Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 113 15 Í sambandi við at Bogi Bech Jensen tók við starvinum, sum rektari á Skúladeplinum við Marknagil tann 1. august 2015, verður almenn móttøka á Skúlaheiminum fríggjadagin 9. oktober kl. 15.00-17.00 Øll eru hjartaliga vælkomin Móttøka Tveir laborantar til føst størv á Mikrobiologisku kanningarstovuni Vit sóknast eftir tveimum starvsfólkum, til spennandi størv á mikrobiologisku kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Arbeiðið er skipað við skifti millum arbeiðsuppgávur, soleiðis at tú kemur at arbeiða við ymiskum avbjóðingum á kanningarstovuni. Starvsinnihald • Mikrobiologiskar kanningar av: · matvørum · drekkivatni · fóðri · umhvørvi • Innkoyring av kanningarháttum • Menning og viðlíkahald av góðskuskipan • Arbeiði við telduskipanum sum LIMS • Móttøka av sýnum og samskifti við kundar • Framleiðsla av medium til kanningar Krøv til útbúgving og førleika Tú skalt hava lokið prógv sum laborantur, ella hava aðra viðkomandi útbúgving. Neyðugt er at duga føroyskt og/ella annað norðurlendskt mál. Harafturat er tað fyrimunur, um tú hevur royndir við: • arbeiði á kanningarstovu • góðskustýring – serliga eftir ISO 17025 • telduskipanum til kanningarstovur (LIMS) og elektroniskum journalskipanum Vit vænta eisini at tú: • dugir at arbeiða miðvíst, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum • ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta og samstarva Tíð og setanarviðurskifti Størvini eru føst sett fulltíðarstørv, við setan frá 1. desember 2015. Størvini verða skipaði á Mikrobiologisku kanningarstovuni, men tú kemur at samstarva við hinar kanningarstovurnar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Lønt verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Sí sáttmála og lønartalvu á www.lnd.fo. Umsókn Umsókn við avriti av prógvi, eftirútbúgving, starvsroyndum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 16. oktober 2015. Umsókn skal sendast til hfs@hfs.fo, ella til vanliga postadressu: V.U. Hammershaimbsgøta 11, FO 100 Tórshavn. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara, tlf. 556490 ella jpf@hfs.fo. Um Mikrobiologisku kanningarstovuna Mikrobiologiska kaningarstovan er partur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni og veitir mikrobiologiskar kanningar til vinnulív og eftirlit. Kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK (Dansk akkreditering). Á Mikrobiologisku kanningarstovuni arbeiða 10 starvsfólk. STArVSLýSINg