hósdagur 1. oktober 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. oktober 2015
sosialurin 113
14
tema Happing
Tá bar av hjá ungu kvinnuni, sum
annars hevur verið jalig og roynt at
fingið tað besta burturúr. Men deyðs
hóttanin gjørdist ov nógv.
– Eg fór til mammu og babba og
vísti teimum tað. Eg minnist ikki
ordiliga hvat tey søgdu. Eg minnist
ikki so nógv frá tí degnum, tí eg var so
kedd og græt alla tíðina, sigur Shaila.
Hon minnist tó, at hon spurdi for
eldrini »halda tit onkur fer at drepa
meg?«.
Fyri mong tykist ein líknandi
mynd og ein deyðshóttan her í
Føroyum, sum vánaligt skemt, men
fyri Shailu og familjuna var als einki
stuttligt við hesum.
– Hatta er tað ringasta sum er hent
fyri meg í skúlanum. Eg verið ofta
happað, men handan myndin var
nokso vemmilig, sigur Shaila.
Dagurin fór í vaskið
Shaila, mamman Nanna og familjan
annars skuldi hittast í Havn hendan
dagin, og ætlanin var, at tey skuldu út
at hugna sær. Men tá dóttirin trein í
land á Gomlurætt broyttist huglagið
hendan annars so hugnaliga dag.
– Eg má siga sum er, at eg varð
rættiliga illa við. Eg haldi eg var ill,
óð, kedd og alt møguligt annað tann
dagin, sigur Nanna.
Fyri familjuna av Sandoynni var
hetta ein keðiligur dagur. Shaila græt
meginpartin av degnum, Nanna
royndi at tosa við vinfólk og skúlan
fyri at fáa okkurt forstáilsi fyri hví
slíkt hendir, men einki hjálpti.
Tað eru nú góðir 14 dagar síðani
hendingina, men enn er Shaila ikki
farin aftur í skúla.
– Vit vita ikki hvat næsta stigið er
enn, greiður Nanna frá.
Fyri Shailu er tað at flyta skúla
ikki ein møguleiki.
– Eg vil bara hetta skal steðga og
at eg kann blíva ein partur av flokk
inum, sigur hon.
Løgreglan
er komin í leikin
Sum vera man hava fingrar verið
peikaðir í almenna rúminum, síðan
hendingin hjá Shailu kom fram í
miðlunum. Hvar er skúlin í øllum
hesum, og hvussu kann slíkt henda
ferð eftir ferð?
Men summir partar av skúlanum
hava roynt at hjálpt Shailu. Serliga
flokslærarin og heilsuhjálparin á
skúlanum hava verið um hana.
– Tey hava roynt at tosa við meg
og tosa við flokkin, og roynt at fáa tað
at steðga, greiður Shaila frá.
Nú er løgreglan komin í leikin, og
støðan verður tikin í størsta álvara á
Meginskúlanum á Sandi.
Tá unga kvinnan greiður frá
hvussu gerandisdagurin hjá henni
er, ljóðar tað ikki sørt ótespiligt.
– Tað er ikki stuttligt at ganga í
skúla. Øll happað so illa og eingin er
góður við hvønn annan. Uttan tey,
sum eru í familju, sigur Shaila.
Flokkurin er harður við hana, og
Shaila kennir tað sum, at tað mest
av øllum er hon, sum er fyri happing.
– Onkuntíð síggi eg, at onkur hev
ur skrivað eitt bræv, og so fer tað víð
ari til allan flokkin. Og so síggi eg tað
er um meg. Har stendur oftast eg eri
feit, grísur, ljót, býtt og sovorðið, sigur
Shaila.
Fyllur 15 ár sunnudagin
Shaila gongur í 8. flokki og dagarnir
sum barn eru við at vera taldir. Nú
nærkast hon 15 ára aldrinum – næsti
føðingardagurin er sunnudagin 4.
oktober.
Men júst hvussu dagurin skal
hátíðarhaldast vita tey enn ikki.
– Vit fara ivaleyst at halda okkurt,
men hvør skal vera har vita vit ikki,
sigur Nanna.
Hini árini hava genturnar í flokk
inum vitja Shailu á føðingardegnum,
men nú er støðan nakað øðrvísi enn
hon hevur verið.
Ein spurningur, sum mong sita
við, tá tey hoyra um líknandi hend
ingar er – hvar eru foreldrini hjá
happarunum? Nanna hevur tosað
við fleiri foreldur, men tað tykist
ikki hjálpa.
– Tað tykist sum, at gerandisdag
urin hjá Shailu verður verri hvørja
ferð vit hava roynt at sagt frá, sigur
Nanna.
Tá hendingin kom fram varð sagt
av Meginskúlanum, at tað ikki var
greitt hvør hevði framt herverkið og
skrivað deyðshóttanina til Shailu. Og
soleiðis er tað, sambært Nannu.
– Vit vita ikki hvør tað er. Sjálvandi
hava vit okkara mistankar, men vit
vilja ikki peika fingrar, tí vandi er
fyri, at onkur ósekur verður ákærdur,
sigur Nanna.
Shaila veit heldur ikki hvør tað er
ella hví tað hendi júst hendan dagin.
– Eg veit ikki, ofta haldi eg tað eru
fleiri í flokkinum, sum gera tað, sigur
hon.
Í aðrari grein her í temasíðunum
síggja vit søguna um ungdómsárini
hjá Niels Una Dam. Hann vísur á, at
tað eftir hansara tykki var rætt av
honum, at skifta skúla. Men tað vilja
Nanna, maður hennara og Shaila ikki.
– Vit hava spurt Shailu hvat hon
vil hava hetta skal enda við. Hon vil
ikki skifta skúla, hon vil bara passa
inn. Og tað er okkurt galið við einum
samfelagið, tá ið tað ikki er rúm fyri
okkum øllum. Eg kann ikki góðtaka,
at Shaila skal skræðast upp við rót,
tá onkur annar er trupulleikin, sigur
Nanna at enda.
Løgreglan og skúlaleiðslan taka
hetta málið í størsta álvara, og í skriv
andi stund er SSP samstarvið á mál
inum. Nær Shaila fer aftur í skúla er
enn ikki greitt.
– Vit vita ikki hvør tað er. Sjálvandi hava vit okkara
mistankar, men vit vilja ikki peika fingrar, tí vandi er
fyri, at onkur ósekur verður ákærdur, sigur Nanna
»Eg vil bara hetta skal steðga og at eg kann
blíva ein partur av flokkinum«
Myndir: Privat