Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 113 24 Matgerð SUMMARLIGAR OG VETRAR­ LIGAR PERUR Vit vóru ávegis heim frá barnagarðinum. Men tað var so heitt, so vit settu okkum eina løtu við eitt av mongu springvøtnunum her í Lund, og ótu eina peru í part. Ein búgvin saftin og køld pera er fantastisk slíkar seinsummardagar sum hendan. Ímeðan vit sita har við springvatnið og hugna okkum, eg og dótturin, fái eg eitt sms TJÓÐHILD PATURSSON T að er sjálvdan at eg fái sms. Serliga nú á døgum, tá ið stórsti parturin av samskiftinum við tey har heima er yvir messanger; so eg gerist forvitin. Ímeðan Ýr er í ferð við at lata eg úr skóm og sokkum fyri at svala sær tærnar niðri í springvatninum, snýki eg meg at lúra at sms’inum: Vegna veður avlýsir Jósup túrin kl 22.00 av Havnini og kl 22.20 út Nólsoy í kvøld. Og eg sum ætlaði at skriva eina uppskrift um ís! Man veturin í Før­ oyu­m longu vera komin? Um so er, so er ikki annað at gerast, enn at gleðast um alt tað hugnaliga sum veturin eisini berur við sær. T.d. eru veðurføstu vetrardagarnir úti í Nólsoy nakrir av teimum mest hugnligu, tí tað er so sjálvdan at so stórur partur av bygdafólkinum er á oynni ein heilan dag - ein túrur oman í handilin gerst enn hugnaligari, tí tú hittir so nógv fólk. Og tað er so sjálvdan at tú (ella í øllum førum eg) við góðari samvitsku kanst sita og drekka te framman fyri stearinljósunum, í ein heilan dag. Heppnu tit, um veturin longu er komin. Stearinljós, suppa, te, kanel og alt møguligt annað hugnaligt. Eg fari at munga. Hvussu man vet­ rar­matur smakka her í skánsku seinsummarsólini? Tað má roynast! – Saftigu perurnar, sum eftir eru í frugtposanum verða umgjørdar til vetrarmat! Bakaðar vetrarperur í seinsummarsól ella í vetrarstormi – til 2-4 fólk 2 perur 100 gr av marsipan (sí uppskrift, ella keyp liðugt gjørt) 1 lítlan neva av hasselnøtum Kanel, kardemummu, Kokosolju/ Smør og ahornsirop Møguliga sitrón ella súrróma Set ovnin á 200 hitastig. Sker perurnar í tvey og sker kjarnuna innanúr. Legg tær í eitt eldfast fat, skalið niðureftir. Koyr eitt lag av marsipan útyvir hvørja peru. Drússa við hasselnøtum, kanel og kardemummu. Koyr uml 1/2 tsk av kokosolju á hvørja peruhálvu og eittsindur av ahornsiroppi. Baka í á leið 30 min. Ragna kom framvið at vitja í dag. Hon slapp at royna perurnar (Ja, tað eru hennara hendur á myndunum. Hon veit at prísurin fyri at sleppa at vera royndar-etari, er at eg sleppi at taka myndir ímeðan). – Tær smakka… nokso vetraligar… næstan jólaligar… Segði Ragna ivandi, ímeðan vit sótu uttan fyri í enn fullblómandi urta­ garðinum í suður Svøríki. – Eg veit, svaraði eg, men Jósup sigldi ikki í gjár, vegna vegur. Hevði tað verði onkur annar enn Ragna, so høvdu tey nokk ikki skilt svarið, men Ragna hevur búð í nógv ár í Nólsoy, so hon svaraði bara. Kanska tað verður meira summarligt við sitron? Eg fór inn eftir sitrón, og jú, eittsindur