hósdagur 1. oktober 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. oktober 2015
sosialurin 113
12
tema Happing
Barbara Holm
S
unnudagin 20. september
varð Facebook á tremur við
søguni hjá Nannu Hanusar
dóttir Bjarnarson. Mamma 14
ára gomlu Shailu kendi seg noydda
at siga frá ógvusligu hendingini
á Sands Meginskúla, og hon nýtti
Facebook sum amboð. Tó gingu ikki
nógvar løtur, áðrenn miðlarnir tóku
hendingina upp. Hendan einstaka
hendingin stendur tó ikki einsamøll.
Happingin, sum Shaila Bjarnarson
hevur upplivað, hevur verið ógvuslig
seinastu árini.
Tað byrjaði tá Shaila fór frá Skála
víkar Skúla til Sands Skúla í 4. flokki.
Hon hevði trivist væl í Skálavíkar
Skúla, men Nanna metti, at gentan
fekk meira burturúr at fara í ein størri
skúla, har fleiri javnaldrar vóru at
spæla við. Shaila gekk í 4. og 5. flokki
í Sands Skúla og fór víðari við sama
flokki til Sands Meginskúla í 6. flokki.
Og happingin byrjaði beinan vegin
hon setti fót í Sands Skúla.
– Tey hava happað meg ræðuliga
illa síðan eg kom í flokkin. Tey siga
eg eri ein feitur grísur og sovorðið
greiður Shaila frá.
Dagarnir hava verið ymiskir, men
happingin hevur ongantíð verið
burtur.
Ein góður dagur hjá Shailu, er
tá hon bara nakrar ferðir um dagin
fær tveitt skrell í høvdið og tey bara
nakrar ferðir kalla hana fyri feita,
grísur og líknandi. Ein ringur dagur
er, tá herverk verður gjørt, brøv verða
skrivað við sera ógvusligum lýsingar
orðum um Shailu, og hon verður
eksludera frá bólkaarbeiði.
– Eg haldi skúlagongdin er góð,
men samanhaldið í flokkinum er
ordiliga ringt. Eg blívi kedd, tá ið eg
verið happað, men summir dagar eru
betri enn aðrir, greiður Shaila frá.
Varnaðist deyðs
hóttanina í bussinum
Dagurin, sum fekk øði í foreldrini
hjá Shailu og í mong onnur kring
landið, var mikudagurin tann 16.
september. Dagurin byrjaði eins og
vanligt. Shaila fór glað í skúla, hóast
hon hevur livað við sverari happing
seinastu fýra árini.
– Eg skuldi í skúla og so møtast
við mammu og babba í Havn, sigur
Shaila.
Hon skuldi sjálv fara yvirum við
Teistanum, men ávegis hagar hugdi
hon nærri at skúlataskuni. Hon
varnaðist, at taskan var skorin upp,
penalarhúsið var teknað og myndin
inni í taskuni var ikki tespilig.
– Eg veit ikki nær tey hava skorið
taskuna og gjørt alt hatta. Antin í
fríkorterinum ella í síðsta tímanum,
sigur Shaila.
Herverk inn á lutir hjá Shailu er
ikki óvanligt, og skrivaðar heilsanir
heldur ikki. Men hesaferð var øðrvísi.
– Har var ein deyðshóttan á og eg
bleiv faktist nokso bangin, greiður
Shaila frá.
Tey hava happað
meg ræðuliga
illa síðan eg kom
í flokkin. Tey
siga eg eri ein
feitur grísur og
sovorðið«
Varð bangin fyri
Dagurin byrjaði eins og allir aðrir dagar, men endaði í
sorgarleiki. 16. september var dagurin, har 14 ára gamla Shaila
Bjarnarson á Sandi fekk eina deyðshóttan, og bikari fleyt
yvir. – Hatta var tann ringasti dagurin í skúlanum, sigur
Shaila, sum er bangin fyri, at onkur fer at gera henni mein
Shaila Bjarnarson
...framhald á næstu síðu
Herverk inn á lutir hjá Shailu er ikki óvanligt, og skrivaðar
heilsanir heldur ikki. Men hesaferð var øðrvísi
Myndir: Privat