Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-09-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin 43 ára gamli Djóni N. Joensen er komin á ting. Hann hevur serligan áhuga fyri børnum og ungum – og teimum við serligum avbjóðingum áhuga fyri børnum og ungum Nývaldur í politikki Árni Gregersen Tað kemur ikki frá fremm­ and­um, at nývaldi ting­mað­ urin Djóni Nolsøe Joensen, hevur áhuga fyri politikki. Hann er uppvaksin við, at politikkur var høvuðsevnið, tá ið familjan savnaðist við døgverðaborðið á Glyvrum. Pápin, Arne Weihe Joensen, løgreglumaður, royndi seg í politikki og hevði stór­an áhuga fyri øllum, sum fyri­fórst í samfelagnum. Tað sama við mammuni, Onnu Nolsøe Joensen. Hon er dóttir Dion Nolsøe, sum eitt skifti sat á tingi fyri Javn­aðar­flokkin. Dion Nolsøe var ein av átta brøðrum. Hinir vóru allir sambandsmenn, meðan Dion Nolsø umboðaði Javn­ aðar­flokkin á tingi. – So ja, áhugin fyri politikki og samfelags­viður­ skift­um hevur altíð verið har, sigur Djóni N. Joensen. Djóni N. Joensen er 43 ára gamal og er til og við í dag leiðari á Fríðtíðarskúlanum í Hoyvík. – Men eg havi valt, at brúka alla mína tíð uppá politikk­in. Eg eri komin á ting og fái løn fyri at passa tað ar­beiðið. Skal eg vera hálva tíð sum leiðari á øðrum ar­beiðs­plássi, so veit eg, at eg illa kann røkja bæði størvini til lítar. Tí fari eg í farloyvi í morgin, sigur hann. Partvís aktivur Hóast áhugin fyri politikki og samfelagsviðurskiftum altíð hevur verið har, so var Djóni Joensen ikki serliga polit­iskt aktivur í yngru ár­ unum. Hann var partur av SU, men ongantíð í nevndum. Hann var til fundir og segði stund­um sína áskoðan um viður­skiftini. Serliga tá ið hann fór á mið­námsskúlan, vaknaði polit­iska medvitið av álvara. Erik Arge var lærarin, sum setti ferð á, men ikki fyrr enn fyri kortum var avgerðin tikin um at stilla upp. Um jóltíðir fekk hann eina áheitan um at stilla upp til fólka­tingsvalið, men segði nei takk. Áheitan fekk tó vakt áhugan fyri politikki aftur og hann fór at hugsa um, at hann kanska átti at stilla upp til Løgtingið. Tað vóru onkrar sam­røð­ ur, men støðan bleiv ikki tikin endaliga fyrr enn hálv­ an juli, tá ið formaðurin í Javn­aðarflokkinum ringdi. – Eg segði ja, men tað pass­aði ómetaliga illa inn í okk­ara ætlan fyri summarið. Vit høvdu keypt ferðaseðil til Dan­markar, so vit fóru av­stað á ólavsøku og komu ikki aftur fyrr enn hálvan august, so tíðin til valstríð var ógvuliga avmarkað, sigur Djóni Joensen. Hann sigur, at hann fleiri ferðir hevur hoyrt, at besti mátin at reka valstríð er at hitta nógv fólk. Hesi ráð tók hann til sín og luttók í valstríðnum við full­ari orku, tá ið hann var aftur­komin. – Eg ferðaðist landið runt og royndi at koma á tal við so nógvar veljarar, sum yvir­ høvur, fortelur hann. Stríðið gav úrslit. Ikki so gott, at hann var bein­leiðis valdur, men tá ið Javnaðar­ flokk­urin skuldi manna lands­stýrissessir og ein fólka­tingssess, so lyfti hetta 43 ára gamla nýpolitikkaran upp um tinggáttina. – Sjálvandi eri eg ómeta­ liga glaður fyri, at eg nú havi fingið hendan møguleikan at gera mína ávirkan galdandi, sigur Djóni Joensen. Nevndarsess Djóni Joensen er útbúgvin náms­frøðingur. Kanska tað er ein orsøk til, at hann ser­ liga hevur áhuga fyri viður­ skiftunum hjá børnum og ungum. Tá ið nevndirnar skuldu mann­ast í Løgtinginum, fekk hann eisini sess í trivnaðar­ nevndini, sum júst fæst við hesi viðurskiftini og sosial mál sum heild. – Tað er so avgerandi, at vit brúka tíð og orku uppá hesi viðurskiftini, tí tað er fram­tíðin. Vit eiga at syrgja fyri, at ongi børn og ung detta niður ímillum, tí tað hava vit stutt sagt heldur ikki ráð til sum samfelag, sigur hann. Djóni Joensen fekk eis­ini ein formanssess, tá ið nevnd­ irnar vóru valdar. Hann er formaður í nevndini, sum hevur eftirlit við, at varð­ halds­fangar fáa eina virð­ iliga og rættvísa viðgerð í varð­hald­inum. Serligar avbjóðingar Djoni Joensen hevur arbeitt við børnum og ungum í nógv ár, millum annað eisini á Barna­heiminum. Tí kennir hann sera væl til tey børn og ung, sum av ymiskum orsøkum hava serligar avbjóðingar – Hesi klára mangan ikki sjálvi at koma úr hesum trupul­leikum og tí mugu vit sum samfelag geva teimum eina hjálpandi hond, heldur Djóni Joensen. Hann tekur sum dømi happ­ing millum børn og ung. Hetta er eisini ein trupulleiki, sum nakað má gerast við í dagstovnum og skúlum. Tað er framtíðin. Vit eiga at syrgja fyri, at ongi børn og ung detta niður ímillum, tí tað hava vit stutt sagt ikki ráð til sum samfelag Nývaldi tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin, Djóni N. Joensen, hevur serligan áhuga fyri børnum og ungum. Djóni Joensen hevur fingið ein sess í trivnaðarnevndini og tað hóvar honum væl. Hann hevur eisini spælt nógv ár í miðverjuni hjá NSÍ og B36 í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Mynd: Álvur Haraldsen