hósdagur 1. oktober 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. oktober 2015
sosialurin 113
22
kostráð
Rannvá Øssursdóttir, kostfrøðingur
Matpakkar
Ráðstevna um barnarættindi í Norðurlandahúsinum
Mánadagin frá kl. 8.00 til kl. 17.00 verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum. Tað er
Nordisk Forening mot Barnmishandling og Omsorgsvigt, sum skipar fyri ráðstevnu um
barnarættindi. Har verða fyrilestrarhaldarar frá øllum norðanlondum, og heitið á stevn
uni er Barnarættindi & Umsorganartrot, møguleikar og avbjóðingar. Les meira á nlh.fo
Hetta hendir
um vikuskiftið...
Tað kann vera ein avbjóðing at gera ein heilsugóðan matpakka til børnini,
og síðani fáa tey at eta hann. Her eru nøkur hugskot til ein heilsugóðan
matpakka, sum er fjølbroyttur, leskiligur og sum samstundis mettar
1. Brellvekjandi innpakkaðan
Ger matpakkan til eina gávueskju. Legg ymiska
tilfarið í smá plastikkíløt, ella pakka tað inn í
matpappír við einari lítlari sloyfu rundanum.
2. Eisini grønmeti
Grønmeti smakkar væl, er
litríkt og gevur fjølbroytni
í matpakkan. Fáa børnini
grønmeti og frukt við í
matpakkan hvønn dag, eru
tey longu væl ávegis at fáa
tey 600 gr. av grønmeti og
frukt um dagin, ið mælt
verður til.
3. Fiskur er leskiligur
Fiskur er sunnur og smakkar væl – og tí
er ógvuliga gott, um fiskur er partur av
matpakkanum hvønn dag. Í dag fæst ymiskt
fiskaviðskeri, ið er portiónspakkað og lætt at
smyrja á breyðið.
4. Fá ein øðrvísi
og lekkran smakk
Nýt eitt nú hummus,
avokado ella pesto,
ístaðinfyri smør. Tú kanst
eisini gera morl av kókaðari
gularót ella brokkoli, og
nýta hetta heldur enn smør.
5. Nýt restir av nátturðanum
frá kvøldinum fyri
Eitt nú fiska- og
kjøtfrikkadellur hóska
seg sera væl at hava við í
matpakkan.
Preiðið hesaferð
Rør rogn saman við eitt sindur av hvíta,
fíntskorðnum reyðleyki og sitrónsaft. Smakkað
til við salti og pipari, og vupti so hevur tú ein
leskiligan fiskaviðskera at geva børnunum við í
matpakkan.
Einfalt og leskiligt!
mangt og hvat
Spyr.fo hevur gjørt eina
spurnakanning fyri Vikuskiftis
Sosialin. Úrslitið er grundað
á svar frá 300 tilvildarliga
valdum føroyingum í
aldrinum 15-80 ár.
Hesaferð hevur verið spurt um tveir
spurningar.
1. Tekur tú undir
við, at samkynd
kunnu verða vígd
borgarliga?
Aldur 15-25
JA 73,0%
NEI 21,3%
VEIT IKKi 5,7%
Aldur 25-44
JA 64,9%
NEI 29,2%
VEIT IKKI 5,9%
Aldur 45-80
JA 55,5%
NEI 33,2%
VEIT IKKI 11,3%
2. Eigur spurningurin
um broyting av
hjúnabandslógini at
avgerast í Løgting
inum ella við fólka
atkøvðu?
Av teimum, sum eru ÍMÓTI broyting
í hjúnabandslógini siga 8,6%, at
Løgtingið eigur at avgreiða málið,
meðan 91,4% halda, at málið skal
til fólkaatkvøðu.
Av teimum, sum eru FYRI broyting í
hjúnabandslógini siga 60,3%, at
Løgtingið eigur at avgreiða málið,
meðan 39,7 halda, at málið skal til
fólkaatkvøðu.
post@sosialurin.fo
Spurnarkanning