hósdagur 1. oktober 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. oktober 2015
sosialurin 113
10
tema
Rógvi Nybo
H
apping er ein afturvend
andi trupulleiki, ið við
jøvnum millumbili birtir
kjak. Sum oftast eru tað
einstøk og ítøkilig dømi um serliga
grova happing, ið elva til at kjakið um
happing aftur tekur seg upp. Ofta eru
tað eisini teir somu spurningarnir, ið
stinga seg upp aftur. Spurningar um
ábyrgd, um hvør ger og hvør eigur
at gera hvat, umframt um skúlar og
myndugleikar annars taka happing
í álvara.
Ein av felagsskapunum, ið millum
annað veitir hjálp og ráðgeving í
samband við happing, er Barnabati.
Tú & Eg Ráðgevingin hjá Barnabata
fær á hvørjum ári millum 400 og 600
kall frá í høvuðsheitum ungum og
børnum, men eisini avvarðandi, ið
leita sær hjálp og ráðgeving til ymsar
truplar spurningar ella trupulleikar.
Happing er ein av teimum spurning
unum. Hjá ráðgevingini merkist tað
eisini, at summar tíðir eru tað fleiri,
ið leita sær hjálp, enn aðrar. Eitt nú
um høgtíðirnar, tá familjurnar eru
meira saman enn aðrar tíðir. Men eis
ini tá skúlarnir byrja aftur, tá serlig
átøk verða gjørd, ella tá kjakið um
happing birtist aftur av enn einari
grovari sak, venda fleiri sær til Tú &
Eg ráðgevingina um happing.
Happing ofta fjald undir
øðrum spurningum
Higartil í ár hava 374 vent sær til Tú
& Eg Ráðgevingina. Ein partur av
hesum fyrispurningunum snúgva
seg um happing. Sambært aðalskriv
aranum í Barnabata, Djóna Eides
gaard, venda tey flestu sær til Tú &
Eg Ráðgevingina, tí tey kenna seg
sosialt útihýst, og ikki vita hvat tey
skulu ella kunnu gera, fyri at sleppa
burturúr keðiligu støðuni.
– Men ofta eru tað eisini aðrir
spurningar, sum onkursvegna fjala
útyvir happingina. Tað kann vera, at
tey kenna seg deprimeraði og kedd.
Tað kann verða, at tey missa sam
bandið við foreldur ella við vinirnar.
Tað kann eisini vera, at tey enda úti
í sjálvskaðandi atburði, og at tað so
veruliga botnar í happing, greiðir
Djóni Eidesgaard frá.
»13 prosent av
næmingum í
fólkaskúlanum
eru útsettir
fyri happing.
Tað mesta av
happingini fer
fram í fríkorter
inum, men eisini
í flokshølinum
og aðrastaðni í
skúlanum«
Kanningin »Happing í
Fólkaskúlanum« frá 2015
Tey vaksnu
mugu vera
nóg vaksin
Tá happing kemur fyri, hava tey vaksnu alla
ábyrgdina. Tey vaksnu skulu vera nóg vaksin
til at taka trupulleikarnar í álvara og gera tað
rætta, um enn tað kann verða trupult. – Børn
hava ofta ilt við at seta orð á trupulleikarnar.
Tá tey so royna, er týdningarmikið at taka prátið
beinanvegin, og ikki biðja barnið bíða, sigur
Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata
Happing
Barnabati
Happing
á breddan
Við jøvnum millumbili stingur
evnið happing innan og
uttanfyri skúlagátt seg upp í
almenna rúminum, og soleiðis
varð eisini fyri góðari viku
síðani, tá ið 14 ára gamla Shaila
av Sandi var fyri ógvusligari
hending við deyðshóttanum og
herverki. Í temasíðunum kanst
tú lesa um Shailu og hennara
gerandisdag í skúlanum. Hon
greiður sjálv frá sínari hending,
og tað, sum hon mest av øllum
ynskir – at liva í frið og gerast
ein partur av flokkinum.
Vit hava eisini fingið orðið á
Niels Una Dam, sum minn
ist aftur á hendingarnar í
Venjingarskúlanum í Havn,
har hann millum annað kendi
seg noyddan at læra seg at
berjast og at hava eina jarn
ketu við í skúla sum verju. Vit
vísa í temasíðunum eisini á
hvussu happing kann síggja
út, hvussu tú kann tosa við
barnið um happing og hvussu
skúlin tekur sær av happing,
og Lærarafelagið og Barnabati
siga sína hugsan um evnið.
Happing er eitt sera trupult
evni at viðgera í samfelagnum,
tí eyðsæð eru óteljandi orsøkir
til, at summi happa og at
summi flokkar hava størri
trupulleikar við happing enn
aðrir. Kanska eru tað skúlarnir,
sum ikki duga at basa happing.
Kanska eru tað foreldrini at
happarunum, sum ikki eru nóg
vakin. Kanska hava børnini
trupulleikar av ymiskum slag
at dragast við, sum koma til
sjóndar umvegis happing.
Kanska eru tað heilt onnur
viðurskifti, sum gera seg gald
andi. Óansæð hvør orsøkin er,
so er eingin ivi um, at fyri tann
happaða er gerandisdagurin
undir slíkum korum ótolandi.
Eingin løtt loysn er á
trupulleikanum, men ivaleyst
er fyrsta stigið, at samfelagið
javnan og ótroyttiliga varpar
ljós á, at happing ikki er í lagi.
Við vón um, at vit sum sam
felag gerast betri til at forða
fyri, at nakað barn skal liva við
happing í føroyska fólkaskúl
anum.
Vikuskiftis Sosialurin varpar hesaferð
ljós á happing í fólkaskúlanum
Barbara Holm
Redaktør á Vikuskiftis Sosialinum