, og meginparturin av teim­um hava verið tón­ leika­tiltøk, greiðir Bogi Andreasen frá. Hann sigur, at tá ið Reinsaríið lat upp, var alt tónleikaumhvørvið øgiliga spent, hvussu staðið fór at virka, og hvussu ljóðið fór at vera. Bygningurin var jú upp­ runa­liga ikki gjørdur til slík endamál, men stóra um­ bygg­ingin og tað, at man hevði ljóðserfrøðingar við í arbeið­inum, gjørdi, at staðið hevur gott ljóð, og eg haldi, at man kann róliga siga, at tón­ leikarar tóku beinan vegin Reinsaríið til sín, sigur Bogi Andreasen. Áhugin vaks skjótt Tað gekk heldur ikki rúm tíð frá, at Reinsaríið hevði latið dyrnar upp, til eftir­spurning­ urin eftir at sleppa at spæla í hølunum, vaks í stórum tali. Tað vaks við rúkandi ferð. Bæði áhugin fyri at sleppa at spæla her og fyri at upp­liva staðið, greiðir Bogi Andreasen frá. Hann sigur, at í flestu førum er tað soleiðis, at tón­ leikarar bjóða inn at sleppa at spæla í hølunum, og tá er avtalan sum oftast, at Reins­ aríið fær 30 prosent av at­ gongu­merkjasøluni, með­an tónleikararnir fáa hini 70 prosentini. Íroknað okkara 30 pro­ sent er so eisini ljóðfólk, so eg haldi, at tað er ein góð av­ tala fyri allar partar, sigur Bogi Andreasen. Hetta árið, sum Reinsaríið hevur virkað, hevur Bogi Andreasen eisini lagt til merkis, at føroyingar hava broytt vana. Í dag keypa føroyingar at­gongu­merkir í góðari tíð á netinum. Tað var ikki vanligt fyrr. Eisini koma fólk í góðari tíð til konsertirnar. Um ein kon­sert til dømis byrjar klokk­an 21, so er ikki óvanligt, at áhoyrarar koma ein lítlan tíma frammanundan, sigur hann. Lata upp fyri út­ lendskum fram­førslum Men hvat liggur so fyri framm­an hjá Reinsarínum, spyrja vit Boga Andreasen? Ein ætlan, sum liggur frammalaga hjá okkum, er, at vit kunnu fáa útlendskar bólkar og einstaklingar til eisini at framføra her. Tað kundi heilt víst givið okkara tónleikarum eitt sindur av íblástri eisini, sigur hann. Harumframt hevur Bogi Andreasen eisini ætlanir um, at ein ávísur innsatsur skal leggjast í, at Reinsaríið kann hjálpa yngri tónleikarum við at fáa venjingarhølir, tí sam­bært honum er tað ein mangul­vøra í høvuðs­stað­ num. Sjálvur føðingardagurin hjá Reinsarínum verður há­ tíðar­hildin í annaðkvøld við stórari konsert, har Hanus G. Johansen, Marius, Lena, Ave og Elinborg Pálsdóttir fara at framføra. terji@sosialurin.fo Fleiri enn 350 tiltøk hava verið á Reinsarínum og Perluni fyrsta árið Myndir: Reinsaríið Flestu tiltøkini hava verið konsertir