týsdagur 29. september 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. september 2015 · Nr. 112
meldurin
Sosialurin
– Mín meting er, at hetta
er nakað sum kann loysast
við, at vit hava nóg mikið av
fólki, sum kunnu fyrbyrgja
at hetta ikki tekur yvirhond.
Vit hava brúk fyri tímum,
men so sanniliga eisini fyri
fólkum, sum við síni nær
veru kunnu forða fyri, at
happing tekur yvirhond mill
um tey ungu, sigur hann.
Djóni Joensen hevur eis
ini sett sær fyri, at hann fer
at royna at gera viðurskiftini
meira lógarfest á sosiala
økinum.
Sum dømi nevnir hann
»service«-lógina í Danmark.
Hon gevur borgarunum nøk
ur rættindi, sum ikki skulu
til viðgerðar hvørja ferð. Til
dømis um ein familja flytur
úr einari kommunu til aðra,
so skal ikki vera neyðugt
at brúka tíð og orku til at
gera alt umaftur, sum frá
flytingarkommunan longu
hevur gjørt.
Eitt annað dømi er um
foreldur, sum passa børn við
serligum avbjóðingum sjálvi.
Hetta skal fáast í fasta legu,
so hetta verður tillagað tørv
inum, tí tað sparir samfelag
num nógvan pening, um
framt at tað mangan eisini
er tað besta fyri barnið.
Føroyar ein heild
Djóni Joensen var uppstill
aður í Suðurstreymi, men
hann heldur at tað hevur
stóran týdning, at vit øll
síggja Føroyar sum eina
heild.
– Tí haldi eg ikki tað er
serliga
uppbyggjandi
við
kjakinum og stríðnum mill
um miðstaðarøkið og útjað
aran. Føroyar eru eitt land
og tað skulu vit brúka – ikki
bert partar av landinum,
sigur hann.
Hann heldur, at lands
politikkur eisini eigur at
tryggja
útjaðaran.
Hann
skal í størsta mun javnsetast
við restina av landinum
– bæði við samferðslu og
við arbeiðsplássum, heldur
Djóni Joensen.
Sum flestu tingfólk er
hann eisini varugur við, at
skal alt á ynskilistanum loys
ast, so skulu nógvir pengar
til.
– Tí haldi eg eisini, at
føroyska vinnulívið skal ar
beiða undir bestu korum.
Í veruleikanum er tað frá
vinnulívinum, at pengarnir
til vælferðina skulu koma,
sigur Djóni Joensen.
Meðan nógv tosa um at
lækka samlaða skattatrýstið,
so er Djóni Joensen ikki so
sannførdur um, at tað er
besti vegurin at ganga.
Hann vísir á, at í fleiri
londum hevur veirð tosað
um, at skatturin skal niður á
eini 30 prosent. Sjálvur held
ur hann, at hetta er í lægra
lagi, skulu vit varðveita okk
ara vælferðartænastur.
– Eg rokni við, at tað er
meira í tráð vð veruleikan
um skatturin verðr á leið 35
prosent. Tað skulu nógvir
pengar til, skulu vit sleppa
undan brúkargjøldum og
øðrum, sum so skal fíggja
vælferðartænasturnar
í
staðinfyri at skatturin ger
tað, sigur hann.
Hann fegnast eisini um,
at tað í samgonguskjalinum
verður lagt upp til nakrar
yvirtøkur.
Serliga
nevnir
hann yvirtøkuna av loftrúm
inum, sum eina skilagóða
ætlan.
– Hetta fer at geva okkum
eini 12-15 arbeiðspláss. Og her
verður talan um arbeiðspláss
til fólk við serligum teknisk
um útbúgvingum, umframt
at hetta eisini fer at geva
inntøkur til samfelagið, sigur
hann.
Eg eri komin á ting og fái løn fyri at passa
tað arbeiðið. Skal eg vera hálva tíð sum leiðari
á øðrum arbeiðsplássi, so veit eg, at eg illa kann
røkja bæði størvini til lítar
Kann spæla fótbólt
móti løgmanni
Nýggi tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum
hevur spælt fleiri landsdystir í fótbólti
Tað kann gott vera,
at okkara nýggi
løgmaður
hevur
spælt á besta lið
num hjá KÍ, men
seinast
valdi
á
hansara lista, Djóni
N. Joensen, kann
saktans bjóða av.
Djóni n. Joensen
hevur spæltd fimm
A-landsdystir og ein
ungdómslandsdyst,
um
framt at hann hevur leikt
nógv ár á besta liðnum hjá
NSÍ og B36.
Tilsamans hevur hann
leikt 136 dystir í bestu
deildini, har hann skeyt 22
mál, men hann fekk eisini
18 gul kort.
Í dag er hann venjari hjá
einum ungómsliðið hjá HB.
Djóni N. Joensen er gift
ur og eigur trý børn. Hann
er føddur og uppvaksin
í Runavík, sonur Arna
Weihe Joensen og Onnu
Nolsøe Joensen.
Hann
er
útbúgvin
námsfrøðingur og er leið
ari í Frítíðarskúlanum í
Hoyvík. Frá í morgin fer
hann í farloyvi hagani.
post@sosialurin.fo