hósdagur 1. oktober 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 113
21
Gott út
gangsstøði
at gera
fíggjar
lógina á
Eitt hall áðrenn
nakra politiska
viðgerð uppá 144
milljónir krónur
eigur ikki at gera
tað so torført
at fáa javnvág,
sigur Kaj Leo
Holm Johannesen,
Sambandsflokkurin
Tað verður ikki serliga torført
at gera eina fíggjarlóg, tá ið hon
hevur verið til politiska viðgerð.
Heldur ikki, tá ið ein framskriv
ing gevur eitt hall uppá smár 150
milljónir krónur.
Hetta heldur Kaj Leo Holm
Johannesen, Sambandsflokkurin,
sum heldur, at hetta hallið vísir,
at gongdin í seinastuni í føroyska
samfelagnum hevur verið ómeta
liga góð.
– Vit hava ofta sitið við einum
hallið uppá út móti hálvari miljard
áðrenn fíggjarlógin hevur fingið
politisku viðgerðina, sigur hann.
Uppskotið, sum Kristina Há
foss, landsstýriskvinna við fíggjar
málum, legði fram fyrr í vikuni er
ein framskriving. Har er hædd
tikin fyri ávísum príshækkingum
– til dømis á heiluvági – men ynsk
ini frá landsstovnunum eru ikki
tikin við.
Heldur ikki lønarvøkstur er
tikin við.
Verða lønarhækkingar tiknar
við, so hækkar hallið við millum
30 og 50 milljónum krónum.
– Sjálvt um eg sigi, at útgangs
støðið ikki er so ringt, so eri eg
noyddur at siga tað sama sum eg
segði undir valstríðum: ikki tveita
inntøkur burtur, tí vit fáa brúk fyri
hvørjari eianstu krónu. Eisini fyri
at tyrggja haldføri í búskapinum,
sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Aftanfyri tað hann sigur er, at
hann hevur mælt staðiliga frá at
fastfrysta blokkin. Tað fer at kosta
dýrt uppá langt sikt, heldur hann.
Fíggjarlogin kemur til 1. viðger
á tingfundinum, sum er settur at
vera mikudagin.
Uppskotið til fíggjarlóg er bert ein framskriving, sum verður
løgd fram, tí lógin krevur tað – nústani byrjar viðgerðin
ÁRNI GREGERSEN
T
að skal málast við tí stóra
penslinum og klippast
við tí stóra saksinum, skal
javnvág fáast á fíggjar
lógina fyri 2016.
Framskrivaða uppskotið gevur
eitt hall uppá 144 milljónir, men
tá eru lønarhækkingar ikki taldar
við. Ein meting sigur, at tá ið lønar
hækkingarnar í almenna sektorinum
verða taldar við, so verður hallið
nærri 200 milljónum krónum.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna
við fíggjarmálum, legði framskrivaða
uppskotið fyri fíggjarlóg fyri 2016
alment fram.
Bæði
landsstýriskvinnan
og høgtstandandi politikarar í
samgonguni siga, at endamálið
framvegis er at fáa hallið burtur í
2016, men fyribils tølini vísa, at hetta
kann fara at gerast torført.
Framløgan av framskrivaða
uppskotinum er tó eisini ein partur
av politikkinum. Endamálið er fyrst
og fremst hjá sitandi samgongu at
vísa á, at tá ið fráfarna samgonga
legði frá sær, so var búskaparliga
støðan ikki so góð, sum táverandi
samgongan segði.
Hetta er ikki nøkur ókend
mannagongd. Tá ið nýggja Vinstra-
stjórnin í Danmark tók við, segði
danski fíggjarmálaráðharrin, Claus
Hjort Frederiksen, at hann fór at
gera eitt “kassaeftirlit” – tað vil siga, at
hann fór at kanna, hvussu fíggjarliga
støðan veruliga var.
Tað vísti seg eisini har, at støðan
ikki var so góð, sum fráfarandi
stjórnin vildi vera við.
Vit kenna tað sama frá øðrum
skiftum í Føroyum fyrr.
Ein og hvør nýggj samgonga
sigur, at støðan er ikki so góð, sum
fráfarandi samgongan segði.
“Tí verður okkara arbeiðið upp
aftur torførari enn vit høvdu roknað
við.”
Hart arbeiðið
Men uttan mun til, hvussu nógv
politiskt stríð er í hesum, so vísir
nýggja uppskotið, at uttan lønar
hækkingar, so verður hallið á fíggjar
lógini næsta ár 144 milljónir krónur.
Hetta er talið, um alt heldur fram
eftir galdandi reglum og lógum.
Landsstýriskvinnan við fíggjar
málum segði, at hon heldur tað ber
til at fáa javnvág á fíggjarlógini, tí
talan er um eitt ríkt land, har sum vit
lættliga eiga at kunna liva av okakra
tilfeingi.
Í samgonguskjalinum verður víst
á nógvar nýskipanir, sum skulu bøta
um raksturin av samfelagnum, men
tað tykist verða torført at gera hesar
nýskipanir so skjótt, at tær fara at
fáa stóra ávirkan á fíggjarlógina
komandi ár.
Harafturat hevur samgongan
lovað ein skattalætta til lág- og
miðalinntøkur longu 1. januar.
Enn eru beinleiðis tøl ikki sett á,
men løgmaður hevur nevt, at skatta
lættin skal vera so mikið munandi,
at fyri eina familju, sum forvinnur
500.000 krónur um árið, skal skatta
lættin verða um 1500 krónur um
mánaðin.
Verður hetta støðið, so fer hesin
skattalættin at kosta millum 150 og
200 milljónir afturat – tó bundi at,
um eisini tey hægst løntu fáa sama
skattalættan.
Almannamálini
Fíggjarlógin javnvigar við 5,5
milljardum krónum. Tað er tað sama
sum 5.500 milljónum krónum, men
nógv er sum skal gjaldast við hesum.
Trý aðalráð ber tær stórstu
útreiðslunar. Tilsamans kosta
málsøkini undir almannaráðnum,
mentamálaráðnum og heilsu- og
innlendismálaráðnum yvir hálva
fjóðru milljard krónur.
Almannamálini kosta nógv, tí
undir tí eru stór málsøki. Almanna
ráðið tekur sær av almennari for
sorg, almannapensjónum, arbeiðs
fremjandi tiltøkum, viðbót til
pensjonistar, barnagjaldi tilstakar
uppihaldarar, stuðli til uppihalds
pening, sjúkradagpeningi og ásetan
og javning av almannaveitingum.
Tað er Eygunn Samuelsen,
Javnaðarflokkurin, sum u,msitur
almannamálini.
Mentamálini kosta meira enn eina
milljard krónur. Umframt mentan, so
hoyrir alt skúla og útbúgvingarøkið
undir mentamálaráðið.
Tað er Rigmor Dam, Javnaðar
flokkurin, sum umsitur hesi mál.
Og á leið tað sama kostar heilsu-
og innlendismálaráðið. Hetta ráðið
hevur alt sjúkrahúsverkið undir
sær umframt alt sum var undir
gamla innlendismálaráðnum uttan
samferðsluna.
Sirið Stenberg, Tjóðveldi, umsitur
heilsu- og innlendismál
Inntøkurnar eru fyrst og fremst
skattir og avgjøld umframt aðrar
smærrri inntøkur.
Politiskar broytingar
Bæði fráfarna samgongan og tann,
sum hevur tikið við nú, høvdu og
hava politiskar broytignar á skránni,
sum hava til endamáls at fáa javnvág
í raksturin.
Fráfarna samgongan hevði ætlan
umtiltøk, men megnaði ikki at seta
tey í verk undan valinum.
Nýggja samgongan hevur fleiri
uppskot um sparingar og hægri
inntøkur, men tað er ivasamt um
hetta kann gerast, so tað fær stóra
ávirkan á fíggjarlógina fyri 2016.
Enn er endamálið at endarnir
skulu røkka saman, men um tað fer
at eydnast er ógreitt til fíggjarlógar
uppskotið hevur fingið politiska
viðgerð.
UTTAN POLITISKA
VIÐGERÐ VERÐUR
HALL Á FÍGGJARLÓGINI
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, legði framskrivaða uppskotið fyri fíggjarlóg fyri 2016 alment fram
Kaj Leo Holm Johannesen,
Sambandsflokkurin, heldur
ikki, at ikki sær so torført út at
fáa hallið á fíggjarlógini burtur