Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 113 20 POLITIKKUR Andstøðan góðtekur ikki, at samgongan skiftir ein lim í fíggjarnevndini út, tí nevndarlimurin sigur nevndarsessin frá sær ÁRNI GREGERSEN N ýggja Løgtingið hevur verið saman nakrar fáar ferðir, men longu nú stendur púra greitt, at at andstøðan vil royna samgonguna og vita um hon stendur saman, tá ið á stendur. Málið er ikki tað størsta, men tað er nóg stórt til, at tað gevur andstøðuni høvi at royna styrkina hjá samgonguni. Stutt sagt snýr tað seg um, at Annika Olsen, sum í heilt stutta tíð var partur av Framsókn og harvið eisini samgonguni. Meðani hon var tað, valdi tingið allar tingnevndirnar. Harímillum eisini fíggjarnevndina, sum sam­gong­ an eigur meirlutan og for­mannin í. Annika Olsen var vald í nevndina og eftir sætlan skuldi hon eisini røkja formanssessin. Men tríggjar dagar eftir nevndar­ valið, boðaði Annika Olsen frá, at hon ikki longur er partur av Framsókn. Hon segði eisini, at hon tók seg úr fíggjarnevndini og bað annars um farloyvi í ein mánaða úr tinginum. Umframt at hetta sjálvandi skapti politiskt rumbul og eitt sindur av óvissu, tí frammanundan hevði Sonja Jógvansdóttir boðað frá, at hon tók seg úr Javnaðarflokkinum, sum saman við Tjóðveldi og Framsókn er sam­gongan. Sonja Jógvansdóttir segði tó samstundis, at hon framvegis stuðlar samgonguni. Nýggjur nevndarlimur Tá ið Annika Olsen boðar frá, at hon tekur seg úr fíggjarnevndini er eina løtu ivi um, hvat so skal gerast. Tingformaðurin, Páll á Reyna­ túgvu, biður um eitt upprit frá um­ sitinginum um, hvat hann skal gera. Umsitingin sigur, at sum støðan er, so eigur samgongan limin í fíggjarnevndini. Tingformaðurin boðar so samgonguni frá, at sam­gong­ an bert skal tilnevna eitt nýggjan lim. Tað ger samgongan. Framsókn hevði telvað seg fram til at eiga for­ mannin í fíggjarnevndini, so tað verður Ruth Vang, sum verður til­ nevnd til sessin í fíggjarnevndini og harvið eisini í formansessin. Hetta ehvur samgognan boðað frá, men á tingfundi fyrr í vikuni, boðaði andstøðan frá, at hon ikki góðtekur hendan framferðarhátt og heldur ikki tulkingina, sum Løgtingsins umsiting hevur latið tingformanninum. Formansskapurin hevði eisini fund um málið. Eisini har søgdu um­boðini fyri andstøðuna seg vera ósamd við tulkingina og siga, at talan er umbrot á siðvenju. Løgtingsfundurin mikudagin var tí niðurlagdur. Andstøðan savnaðast at tosa um málið og tað endaði viåð, at tingformaðurin fekk eitt skriv frá andstøðuni um, at nevndirnar nú eiga at veljast av nýggjum… Tingformaðurin setti beinanvegin málið á skrá til tingfundin mikudagin. Tá skal Løgtingið taka støðu til um allar nevndirnar skulu veljast av nýggjum ella bert ein limur skal veljast í fíggjarnevndina. Maktkampur mikudagin Hetta málið hevur fingið so nógva umrøðu nú og fleiri tingfólk hava sagt sína meining, um hvussu farast skal fram, at atkvøðugreiðslan mikudagin í veruleikanum er ein hólmgonga millum samgongu og andstøðu. Fyri andstøðuna er hetta fyrst og fremst ein roynd at vita, hvussu sterk samgongan er, eftir rumbli sum hevur verið fyrstu vikurnar. Megnar smgongan at standa saman og velja tað sama, sjálvt um andstøðan leggur trýst á? Hesin spurningurin verður svaraður mikudagin, tá ið tingið fer at atkvøða um, hvørt allar nevndrinar skulu veljast av nýggjum. Praktiskt fær hetta ongan týdn­ ing um samanhald framvegis er í sam­gonguni. Nevndirnar verða valdar eftir lutfalli millum valbólkarnar. Tað vil siga, at verður valt av nýggjum, so fær samgongan somu nevndarlimir, sum hon fekk, tá ið valt var fyrstu ferð og so fær samgognan valt Ruth Vang í fíggjarnevndina fyri Anniku Olsen. Andstøðan fær onki gjørt uttan so, at tað eydnast at seta kílar inn í val­bólkin hjá samgonguni. Valbólkurin hjá samgonguni er umframt teir tríggjar sam­ gonguflokkarnar eisini Nýtt Sjálv­ stýri. Harafturat telir Sonja Jógv­ans­ dóttir við. Tilsamans eru tey 19. Annika Olsen er ikki í tinginum komandi mánaðan, so valbólkurin hjá andstøðuni veksur við einum tinglimi, tí tað er fólkafloksmaðurin Jóan magnus Rasmussen, sum tekur sæti á tingi fyri Anniku Olsen. So heldur valbólkurin hjá sam­ gong­uni saman verður so at siga ong­ in broyting í nevndarvalinum, sam­ tykkir Løgtingið at velja nevndirnar av nýggjum. Aftur av somu skuffu ÁRNI GREGERSEN Andstøðan hevur heitt á Løgtingið um at allar nevndirnar í tinginum verða valdar av nýggjum. Hetta verður grundað við, at Annika Olsen, táverandi limur í Fram­sókn, legði sess sín í fíggjar­ nevndini frá sær og søkti umf arloyvi úr tinginum. Tingskipanin sigur, at ein ting­ limur er valdur í nevndirnar fyri alt valskeiðið. Tí helduar andstøðan, at nevndarvalini eiga at gerast umaftur. – Tað er heilt klárt eitt endamál, tá ið tað stendur í tingskipanini, at nevndarlimir eru valdir fyri val­ skeiðið, sigur Jákup Mikkelsen, Fólka­ flokkurin. Hann vísir til,a t er hendan reglan ikki í gildi, so ber til hjá tingfólki av fara úr nevndum, skal nevndin við­ gera mál, sum tey helst ikki vilja taka støðu til. Tí hevur andstøðan koyrt hart á samgonguna fyri at fáa nevndirnar valdar av nýggjum. Men at talan eisini er um eitt makt­spæl, vísir hann ikki aftur: – Núsitandi samgongan legði okkum undir bara at trumfa ting ígjøgnum og ikki alta andstøðuna sleppa framat í nøkrum. Hetta hoyrdu vit fyri gjøgnum alt valskeiðið, men nú vísir tað seg, at nýggja samgongan roynir at geva okkum aftur av somu skuffu, sigur Jákup Mikkelsen. Á tingfundi mikudagin skal Løg­ tingið taka støðu til um allar nevnd­ irnar skulu veljast av nýggjum – ella um tað er nóg mikið, sum samgongan heldur, at nýggjur limur verður til­ nevndur til fíggjarnevndina av tí val­bólki, sum Annika Olsen hoyrdi til, tá ið hon niðurlegði sín sess í fíggjar­ nevn­dini. MAKTSTRÍÐ Í LØGTINGINUM: NEVNDARVAL AV NÝGGJUM Politikkur er eitt stríð um at hava ávirkan og sleppa at bestemma Páll á Reynatúgvu, tingformaður, heldur ikki tað er neyðugt at velja allar nevndirnar av nýggjum Jákup Mikkelsen, Fólkflokkurin, heldur at tað stendur greitt, at nevndirnar skulu veljast av nýggjum, men at talan sjálvandi eisini er um politiskt stríð