hósdagur 1. oktober 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 2. oktober 2015
sosialurin 113
32
Borgaraluttøka neyðugt
amboð í býarmenningini
Býararkitektur
Í Tórshavnar kommu verður arbeitt við at fremja ein politikk um borgaraluttøku. Borgaraluttøka
merkir, at borgarin fær høvið at siga sína hugsan um tað umhvørvið, hann búleikast í, og harvið fær
ávirkan á planlegging og ætlaðar broytingar. Kanningar aðrastaðni vísa, at tess fyrr borgarin verður
drigin inn í prosjektini, tess betri verður úrslitið, og tess meira kenna borgarar seg at eiga prosjektið
Birita Wardum
Í
Tórshavnar kommu verður
arbeitt við at fremja ein politikk
um borgaraluttøku. Borgara
luttøka merkir, at borgarin
fær høvið at siga sína hugsan um
tað umhvørvið, hann búleikast í, og
harvið fær ávirkan á planlegging
og ætlaðar broytingar. Kanningar
aðrastaðni vísa, at tess fyrr borgarin
verður drigin inn í prosjektini, tess
betri verður úrslitið, og tess meira
kenna borgarar seg at eiga prosjektið.
Tað finst ongin frymil fyri hesum,
og vit mugu tí finna eina tilgongd,
har borgarin verður drigin inn í
málsviðgerðirnar, alt eftir teimum
endamálum, sum verkætlaninar
hava, og hvørjir møguleikar eru at
skapa netverk millum allar partar.
Brúkaraluttøka eigur at vera reglan
á øllum økjum, ikki bert í stórum
prosjektum í sambandi við býarplan
legging, men eisini, tá eitt nú Buss
leiðin skal umskipast, súkklubreytir
verða gjørdar, og í sambandi við eitt
nú spæli- og fríøki.
Ætlanin er at gera ein Tórshavnar-
frymil fyri borgaraluttøku í ymsum
tilgongdum, áðrenn endaliga avgerðin
um innihaldið í eini verkætlan er
tikin. Talan er um tær ætlanir, sum
hava stóra ávirkan á menningina
á lokal øki ella allan høvuðsstaðin,
t.v.s. at borgaraluttøkan verður brúkt
í breiðum høpi, tá tørvur er á kjaki
um verkætlanir í býnum, sum hava
áhuga fyri vanliga borgaran.
Vit vóna, at tað ber til at gera eina
tílíka skipan, sum kann gerast ein heilt
náttúrligur partur av býarskipanini í
Havn. Borgaraluttøkan er ein manna
gongd, ið leggur dent á at fáa tann
demokratiska partin við sum ein
stýrandi part av býarmenningini.
Hetta gerst við, at borgarin, saman
við fyrisiting og politikarum, kann
planleggja og avgera, hvørjar verk
ætlanir skulu raðfestast, og hvussu
tær skulu evnast. Borgaraluttøka
er sostatt eitt samstarv millum
kommununa og privata borgaran,
ein mannagongd, har hesin demo
kratiski parturin gerst ein stýrandi
partur av býarmenningini. Borgarin
kemur tá saman við fyrisitingini og
politikkarunum at ávirka og avgera,
hvørjar verkætlanir skulu raðfestast.
Talan er eisini um at privata virk
semið eru aktørar, umframt skúlar,
felagsskapir og onnur, ið hava eitt
pláss og netverk í økinum.
Skipanin er fyrst og fremst ætlað
at skapa neyðugt rótfesti í einhvørji
ætlan, tí kommunan kann gagnnýta
ta vitan og tey ynski, fólk hava um
síni nærøki. Harvið skapir tað ein
nærleika, tilknýti og byggir netverk,
samstundis sum ósemjur verða loyst
ar og tað slepst undan óneyðugum
kritikki og ónøgd aftaná.
Endamálið er, at borgarin kennir,
at hann hevur ítøkiligar møguleikar
at luttaka í kjakinum og gera sína
ávirkan galdandi í tilgongdini av eini
verkætlan. Kunningin er avgerandi.
Mannagongdir skulu eisini gerast
fyri, nær í tilgongdini borgarin skal
kunnast, nær borgarin fer frá passiv
ari ávirkan gjøgnum tey fólkavaldu,
og til at luttaka aktivt.
Samanlagt ger alt hetta, at komm
unan kann planleggja samsvarandi
ynskjum borgarans. Allir vinklar
verða tiknir við, tí borgarin hevur ser
frøðiliga vitan um sítt øki, og kann tí
gjøgnum sítt tilknýti og sína aktivu
luttøku eisini fáa ein ávísan »ognar
rætt« til eina verkætlan. Og tað er
eingin ivi um, at borgarin ofta hevur
stóra vitan um økið, sum kommunan
ofta ikki hevur atgongd til.
Arkitekturadagarnir verða settir
fríggjakvøldið 2. oktober 2015. Leygar
dagin 2. oktober hava vit hevur Tórs
havnar kommuna eitt uttandura
tiltak í ovara parti av gongugøtuni
millum Steinatún og Ebenezer. Her
fara vit at biða fólk um eitt íkast til,
hvussu okkara gongugøta skal síggja
út.
Eisini verður gjørdur ein borgara
luttøkutúrur, ein gongutúrur í Havn
ini við áhugaðum, sum vit vóna fara
at deila teirra hugsanir um ymisku
støðini við okkum, og harvið gera
sína ávirkan galdandi í tilgongdini
at menna býin til ein spennandi bý,
har trivnaðurin er í hásæti. Vónandi
møta nógv til tiltøkini.
post@sosialurin.fo
Aftur í ár skipar Arkitektafelag Føroya fyri Arkitekturdagar. Temaið í ár er »Framtíðar Føroyar – Hugsjón og planlegging«.
Við hesum ætlar Arkitektafelagið at seta fokus á týdningin av planlegging, bæði lokalt og fyri landið. Tiltakið verður 2. - 4.
oktober, og í Sosialinum hesaferð kanst tú lesa hvat tríggir serfrøðingar innan økið siga um týdningin av at varpa ljós á ymisk
øki innan evnið. Arkitekturdagurin verður alment settur í Posthúskjallaranum fríggjadagin 2. oktober kl. 17.00.
Allir vinklar verða tiknir
við, tí borgarin hevur ser
frøðiliga vitan um sítt øki
Arkitekturdagar 2015: Framtíðar Føroyar – Hugsjón og planlegging
Arkitekturardagar
Mynd: Álvur Haraldsen