Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Hans Mikael Jacobsen * 24. august 1932 † 1. juli 2015 doyði og varð jarðaður. Takk til starvsfólk á Sýnuni, heimahjálparar, Marjun í Kálvalíð, prest, kirkjutænarar, berarar sangarar og gravarar. Takk fyri gávur til Sandavágs kirkju, takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Betty, Asbjørg, Sólvá og Birgir Tøkk Eg takki hjartaliga øllum tykkum, ið mintust meg á 90 ára føðingar­- degnum 22. august. Takk fyri gávur, blómur, uppringingar og aðrar heilsanir. Takk til børn, svigarbørn, ommu- og langommubørn, og øll tykkum,ið hildu dagin saman við mær. Ein minningarík løta. Bestu heilsanina til tykkum øll Valborg Joensen Tøkk Øllum tykkum, sum við heilsanum, gávum og vitjan gleddu meg á 90 ára føðingardegi mínum 19. juli 2015, takki eg so hjartaliga. Guð signi tykkum. Hansa Højsted Funningi Vit vilja takka fyri sýnda samkenslu og góða hjálp, í sambandi við at langomma, omma, mamma og vermamma Petra M. Jacobsen doyði og varð jarðað. Neo, Ian, Anna, Annar, Lív, Dánial Petur, Ragna og Guttorm Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaði maður mín, kæri pápi, verpápi og abbi og beiggi okkara   Heri Lava Olsen Tórshavn 1. oktober 1945 – 21. mai 2015   var sjúkur, doyði og varð jarðaður. Vit veita tykkum tøkk, sum vóru við til at gera ferðina lættari, tá ið sjúkan so við og við gjørdi alt meiri um seg. Tøkk til starvsfólkini í Vallalíð, sum vóru um hann síðstu mánaðirnar, og tøkk til tykkum á B8 á Landssjúkrahúsinum, sum vóru um hann síðstu dagarnar. Tøkk tit, sum við sangi, spæli og talu vóru við til at gera løturnar í kapellinum og í Ebenezer so ríkar fyri okkum. Vit veita tykkum eina tøkk, sum sendu heilsanir, kransar og gávur til Zarepta og øll tit, sum vóru við til jarðarferðina og hjálptu til við ervinum. Vegna tey avvarðandi Alma, Jóhanna, Marni, Andrias, Høgni og Hanus Jørð til sølu 2 gyllin í hagapartinum Vørðufelli í Sørvági til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 212061 Jørð til sølu í Hvalba Sjey gyllin í Grímsfhjalli. Innangarðslutur norður eystanfyri Giljar, stødd, 3.330 fermetrar. Lutur sunnanfyri Giljar, stødd 2.962 fermetrar Tey, sum eru áhugað kunnu ringja til mín á tlf. 266945 P/F Hjá Fróða í Havn søkir eftir lærlingi at byrja skjótast gjørligt! Vit søkja eftir fólki til eitt sera spennandi lærupláss í handli okkara. Best er, at viðkomandi hevur miðnámsútbúgving, FHS ella hægri handilsskúla. Vit vænta, at tú ert vinalig/ur, arbeiðir sjálvstøðugt og ert kundavinarlig/ur. Fleiri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Fróða Sigvardsen tlf. 233360 ella at senda ein teldupost til fs@hjafroda.fo Umsóknarfreistin er leygardagin 17. oktober 2015. Umsókn saman við avritum av prógvi og møguligum viðmælum verður at senda í telduposti til fs@hjafroda.fo ella til: P/F Hjá Fróða J.Broncksgøta 21B Postboks 1336 110 Tórshavn