hósdagur 1. oktober 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. oktober 2015
sosialurin 113
23
Útgávukonsert í Reinsarínum
Sunnukvøldið verður útgávukonsert við Tummas Eivind & Hans Arna. Í sambandi við, at Tummas Eivind & Hans Arni geva út
sína fyrstu útgávu, EP'ina Happy Road verður útgávukonsert í Reinsarínum. Teir hava spælt saman síðani 2012, mest hava teir
framført til smærri tiltøk. Í ár meldaðu teir seg til Sement og komu í finaluna og fingu góða móttøku. Tað gav teimum hugin at
innspæla tónleik. Nú er Happy Road er veruleiki. Stílurin er glaður singer songwriter, poptónleikur. Tiltakið byrjar klokkan 19.00.
klumman
Eirikur í Jákupsstovu
»Tosa ordiligt for fanin«
Onkur donsk telefyritøka, haldi eg tað var,
hevði eina lýsing fyri ikki so langari tíð
síðan, har tey vaksnu róptu og skeldaðu í
telefonini, og so endurtóku børnini umleið
tað sama. Lýsingin endar so við orðunum »tal
ordentligt«, og tað fær meg í hvussu so er at
hugsa. Hugskotið hjá teimum er sjálvandi fyrst
og fremst at selja telefonhald, men kortini er
tað ein góður boðskapur. Tí hvat kostar tað
okkum í veruleikanum at tosa ordiligt?
Onkur heldur kanska, at tað kostar, at vit ikki
longur kunnu vera erlig, men ber tað ikki til
at vera erligur og samstundis royna at brúka
eitt mál, sum ikki er beinleiðis útspillandi? Á
Vágaportalinum – hvar aðrastaðni, freistast
mann at siga – skrivaði ein maður eina yrking
ein dagin, har hann onkursvegna samanbar
uppskotið frá fýra tingkvinnum um at fólk av
sama kyni skulu sleppa at giftast borgarliga,
við Evu, sum ikki kundi halda seg burtur frá
tí skeiva, massakruna í Munchen í 1972 og
terrorálopið á World Trade Center í 2001. Tað
finst helst onkur betri máti at greiða frá, at
mann ikki heldur tað vera í lagi, at bøssar skulu
sleppa at giftast.
Tað var nakað tað sama í Sosialinum í síðstu
viku, har eitt valevni hjá Miðflokkinum
greiddi frá hóttanum um bæði líkt og ólíkt, tí
viðkomandi var lærari og stillaði upp fyri Mið
flokkin. Har vóru ikki nøkur konkret dømir,
men vil mann hava ein lærara frá, tí hann
kanska ikki fylgir tí, sum foreldrini at børn
unum ella kanska Mentamálaráðið halda vera
skilagott, so er at venda sær til røttu kanalirnar
at fáa hann frá, heldur enn at hótta.
Eg sá eisini, at onkur á facebook skrivaði um,
at Sonja Jógvansdóttir var so ljót í munninum,
men beint aftaná skrivaði, at hon nokk mest av
øllum var ein skræðugákur. Tað ber sjálvandi
til at fara í rættin, um so er, at onkur fer so
langt sum at ærumeiða, men tað tekur bæði
langa tíð og kostar nógvar pengar. Ikki minst
um mann tapir.
Sjálvandi hava vit talufrælsi til hvat sum helst
undir ábyrgd, men eru tað so nógvar støður,
har tað beinleiðis er neyðugt at brúka tað í
fullum útstrekningi? Ikki minst, tá vit vita,
at skulu vit fáa onkran at broyta hugsan um
okkurt, so er tað munin lættari at gera góðum
enn við illum. Eg kenni til dømis fólk, sum
hava verið fyri borgarligari giftu av sam
kyndum, men nú eru ímóti, tí ein bólkur av
samkyndum er illur og skjýtur til høgru og
vinstru við homofobkortinum, tí »teirra mál«
ikki gjørdist partur av samgonguskjalinum.
Fyri nøkrum mánaðum síðan vildu tey bara
hava, at tingfólk atkvøddu eftir síni egnu
sannføring, heldur enn eftir einari sam
gonguavtalu.
Eg skal ikki gera meg frían fyri at siga okkurt
ov ógvusligt av og á – yvirskriftin á hesum
teksti er nokk eitt dømi. Men tað fyrsta má
vera, at vit um ikki annað stremba eftir at
brúka argumentir heldur enn miðalvarpingar,
óveruligar samanbering og ókvæmisorð í
almenna kjakinum. Verður tað ov ófantaligt, so
skilji eg væl, at nógv als ikki tíma at fáast við
kjak, og hvat er tá vunnið?
At royna at tosa ordiligt er helst so mikið
politiskt korrekt, sukursøtt og uttan kant,
at tað næstan er politiskt ókorrekt. Men ger
tað nakað, um tað førir við sær, at tað blívur
lættari at finna semjur um, hvussu mál skulu
loysast?
tekning: connie Brockie
Revival í
Klubbanum
á Tvøroyri
Legendariski suðuroyar
bólkurin trínur aftur á pall í
heimstaðnum leygarkvøldið.
Revival spæla til dans í
Klubbanum á Tvøroyri.
Kjólaloppu-
marknaður
í Perluni
Leygardagin skipar LGBT
Føroyar fyri stuðulstiltaki í
Perluni í Havn. Allar inntøkur
fara óskerdar til arbeiðið hjá
rørsluni at skapa eitt rúm
ligar og javnrættari Føroyar.
Á skránni er loppumarkn
aðar, eitt øðrvísi ikki-kaku
tombola, umframt kaffi- og
kakusøla. Tiltakið í Perluni
er frá kl. 10.00 til kl. 16.00.
Frá LGBT verður sagt, at ein
serstakur kjóluloppumarkn
aður verður á skránni hendan
dagin.
Marius og
Yggdrasil í
Reinsarínum
Leygarkvøldið verður
konsert við Yggdrasil &
Marius Ziska í Reinsarínum,
konsertin er upphiting til
konsertferðina hjá teimum
til 6 stórbýir í Russlandi,
ið byrjar 20. oktober. Báðir
bólkar eru útgávuaktuellir og
vekja báðir ans uttanlands.
Marius Ziska hevur ferðast
eitt nú í Týsklandi, umframt
at bólkurin spældi á øllum
størstu tónleikatiltøkunum
í summar, við síni nýggju
útgávu. Yggdrasil gav fyrr
í ár út útgávuna Dímun.
Yggdrasil er Norðurlendskur
bólkur, ið seinastu 33 árini
hevur havt eitt ótal av
ymiskum samansetingum
av tónleikarum úr ymiskum
londum. Á Dímum eru allir
tónleikararnir føroyingar.
Tað verður henda manning,
ið mannar Yggdrasil hetta
kvøldið. Tiltakið byrjar
klokkan 21.00