týsdagur 29. september 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Tillukku babba!
Tú kveikti mær lív og bar meg høgt,
og eg mentist í tíni fløvandi hond,
tín sterki armur var altíð í nánd,
mangt orð frá tær var so uggandi klókt.
Vit vallaðust við tær á ævintýraferð,
hvør fliga bleiv fjall, og rúmdin kom nær,
onki var óført, so stimbrandi var,
at uppliva náttúru og Gud við tær.
Ein faðir at eiga er betur enn gull,
fyrimynd hjartans – ja gerandishetja,
sum viljan vil brynja og andan lekja,
nú sigla vit saman út á havsins rull.
Heilsan,
Hin frumborni
80 ára føðingardagur
12. okt. verður Denhard Hansen
80 ár. Dagurin verður hildin 10.
okt. frá kl. 17-20 í hølinum hjá
Frelsunarherinum. Tey ið ynskja at
heilsa uppá Denhard eru vælkomin
at siga frá á tlf. 315212 innan 1.okt.
80 ára føðingardagur
31. oktober fylli eg 80 ár. Dagurin
verður hildin í Eiriksgarði í Dali
frá kl. 12-23. Tey, sum ynskja at
halda dagin saman við mær, verða
vinarliga biðin um at siga frá á tlf.
231115 ella 217901 innan hósdagin 22.
oktober. Bussur koyrir frá Teist–
anum úr Skopun kl. 10:45 og aftur
til Teistan úr Dali kl. 21:30.
Vilhelmina Larsen í Dali
75 ára føðingardagur
Mánadagin 5. oktober verður Sig–
fríður Hansen, Norðoyri 75 ár.
Dagurin verður hildin hjá Heðin
og Jónu Hansen úti á Norðoyri,
leygardagin 3/10 frá kl 16. Øll eru
hjartaliga vælkomin !
90 ára føðingardagur
Mánadagin, 5. oktober, verđur
Vilborg Michelsen, vanliga nevnd
Systi, Tvøroyri, 90 ár. Tey, iđ
ynskja at gleđa Systi, eru hjartaliga
vælkomin at heilsa uppá hana á
Suđuroyar Ellis- og Røktarheimi
frá kl. 14:00 – 17:00.
Góða Gunnvør
Hjartaliga tillukku við 83 ára føðingardegnum í dag ynski eg tær.
Heilsan Simona
Almenn móttøka og dansur
í Skótahúsinum við Løkin
Tá ið ein vika er farin av oktober
mánaða, fari eg um seksti ára
hvarvið. Í hesum sambandi verður
almenn móttøka í Skótahúsinum
við Løkin leygarkvøldið 3. oktober
frá kl. 19-22, og eftir tað ber til at
strekkja sær beinini eftir tónum
frá Eyðuni Nolsøe Band nakað út
á náttina. Øll eru hjartaliga væl
komin.
Tórbjørn Jacobsen
75 ára føðingardagur
Fríggjadagin 3. oktober, fyllir
Annbjørg
Stenberg,
Vojens,
Suðurjútland, 70 ár.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 2. oktobur verður
Fríðbjørg
Poulsen
90
ár.
Føðingardagurin verður hildin
í hølunum hjá Starvsmanna
felagnum millum kl. 17-21. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Mánadagin 12 okt fyllur Petrina
Hansen 90 ár. Dagurin verður
hildin í Skálanum mánadagin 12 okt
Prógv
Tann 22. september fekk William
Holm Jacobsen, Hoyvík, prógv
sum Master of Science in Informa
tion Technology, E-Business frá IT-
Universitetinum í Keypmannahavn