Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. oktober 2015 sosialurin 113 16 tema Happing Barbara Holm N iels Uni Dam er helst mill­um teirra, sum hev­ ur upplivað óvanliga ógvu­sliga happing og harð­skap í skúlanum. Happing var ikki eitt nógv umrøtt evnið tá í 1980- 1990, tá ið Niels Uni gekk í fólkaskúla, og hjálp var so at siga ikki at heinta. Eingin visti hvussu farast skuldi fram og á hvønn hátt hetta skuldi fyri­ byrgj­ast og steðgast. Tað byrjaði í Gulaskúla, tá Niels Uni fór í 1. flokki um summarið í 1980. Og eftir trý ár í Gulaskúla fluttu tey nøkur ár oman í Brúnaskúla, áðr­enn flokk­urin flutti niðan í Venjingar­ skúlan. Tað eru serliga minnini frá tí óvan­liga harða umhvørvinum á gongu­num á Venjingarskúlanum, sum eru ring. Happingin, sum gjørd­ ist verri og verri. Í heystfrítíðini í 8. flokki skifti Niels Uni skúla. Happingin og ágang­urin í Venjingarskúlanum var vorð­in so mikið nógvur, at foreldur hans­ara saman við flokslæraranum hjá paralell­flokkinum gjørdu av, at okkurt mátti henda. Niels Uni flutti oman í býin at ganga í Kommunuskúlanum. – Endiliga fekk eg kensluna av samanhaldi og felagsskapi í einum flokki. Skúlin var ikki longur ein plága, eins og hann hevði verið í Venj­ ingar­skúlanum, greiður hann frá. Tíðin í Venjingarskúlanum Flokkurin hjá Niels Una í Venj­ ingar­skúlanum var ein trupul flokkur, ella ein problemklassi, sum tað varð rópt tá. Í sjeynda flokki fekk flokslærarin nóg mikið. Hesin eldri maður hevði mist tamarhald á flokkinum og orkaði ikki stríðið longur. Hann vildi sleppa av við tey. Upprunaliga hevði hann tikið flokkin frá einum øðrum lærara, ið heldur ikki orkaði longur, nøkur ár frammanundan. Eingin av teimum lærarum, ið kendu flokkin, vildi taka hendan flokkin, tí tey vóru ov strævin. – Ein nýklaktur lærari av lærara­ skúlanum byrjaði hetta árið í Venj­ ingar­skúlanum, og skúlaleiðslan gav henni henda truplasta flokkin í skúlanum. Hon var fitt, pen og ljós­ hærd og ikki so øgiliga nógv eldri enn vit. Neyðardýrið ánaði ikki, hvat hon hevði í væntu, greiður Niels Uni frá. Hetta sama árið byrjaðu nakrir nýggir næmingar í flokkinum. Her var talan um næmingar, ið høvdu gjørt ov illa fortreð og ikki hóskaðu inn í øðrum skúlum og tí vórðu flutt­ ir. Skúla­leiðslan vildi ikki órógva paralell­flokkin, ið fungeraði væl. So hesi óhepnu elementini vórðu koyrd í flokk­in hjá Niels Una. Hann var jú so trupul frammanundan. Úrslitið varð sum væntað. Eg finni meg snøgt sagt ikki í nøkrum formi fyri happing. Eg veit hvussu tað kennist« Tók jarn­ ketu við sum verju – Eg veit, at míni skúlaár í stóran mun vóru ein røð av ringum upplivingum, happing, avbuking og persónligum niðurløgum. Men at skula minnast hesar aftur og at festa tær á blað – tað fór neyvan at verða lætt, so mikið visti eg frammanundan. Orðini eigur Niels Uni Dam, sum hevur sett orð á sínar upplivingar við happing í Skúlablaðnum Niels Uni Dam ...framhald á næstu síðu Tilvildarlig mynd