hósdagur 1. oktober 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 113
28
Jógvan við Keldu
Hetta er kanska ein
hissini – men til
trongd – viðmerking!
Tað hevur undr
að meg, hvussu
ferða- og kostnaðar
endurgjaldið hjá tingfólkum verður
viðfarið og hvussu órættvíst okkara
tingfólk, sum búgva úti um landið,
verða viðgjørd bæði av fjølmiðlum,
sosialum miðlum og enntá av
politikarum.
Vit eiga at gera okkum greitt, at
allir 33 tinglimirnir verða valdir at
stjórna landinum, og allir eiga so
vítt gjørligt at hava sama rætt, somu
møguleikar, fíggjarligar umstøður og
atkomumøguleikar til okkara høga
løgting, sum er á Vaglinum í Havnini.
Arbeiðsplássið er ikki aðrastaðni!
Eitt tingfólk sum býr úti um
landið, í Suðuroy, Sandoy, Vágoy, í
Norðoyggjum, fyri sovítt í Esturoynni
og í Norðstreymi, hevur ikki somu
møguleikar, sum tinglimirnir í
Suðurstreymi - langt frá tí.
Munur á at stempla inn
og verða bundin
Taka vit dømi um størsta munin, sum
er millum ein tinglim úr Suðuroy og
ein úr Suðurstreymi.
Tinglimur úr Suðuroy fer frá
húsum áðrenn kl. 7 á morgni og
er aftur heima í fyrsta lagi kl. 19 á
kvøldi. Tilber eisini at taka dømi um
aðrar landspartar. Hann er bundin
at verða í Havnini allan dagin ella
so leingi tingfundur er, hevur ongar
møguleikar at gera nakað annað.
– Tingfundir kunnu eisini gerast
styttri, men tinglimurin er framvegis
bundin at verða har, til fartur er.
Vit vita eisini, at tingfundar- og
nevndarvirksemi kann til tíðir bæði
vera nógv, sera óregluligt og til
ymiskar tíðir á degnum.
Tinglimur úr Suðurstreymi hevur
møguleikar at koma um morgunin,
“stempla inn”, gera “smá ella størri
avrik” fyri seg sjálvan í býnum,
enntá vera úti “smávegis” í vinnu
almennari ella privatari, næstan hava
møguleikar við tveimum størvum ,
kunnu avheinta børn í barnagarði,
fara heim til máltíðir um ynskist og
mangt, mangt annað!
Kanska betri útgreining
Tá málið varð fyri á tingi, haldi tað var
bæði í 1996 og 1999, var alt hetta uppi
at venda, men eftir øllum at døma, er
hetta ikki nóg væl útgreinað, so bæði
sosialir miðlar, okkara almennu- og
privatu miðlar og fyri alt tað eitt ávíst
tal av løgtingslimum, skilja tað.
Fleiri onnur dømi kundu verið sett
upp og meira gjølla! Tað má bíða.
Tá kostnaðar- og ferðaendurgjald
hjá tingfólkum úti um landið alment
verða viðgjørd hevur tað oftast verið
so sera grunt og opportunistiskt, at
tað hoyrir ongastaðni heima.Við hesi
hissini – men tiltrongdu - viðmerking
fari eg enn einferð at undirstrikað,
at “tingfólk úti um landið og í
Suðurstreymi, eiga at hava somu kor”.
Tingfólk úti um landið og í Suðurstreymi
eiga at hava somu kor
Tilber at taka eitt dømi og sammeta tinglim úr Suðuroy og ein úr Suðurstreymoy,
fyri at vísa á rættleikan við kostnaðar- og ferðaavgjaldinum
KJAK
Arbeiðarin
Sært tú hana í arbeiðarafjøldi
Mergjaða kvinnan – eitt flogvit
Sært tú veðurbarda mannin
Niðurslitnir garpar.
Tíðarinnar tonn hava sett síni spor.
Munna stjórar spekulantar tey fínu
Av ymsum slag leggja hetta til merkis?
Eg droymi ikki um stórar borgir
Og ísakøld høli
Nei – eg trívist best í tí javna
Har tað er fjálgt
Har tað andar av lívi og sál
Hetta er lívið.
Sosialdemokratarnir kring okkum
Eru ikki tað teir vóru: ein arbeiðaraflokkur
Leiðarar av øðrum og triðja ættarliði
Sum David Cameron ið hava arvað tittulin
Hava gingið á kostskúla
Ikki hava staðið ein dag á eini fabrikk
Ikki hava nærkast eini getto
Helle Thorning ið ongantíð bleiv
Ein sannførandi sosialdemokratur
Hartil var ov nógv Guggi.
Elisabeth í Kálvalíð
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórshavnar
Kommunu fyri Sambandsflokkin
Vit í Tórshavnar
Býráð seta komm
unuskattin niður
við 0,5% í framløgdu
kommunalu fíggjar
ætlanini fyri 2016.
Henda fíggjarætlan varð løgd fyri
Býráðið í gjárkvøldið.
Eg havi alla tíðina arbeitt miðvíst
at fáa undirtøku fyri at lækka
kommunuskattin og hetta eru vit
nú í býráðsmeirlutanum samdir um
at gera fyri komandi ár.
Eg havi áður í fjølmiðlunum
boðað frá, at eg framhaldandi vil
virka fyri, at borgarar í Tórshavnar
Kommunu hava tað so gott sum
gjørligt og hetta kann m.a. gerast
við at veita skattalætta, sum pláss
er fyri á fíggjarætlanini og uttan, at
nakrar av kommunalu tænastunum
verða ávirkaðar, hvørki uppá styttri
ella longri sikt. Ongantíð betur, at
vit kunnu halda eitt varandi lágt
skattastøðið og samstundis tryggja
vælferðina.
Á íløgusíðuni fegnist eg um, at
vit hava sett av 25 mió.kr. til Ítróttar
høllina á Hálsi, so vit fáa útbygt
og harvið fáa ein venjingarbana
afturat. Hendan útbygging kemur
at hava sera stóran týdning fyri
innanduraítróttin, t.d. hondbólt og
flogbólt. Her er eisini møguleiki fyri,
at judo og borðtennis fáa innivist -
hetta er stillað teimum í útsikt leingi.
Tað er sera átrokandi at fáa fleiri
venjingarmøguleikar til innandura
ítróttin - vit hava snøgt sagt ikki nokk
av hallum til ungdómin at venja í.
Vit í Býráðnum arbeiða eisini við
at fáa eina venjingarhøll afturat sum
skjótast fyri at nøkta tann ovurhonds
stóra tørvin, sum er. Hvar hon kemur
at liggja er ikki politisk semja um
enn, men tørvurin er har. Um hon so
verður bygd uppi við skúlan á Argja
hamri ella aðrastaðni, tað má so tíðin
vísa, hvat vit semjast um.
Skattalætti til
borgarar í Tórs
havnar Kommunu
Tilber at taka eitt dømi og sammeta
tinglim úr Suðuroy og ein úr
Suðurstreymoy, fyri at vísa á rættleikan
við kostnaðar- og ferðaavgjaldinum