hósdagur 1. oktober 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. oktober 2015
sosialurin 113
18
tema Happing
– Happingin gjørdist alsamt
ógvisligari og fyri okkum, ið vóru tey
vanligu ofrini, gjørdist lívið eitt satt
helviti, sigur Niels Uni.
Niels Uni átti tørn
Teir vóru tríggir næmingar, sum van
liga stóðu fyri skotum, tá happað
varð. Niels Uni minnist tað, sum var
tað býtt sundur í tíðarskeið, og í byrj
anin av 8. flokki var tað hansara tørn.
– Eg varð læstur inni í skápum í
fríkorterum, og tá eg ikki var tað, varð
eg happaður ella bukaður. Minnist
serliga væl eitt fríkorter. Tað var inni
í okkara skúlastovu á niðastu gongd
í Venjingarskúlanum. Teir vanligu
dreingirnir løgdu á meg. Teir hildu
mær niðri, kroystu andlitið niður í
gólvið soleiðis, at eg ikki fekk vent
mær. Eg hoyrdi onkran tendra ein
tendrara, eg føldi hitan og luktaði
sviðin hár. Eg var ræðslusligin, hugs
aði »Teir seta eld á hárið á mær!« Eg
fór at gráta.. Teir sleptu mær og flentu
at mær. Tann, sum hevði tendraran,
hevði sviðið hár á sínum egna armi.
Hann hevði ikki sett eld á meg, men
stóð har og flenti, greiður hann frá.
Tað var tá Niels Uni skilti, at hann
var noyddur at verja seg á onkran
hátt.
– Eg fekk onga hjálp frá lærar
unum, systkini hjá mær vóru so mikið
stór, at tey ikki gingu í skúlanum
longur, og mínir bestu vinir gingu í
øðrum skúlum. Eg var farin at ganga
til Jiu-Jitsu, men eg dugdi ikki nóg
væl til at verja meg ímóti flokkum av
álopsmonnum, sigur Niels Uni.
Hann var greiður yvir, at skuldi
hann fáa frið, mátti hann hava eitt
vápn.
– Eg visti av royndum hjá einum,
sum var illa happaður í einum eldri
flokki, at tað ikki loysti seg at taka
knív við. Eg hevði heldur ikki hug
til veruliga at skaða nakran. Ella tað
hevði eg nokk, men eg visti, at tað ikki
var gongd leið, sigur Niels Uni.
Hann vildi bara hava eitt vápn, ið
hjálpti við at halda álopsmonnum
burtur. Heima fann hann eina jarn
ketu. Hon var ikki serliga tung, kundi
liggja í jakkalummanum, uttan at
hon sást. Men samstundis var hon
nóg tung til, at man fekk ilt, um man
varð sligin við henni. Ketan var full
komiliga perfekt til endamálið.
– Eg var ikki líka bangin, tá eg fór
í skúla morgunin eftir, greiður hann
frá.
Flokslærarin hjálpti
Í fríkorterinum nærkaðust nakrir av
teimum og ætlaðu at loypa á Niels
Una.
– Eg tók ketuna og sveiggjaði eftir
teimum. Teir hildu seg burtur. Hetta
gekk fínt. Tá fríkorterið var av, klagaði
onkur av teimum til flokslæraran um,
at eg hevði eina ketu. Henda unga og
fitta kona gjørdi, sum ivaleyst flest
allir rættsiktaðir lærarar høvdu gjørt.
Hon tók ketuna frá mær. Men alt, ið
eg sá, var, at tá eg hevði trupulleikar,
fekk eg onga hjálp, men um eg vardi
meg, so hjálpti hon teimum, sum
vildu sleppa at buka meg, greiður
hann frá.
Niels Uni kendi seg verjuleysan.
Hann visti, at næsta fríkorter fór
hann veruliga at fáa tað afturlønt.
– Eg var desperatur! Eg mátti hava
ketuna aftur! Eg mátti fáa verju!
Flokslærarin spældi klarinett, og
taskan við klarinettini stóð á pult
inum. Eg tók taskuna og rann yvir
til vindeygað, har eg helt taskuna út
ígjøgnum tað. »Tú fært taskuna, viss
eg fái ketuna«, segði eg.
Hvat síðan hendi minnist Niels
Uni ikki. Hann veit tó, at hann ikki
fekk ketuna aftur. – Hetta er mítt
síðsta minni av Venjingarskúlanum,
sigur Niels Uni í endurminningunum
í Skúlablaðnum.
Finnur seg ikki í tí í dag
Ógvusliga happingin fekk tíbetur ein
enda, og familja og vinir hjá Niels Una
vóru røsk at vera um hann, og geva
honum eina kenslu av stuðli og for
stáilsi fyri tí, sum farið var fram.
Niels Uni er í dag 42 ára gamal og
pápi at fýra dreingjum. Ein sonur
hansara hevur upplivað happing í
skúlanum. Munurin millum hend
ingarnar hjá Niels Una, og tað, sum
sonur hansara hevur upplivað er, at
nú verður rópt varskó og tað beinan
vegin.
– Eg finni meg snøgt sagt ikki í
nøkrum formi fyri happing. Eg veit
hvussu tað kennist, sigur Niels Uni.
Hansara eftirmeting av hend
ingunum í ungdómsárunum er, at
hann átti at skift skúla áðrenn støðan
gjørdist so ógvuslig. Men hann er eis
ini skiljandi um, at hugsunarhátturin
var øðrvísi tá.
– Men mínar egnu royndir gera, at
eg handli beinan vegin slíkt kemur
undan kavi. Og tí hevur sonurin hjá
mær skift skúla, sigur Niels Uni.
Hann dugir ikki at meta um, hvørt
hendingarnar í ungdómsárunum
framvegis merkja hann í dag. – Tað
er vónleyst at siga hvussu eg hevði
verið, um eg ikki varð happaður, sigur
Niels Uni.
Tó kennir hann enn minnini sterk,
tá ið hann hittir teir, sum happaðu
hann.
– Eg klári enn ikki ordiliga at
hyggja í eyguni á teimum, sigur Niels
Uni.
Onga loysn uppá happing
Hóast Niels Uni hevur royndir bæði
sum tann happaði og sum foreldur
at einum happaðum, so hevur hann
einki boð uppá, hvussu forðast skal
fyri happing í skúlanum.
– Eg haldi nógv viðurskifti kunnu
gerast betri, og fyrst av øllum er
neyðugt, at avvarðandi og myndug
leikar taka støðuna í álvara. Men júst
hvussu happing skal steðgast, veit eg
ikki, sigur Niels Uni.
Hansara meting er, at lærarar og
skúlaleiðslur ikki altíð eru nóg væl
vitandi um avleiðingarnar av happ
ing, og tí eru tey ikki nóg støðuføst í
gerandisdegnum.
– Mín uppliving er, at mong innan
skúlaverkið ikki eru útgjørd til at taka
dystin upp við ein truplan flokk, sum
er merktur av happing. Og tað er ikki
nóg gott, sigur hann.
Happing er eitt torskilt økið, og
júst hvussu farast skal fram fyri at
forða fyri, at ungdómar happa hvønn
annan, er vónleyst at siga. Eitt er
tó greitt – vit mugu viðurkenna
trupulleikan og álvaran í tí, áðrenn
vit kunnu steðga happing í fólka
skúlanum.
barbara@sosialurin.fo
»Eg fekk onga hjálp frá lærarunum, systkini hjá mær
vóru so mikið stór, at tey ikki gingu í skúlanum longur,
og mínir bestu vinir gingu í øðrum skúlum. Eg var farin
at ganga til Jiu-Jitsu, men eg dugdi ikki nóg væl til at
verja meg ímóti flokkum av álopsmonnum«
Niels Uni Dam
savnsMynd: Álvur Haraldsen
– Mínar egnu royndir gera, at eg handli beinan vegin
tá slíkt kemur undan kavi. Og tí hevur sonurin
hjá mær skift skúla, sigur Niels Uni Dam