Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. oktober 2015 sosialurin 113 30 Albert Isfeld N ógv vatn er runni í sjógv­in, síðani okkara for­fedrar á fyrstan tí gjørdu landnám her sum víkingar, og lítið er at síggja av søgu­ sporum eftir hesu heimsókn. Við hava tó havt skilafólk, sum hava sæð og granska, kanna og kveikt soleiðis at vit standa ikki á berum søguliga um hesa tíð. Nógv liggur enn undir grønu torvu og væntar at verða kannað, ja helst liggur her søguligt tilfar, sum vilja klárleggja mangt í søgu okkara, sum nú liggur dulgt. Vit vita bert útfrá sagnum, hvar Sigmundur Brestisson er grivin – hví ikki gerða gravirannsóknir til tess at fáa vissu fyri at so er. Og hvar er Tróndur í Gøtu grivin? Vit síggja úti á Stóru Dímun stórar garðar, ella múrar, sum sagt verður um, at teir eru bygdir til vindverju – jú gamaní at so kann vera, men tann tankin sníkir seg inn á ein, tá man stendur har á staðnum, at helst hava hesir múrar eisini tænt øðrum enda­máli – kanska eru teir partar av einum størri virkisgarði at verja fólk og fena á staðnum móti álopum uttaní frá. Vit síggja soleiðis, at tað nóga av søguni finna vit í kvæðum og nógv er grundað á sagnir og gitingar, tí onki er skrivað í miðøldini so vítt vit vita – fái meg tó illa at trúgva, at heilt onki skrivligt er frá hesi tíð – kanska er tað bert ein spurningur um at leita á rætta stað og seta pening av, so til ber at seta fólk til at gerða hesar kanningar ella leitingar, eitt nú í Vatikaninum. Tað sum er undir moldum. Eftir kríggjið hava verið gjørdar nógv­ ar rannsóknir. Eldsálir sum Sverri Dahl hava, saman við fólki uttanífrá, staðið fyri kanningum og útgrevstri kanska serliga í Kirkjubø, men eisini í Kvívík v.m. og seinni eisini hava Arni Thorsteinsson og Símun Arge saman við góðum fólki avdúka søgu okkara undir moldum eins og omaná – eitt nú Koltur, Sand v.m. Tað sum serliga er áhugavert á Koltri er, at arkitektar hava havt tíðandi leiklut í endurbyggingini og hava havt nært samstarv við fornfrøðingar og aðrar. Tað er áhugavert, at til hevur borið til at savna pening til hesa ætlan, og hevur man her fingið pening úttanífrá. Nú er ikki meiningin at taka alt tað fram, sum kveikt og kannað er, men bert nevna tað, sum vit flest øll vita um, tí vert er at siga frá hvørji søgusporini eru. Mangt er eftir at avdúka og kanna hjá okkum og komandi ættarliðum. Tað sum er omaná Men hvat gerða vit ídag... Vit hava sæð, at ansur er fyri bygn­ ing­um av serligum slag, hava virðing millum manna – Hvalastøðin við Áir er gott dømi – her síggja vit at bygn­ ings­anlegg frá industrialismuni verða sett í stand og varðveitt, hetta er megnartak, sum Søvn Landsins við Erland Viberg Joensen á odda, eru við at umskapa til savn um tíðina hjá hvala­støðum. Í Havn hevur drotning Victoria sett sítt mest kenda fingramerki niðri í Rættara við Fabrikkini, sum nú eitur Fabrikkin hjá Østrøm og sum hevur fingið loyvi at standa stórt­sæð í uppruna sniði uttan. Innan eru tó broytingar farnar fram, og eru hesar broytingar tengdar at mentanar­virk­ semi, sum hevur kveikandi týdn­ing fyri býarlívið – eitt sera gott dømi um at transformera ein bygn­ing frá victoriatíðini til nútíðar býar­ funktión. Vit hava sæð í Gøtu, hvussu fólk har hava tikið seg saman, at varðveita ta gomlu bygdamyndina miðskeiðis í Norðagøtu – her er eitt dømi um at tað ber til við góðum fólki, at bera so í bandi, at gamli byggihátturin verður varðveittur, so komandi ættarlið síggja hvussu tey farðandi hava liva. Á Tvøroyri eru gomlu kongligu einahandilshúsini varðveitt, og standa tey nú sum minnisvarði yvir Okkurt er sum tíðir uppá, at tað er neyðugt, nú vit hava sæð, hvussu illa um verður fari við okk­ara manna­skapta umhvørvið, bæði tað sum stendur uppi og tað sum er undir moldum, at vit taka henda arv okkara í álvara týdningarmikil Søguligir bygningar og bygningsanlegg Arkitekturardagar