Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. oktober 2015 sosialurin 113 31 eina farna tíð. Kanska ongastaðni hava vit eina samling av vinnuhúsum, sum eru varðveitt at kalla óbroytt heilt frá miðini av 1830unum. Systkini Anna Kirstin og Tummas hava latið bygningarnar friða, og er tað orsøkin til at tey standa óskalaði í dag. Her hava húsini staðið niðri á keiini sum ein varði- vísandi Føroyar, sum umbroyttust frá eina­handils­ tíðini til eina tjóð við fríhandli og hav­fiskiskapi og við virkisfýsnari kapping á øllum økjum. Varðin, sum hesir bygningar vóru frá sjósíðu, er nú gjørdur til onkis. Framman fyri handilshúsini er nú stórur bygn­ ingur í skapi sum kassi úr metal­plát­ um, umgyrdur av bingjum í trim­um hæddum, soleiðis at gomlu handils­ húsini nú eru um at hvørva í øllum hurlivasanum – Við skilagóðari plan­ legging í góðari tíð, er ikki neyðugt við hesum hurlivasa. Vit eru vælvitandi um at vinnu­ lívið skal hava góðar karmar og pláss skal verða fyri bingjum; men hetta eigur at varða gjørt við skili. Vit hava eisini sæð, at sjálvt í høvuðsstaðnum hava ætlanir verið um, at jarðleggja Tinganes – meira enn eina fer – og ístaðin byggja kareeir í fleiri hæddum við beinum gøtum; men har vann vanligt vit og skil á vandalismuni – býráðið í Havn gjørdi ikki mætari enn at útskriva eina arkitekta­kapping um, hvussu Tinganes skuldi varðveitast og við atlitið til fram­tíðar nýtslu av húsum og um­hvørv­inum, og full undirtøka hevur verið fyri hesum, hóvast okkurt lítið gleps hevur verið afturvið. Vit kunnu siga at Tinganes hevur verið ein heppin ætlan og hegnisliga umsitin av Gunnar Hoydal, arkitekti. Til ber at siga, at varðveitingin kann verða ein frymil fyri tætta gamla bygging í Føroyum. Seinastu tíðina hava vit í útvarp­ inum viðgjørt leivdir, bygningar og forsvarsverkir eftir eingilskmenninar undir krígnum takkað veri Gunnar Nolsøe sum hevur gjørt eitt dygdar­ gott arbeiði. Tað er í tøkum tíma at henda tíðin verður viðgjørd, tí vit hava at kalla onki lært um hesa so søguligu tíð frá 1940 til 1945 i skúl­ unum – vit hava hinvegin lært at kalla alt um Brillumannin – hvør kennir ikki hann - sum bert er ein dropi í søgurnar meldri í mun til seinna heimsbardaga. Vit halda at tað er í tøkum tíma at vit taka hesu tíð í álvara og fara undir at ístandseta ella endurbyggja tídn­inga­mikil bygningsverk frá hesi tíðini. Seinastu tíðuna hava vit eisini sæð, at einasti skansin í Føroyum er hóttur av havnabygging. Vit vóna at allir myndugleikar nú taka seg saman, so ein sorgarleikur ikki hend­ ir enn einaferð – eg hugsi her um Konga­ligu Handilshúsini á Tvøroyri. Vit hava sæð at Tinganes er varð­ veitt, so tað ber til at vóna tað besta, tá Tórshavnar býráð er uppií. Sum vit hava sæð, er nógv at gerða undir jørð eins væl og omaná, tað verið seg bygningar og aðrir bygn­ings­relateraðir lutir í stak- og samlaðari bygging. Her er ein tørvur hjá tí almenna, at seta pening av til varð­veitslu av søgu okkara. Vit vita at bæði Fornminnisavnið/ Søvn Landsins, Landsverkfrøðingurin og Kringvarp Føroya gera eitt gott ar­ beiði her, men teir arbeiða ofta í stór­ um peningatroti. post@sosialurin.fo mentanararvur Savnsmyndir