hósdagur 1. oktober 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 113
26
Óli Jacobsen
MARIA HANSEN:
ARBEIÐSGENTA HJÁ
PRESTI OG MESLINGAGRINDIN
Sum granni til prestagarðin kom Maria at hava gott samband við
prestarnar. Hon fekk eisini samband við meslingarnar í 1935
4. partur
V
it búðu nær kirkjuni og presta
garðinum á Nesi og komu tí at
kenna fólkini har. Fyrsti prestur,
eg minnist, er Kaj Fibiger Jensen,
sum var prestur á Nesi frá 1929 til 1934. Kona
hansara kallaðist Ingeborg. Teirra elsta barn
var Samuel, sum var javngamal við meg f. 1928.
Í 1931 fingu tey ein son, Johannes, sum doyði
sum nýføðingur og er jarðaður á Nesi. Eg veit
hvar tann grøvin er. Meðan tey enn vóru á
Nesi, fingu tey seinni dóttrina Ruth.
Aftaná Fibiger Jensen kom Poul Johannes
Buhl Nielsen, sum var prestur frá 1934-1946.
Hann hevði áðrenn tað verið prestur í Havn.
Buhl Nielsen var einkjumaður, tá ið hann kom
inn á Nes, men í 1936 giftist hann við Brynhild
Margrethu Rasmussen úr Sandavági. Tey bæði
fingu fýra børn, Ellen Åse, Ruth, Bent og Tove.
Eg fekk eisini eina serliga uppgávu fyri
prestin. Eg gekk í skúla á Toftum. Tá var ikki so
ofta gingið við posti út á Nes. Tað var litið mær
til, at taka postin av posthúsinum á Toftum til
prestagarðin, tá ið eg kom heim úr skúlanum.
Posturin kom jú úr Havn við mjólkarbátunum,
og posthúsið var á brúnni. Hann hevur litið
mær væl til, tí tá havi eg ikki verið rættiliga
gomul. Eg fekk so ein góðan drekkamunn
afturfyri. Tey vóru ógvuliga góð við meg.
Foreldrini hjá Brynhild komu eisini viðhvørt
úr Sandavági at ferðast. Tey vóru eisini so góð
við meg, og mamma hennara plagdi onkuntíð
at binda mær okkurt.
Eg fór at tæna hjá teimum, tá ið eg var
14 ára gomul. Her var rættiligur stílur í.
Her vóru upp til tríggjar arbeiðsgentur, ein
stovugenta, ein barnagenta og ein køksgenta.
Eg var barnagenta og kom tí at kenna børnini
ógvuliga væl. Tey vóru fitt fólk at vera hjá.
Missión og samband
Buhl var ein av oddamonnunum í heimamissi
ónini, og hann var altíð við til møtir.
Heimamissión var sterk úti á Nesi og
Toftum. Her byrjaði hon sítt virksemi í 1907.
Míni foreldur vóru eisini við, og tey gingu altíð
á møti. Mamma var trúgvandi, áðrenn hon fór
út á Nes. Fyrstu tíðina var einki missiónshús.
Tá savnaðust tey í heimunum hjá hvørjum
øðrum.
Tað gjørdist skjótt ov trongt, og skúlin varð
eisini brúktur. At fara í sunnudagsskúla var
eisini ein sjálvfylgja. Sunnudagsskúli innan
kirkjuliga karmin byrjaði á Toftum í 1921. Tey
fyrstu árini var tað Lena í Tøðu, sum hevði
sunnudagsskúla. Eftir at missiónshúsið Tabor
varð bygt varð sunnudagsskúlin í Tabor, tá stóð
Jenny Johannesen fyri honum.
Missiónshúsið varð bygt í 1939, tað varð
vígt av Buhl Nielsen. Seinni er so komið eitt
nýggjari og størri missiónshús á Toftum.
Blái Krossur byrjaði sítt virksemi hjá okkum
i 1908. Tað var eisini ein sjálvfylgja, at sum 14
ára gamal gjørdist ein limur í hesum felagnum.
Her var eg limur, til eg flutti til Gøtu. Í Gøtu
hevði verið ein deild av Bláa Krossi, men hon
var hildin uppat nokk so tíðliga.
Tað varð hildin ein árlig blákrossveitsla,
annaðhvørt ár Toftum og annaðhvørt ár í
Rituvík.
Politikkurin, tað var samband! Vit komu
eisini beint inn í Sambandsflokkin, tá ið Hildi
bjørg, systir mín, giftist við Jógvan Ingvard
Olsen, sum eitt mannaminni umboðaði sam
bandsflokkin á tingi. Pápi Jógvan Ingvard.
Jens Christian Olsen, sum eisini var tingmaður
fyri Sambandsflokkin undan Jógvani, var eisini
virkin missiónsmaður. Hann var eisini virkin
innan Bláa Kross, har hann var næstformaður
og formaður í landsfelagnum í mong ár.
Meslingar og grind
Eg var sjey ára gomul, tá ið meslingagrindin
var í Gøtu seint í 1935. Meslingasmittan
spreiddi skjótt um stóran part av landinum.
Pápi hevði ikki havt meslingar, so hann fekk
teir mildar, tí hann var vaksineraður. Mamma
hevði havt meslingar frammanundan, so hon
var sloppin tá. Eg var tann fyrsta í húsinum,
sum bleiv sjúk av meslingum, men hjá børnum
vóru teir ikki vandamiklir. Tá eg so var blivin
frísk, tá kom eg at ganga hús úr húsi á Nesi
at hjálpa teimum so frægt sum eg kundi, har
meslingar vóru,. Tað vóru ofta boð senda eftir
Einar Djurhuus, kendur sum Heiðalæknin í ein
mansaldur. Hann kom eg javnan at síggja hetta
tíðarskeiðið.
Hesir meslingar komu eisini at merkjast væl
í Gøtu, har fleiri doyðu. Mostir mín, Marta, var
gift við Høgna Zacharisassen úr Jákupsstovu.
Anna, systir Høgna, hevur greitt frá, at hon og
Olea, systir hennara, fingu ringar meslingar.
Anna hóraði við neyð og deyð undan, meðan
Olea doyði. Tær vóru 22 og 20 ára gamlar, tá tær
gjørdust sjúkar. Ein triðja systir, Tomasia, sum
tá var 18 ár, gjørdist eisini sjúk. Men hjá henni
gjørdist sjúkan ikki so hættislig.
Siðsøga
Presturin Fibiger Jensen
við konu og børnum
Maria tænti hjá Poul Johannes Buhl Nielsen
Norðragøtu 1926