Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. oktober 2015 sosialurin 113 11 Temað hesa ferð snýr seg um happing. Við jøvnum millumbili stingur kjakið um happing, í og uttanfyri skúlagátt, seg upp aftur. Happing er eitt gamalt fyribrigdi og torført at basa. Happing er eisini ein fløktur spurningur at taka upp, tí síðurnar og søgurnar eru nógvar. Hesa ferð varpa vit ljós á hvussu happing kann síggja út, hvussu tú kann tosa við barnið um happing og hvussu skúlin tekur sær av happing. Eisini varpa vit ljós á persónar, ið sjálvi hava verið happað, og seta orð á avleiðingarnar. Fyrst og fremst eru tað ung í aldrinum frá 13 til 17 ár, ið sjálvi venda sær til ráðgevingina. Men tað eru eis­ ini foreldur, ið venda sær til ráð­gev­ ingina við spurningum. – Serliga eru tað spurningar, um hvat tey skulu gera. Tey hava kanska lagt merki til, at barnið hev­ur vinartrupulleikar, og ikki vil spæla við nøkur serlig børn. Og tað er heldur ikki óvanligt, at foreldur venda sær til okkum, aftaná at tey hava funnið útav, at okkurt ikki er, sum tað eigur, ella hava funnið útav, at barnið verður happað, sigur Djóni Eidesgaard. Skulu taka barnið í álvara Eitt av bestu ráðunum, Tú & Eg Ráð­ gev­ingin kann geva foreldrum, ið venda sær til teirra um happing, er rætt og slætt bara at lurta eftir barn­ inum og taka barnið í størsta álvara. – Børn hava ringt við at orða seg, tá tey sjálvi skulu fortelja um nakað, sum er keðiligt ella ávirkar tey. Tí hevur tað ótrúliga stóran týdning at foreldur lurta eftir barninum og tosa við barnið, tá eitt nú happing stingur seg upp. Tað hevur týdning, at tey eru forvitin og spyrja inn til barnið. Men serliga hevur tað stóran týdning at tey altíð geva sær stundir at tosa um tað beinanveg. Ikki útseta tað, tí barnið kann tá føla, at tað ikki verður tikið í álvara, tí at tað skal bíða til seinni við at tosa um truplu ting­ini. Tá kann tað verða, at barnið letur vera við at siga frá, vísir Djóni Eidesgaard á. Tað hevur eisini týdning at for­ eldur tosa við børnini um floks­felag­ arnar hjá barninum og reagera, um tey hoyra, at onkur annar hevur tað ringt. Ein møguleiki er at siga tað beinleiðis við foreldrini hjá barninum, tí tey vita tað møguliga ikki sjálvi. Sambært Djóna Eidesgaard eru tað eisini ávís tekin, ið kunnu benda á at okkurt er áfatt í skúlanum. – Tað kann eitt nú verða, um børn eru kedd, tá tey koma heim úr skúlanum, ella um tey broyta mynstur við vinum. Tað kann eis­ ini vera at tey stongja seg inni, at tey reagera aggressivt, ella at tað kann vísa seg við at tey hava pínu onkra­staðni, og tí ikki siga seg vilja í skúla. Har eru fleiri tekin, ið kunnu benda á, at okkurt er galið, sigur Djóni Eidesgaard. Tey vaksnu eiga ábyrgdina Tað kann vera torført at taka prátið við barnið um happing. Eitt av bestu ráðunum hjá ráðgevunum í Barna­ bata, er at taka prátið, sjálvt um eingin trupulleiki er. Á henda hátt ber best til at lata upp fyri einum positivum dialogi og gera, at barnið kennir seg trygt við at tosa við foreldrini um eitt nú happing. Soleiðis ber til at vera eitt stig frammanfyri happingina. Men tað eru eisini ávís ting, foreldur ikki eiga at gera, tá tað snýr seg um at tosa um happing. – Tað hevur stóran týdning, at tað ikki virkar uppsett fyri barnið. Tað er altíð best at gera tað á ein natúrligan hátt fyri at koma í ein positivan dialog. Tað hevur eisini stóran týdning, sjálvt um foreldur eiga at taka partí við sínum barni, ikki at tosa illa um ella tosa niður á hinar persónarnar ella hini foreldrini, vísir Djóni Eidesgaard á. Ofta eru tað skúlamyndugleikar, foreldur venda sær til, tá happing oftast gongur fyri seg í skúlunum. Ein annar møguleiki er eisini at venda sær beinleiðis til hini foreldrini í flokkinum. – Tá hevur tað eisini týdning at vera forklárandi og ikki virka ákær­ andi móti hinum foreldrunum. Tey hava ofta somu áhugamál sum tú sum foreldur, nemliga at steðga happ­ ing og at betra trivnaðin, staðfestir Djóni Eidesgaard. Eitt stendur tó rimmarfast, stað­ festir aðalskrivarin í Barnabata, og tað er at tey vaksnu eiga alla ábyrgd­ ina, tá happing kemur fyri. – Tað er torført at basa happing. Men tað eru tey vaksnu, tað vil siga foreldur, lærarar, skúlaleiðslur, náms­ frøðingar og onnur, ið hava ábyrgdina av at gera nakað við happingina. Tað er ongantíð barnið sjálvt, ið skal taka ábyrgd­ina av tí. Tey vaksnu skulu taka trupulleikan í álvara og gera nak­að við trupulleikan, um enn tað er tor­ført, staðfestir Djóni Eidesgaard. rogvi@sosialurin.fo Tá børn verða happað, eru fleiri tekin, foreldur kunnu halda eyguni við. Eitt nú kunnu tey broyta mynstur við vinum ella tykjast kedd, kanska enntá aggressiv. – Men tað er ongantíð barnið sjálvt, ið skal taka ábyrgdina av happingini. Tey vaksnu skulu taka trupul­leikan í álvara og gera nakað við trupulleikan, um enn tað er torført, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata Mynd: Privat Mynd: modellmynd »Happing er, tá ein regluliga í eitt longri tíðar­ skeið verður illa viðfarin ella hildin uttanfyri ein felagsskap, har viðkomandi noyðist at vera« Barnabati.fo »Tað hevur eisini stóran týdning, sjálvt um for­eldur eiga at taka partí við sínum barni, ikki at tosa illa um ella tosa niður á hinar per­són­ar­nar« Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata