hósdagur 1. oktober 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 113
25
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
av sitrónsaft pressað útyvir gjørdi
perurnar nógv meira summarligar.
Sigldi hann í morgun? helt Ragna
síðani fram. Um ikki, so burdu tey
etið hetta við súrróma, tað hevði
verið ORRDILIGA (við nólsoyarrullan
í R’inum) vetrarligt!
Marsipan (ella okkurt
sum líkist)
Ok, møguliga eigi eg ikki at kalla hetta
marsipan, tí marsipan plagar at vera
gjørt úr mandlum og sukur. Men skal
sukur eiga einarætt uppá marsipan? Í
øllum førum smakkar hetta ógvuliga
líkt marsipan, er gjørt úr mandlum,
men søtað við við dadlum. Tað ber til
at gera hetta uttan vatn, og tá heldur
tað sær longri - men tað krevur meira
av tíni køksmaskinu. Tað gongur
skjótari við vatnið, og um tú, sum
eg, skalt brúka alt beinanvegin, so
ger tað einki, og so klárar tú tað við
einum stavblendara.
100 gr av mandlum + vatn
5-10 bleytar dadlur (alt eftir hvussu
stórar tær eru)
5-10 spsk av kókandi vatni
1 nips av salti
Stoyt kókandi heitt vatn yvir mandl
urnar, ella lat tær standa í vatni yvir
nátt. Pilka alt skalið av teimum. Við
einum stavmiksara hvirlar tú mandl
ur, dadlur og salt saman. Koyr fyrst
helvtina av vatninum í, og so 1 spsk
afturat til tú fært rættan konsistens.
Júst til perurnar koyrdi eg eittsindur
eyka av vatni í, so er lættari at smyrja
perurnar við marsipaninum. Tað
verður sum marsipan-krem.
Um okkurt leypir av kann tað
goymast í kuldaskápinum.
Eg havi ongantíð roynt
at goymt tað longdri
enn nakrar dagar.
Tað plagar at
hvørva skjótt.
Tips
Um tú vendir restina av
marsipaninum í smeltaðari
sjokolátu, fært tú lekkur skjót
heimagjørd marsipanbreyð.
Mhhh!