Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. oktober 2015 sosialurin 113 19 modellmynd Tað er beinleiðis samanhangur millum trivnað og læring í skúlanum. Tí harmar tað eisini formannin í Føroya Lærararfelag, at ikki meira orka verður sett av til at betra trivnaðin, eitt nú til floksins tíma Mugu velja millum trivnað og faklig krøv Lærarafelagið Happing gongur oftast fyri seg í skúlunum, og tá eru lærarar fyrst fyri at basa trupulleikanum. Men lærarar eru undir støðugum trýsti at liva upp til bæði størri faklig krøv og betri trivnað. Men orka og amboð eru ikki til at røkka báðum, og tað setur lærarar í eina ringa tvístøðu Rógvi Nybo O kkurt um 2.000 tímar nýt­ir eitt barn í skúl­ anum um árið. Tað er her, meginparturin av ger­andis­degnum er, og ein stórur partur av sosiala lívinum hjá einum barni gongur fyri seg. Men tað er sam­stundis eisini oftast í skúlunum, at skugga­síðan av sosialari samveru, happ­ingin, fer fram. Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, er greiður á málinum, tá spurt verður um, hvussu teirra limir eru ílatnir til at basa trupulleikunum við happ­ing. – Vit hava ferð eftir ferð víst á fyri Mentamálaráðnum, at tað tekur tíð og at vit mangla amboð til at basa happing í skúlanum. Til dømis at tíð og pengar verða settir av til floksins tíma, sum júst skal styrkja trivnaðin í skúlunum. Eingir pengar verða settir av til hesar tímar í dag, og teir skúlar, ið hava floksins tíma, mugu so taka burturav øðrum tímum, vísir Herálvur Jacobsen á. Renna ikki undan ábyrgd Tað er í kjalarvørrinum á enn einum dømi um grova happing, at kjak um happing aftur er livna upp. For­mað­ urin í Føroya Lærararfelag harmast, at tey ikki fáa vart limir sínar betur. – Tað er, tá keðiligar hendingar sum henda í Sandoynni, at kjakið kemur upp aftur. Eg má siga, at eg harmist at reaktiónirnar móti skúla­ leiðsluni og lærarunum, serliga ymsa­ staðni á sosialu miðlunum, ofta fara út um mark. Eg vildi ynskt, at vit fingu vart limir okkara betri, greiðir Herálvur Jacobsen frá. Tað, hann serliga meinar við, er at øll ábyrgdin verður plaserað á ein­ kultu skúlaleiðsluni og á einkulta lær­ar­anum. – Skúlin er sum ein einsamøll oyggj, tá kjakið tekur seg upp. Man gloymir fullkomiliga allar aðrar partar, og skúlin fær einsamallur toyggið. Tað følist so órættvíst, at skúlin verður einsamallur lastaður fyri tað, tá slíkt hendur, sigur Herálvur Jacobsen. Hann leggur tó stóran dent á, at Fólkaskúlin ikki roynir at renna undan ábyrgd. Børn eru sera nógv í skúl­unum, og lærarar eru fyrst fyri, tá happing gongur fyri seg. Tí eiga og føla lærarar eisini, at teir hava stóra ábyrgd, tá tað kemur til at fyribyrgja og basa happing. Ógjørlig tvístøða Í mai mánaði varð ein nýggj kanning um happing í Fólkaskúlanum kunn­ gjørd. Eitt nú vísir kanningin, at 49 prosent av lærarunum siga seg bert vera nøkulunda væl fyri fakliga og út­ búgvingarliga at handfara happing. Einans 10 prosent siga seg vera væl fyri, og tað bendir á, at fleiri lærarar ikki meta seg hava nøktandi førleikar at basa happing. Formaðurin í Føroya Lærararfelag eftirlýsir eisini meiri kunning frá Mentamálaráðnum, eitt nú um at man er farin at nýti eitt nýtt ástøði og nýggjar hættir at basa happing. Men í síðsta enda snýr tað seg eisini um játtan, ella mangul upp á sama. Tað er nevniliga ein greiður samanhangur millum, hvussu eitt barn trívist í skúlanum, og hvussu tað gongst við læringini. – Tað snýr seg um ressursir. Á ein­ ari síðu hava vit ringar PISA-kann­ ingar og annað, ið ger, at alsamt fleiri faklig krøv verða sett skúlunum. Og á hinari síðuni seta, og prioritera, for­ eldur eisini krøv um trivnað í skúla­ num. Men pengar fylgja ikki við, og tað setur skúlan og einkulta læraran í eina ógjørliga tvístøðu, har hann skal royna at finna eitt rímiligt býti millum at seta tíð av til fakligheit og samstundis geva tíð til trivnað. Og her høvdu oyramerktir pengar til eitt nú floksins tíma hjálpt upp á ta tví­støðuna, greiðir Herálvur Jacobsen frá. Í nýggju kanningini um happing siga 30,2 prosent av lærarunum, at skúlin saknar orku at basa happing. 4,8 prosent sakna mannagongdir í skúl­anum at basa happing, meðan 15.4 prosent sakna bæði orku og manna­gongdir. rogvi@sosialurin.fo Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag