Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. oktober 2015 sosialurin 113 33 Mugu verja vørumerkið Visit Tórshavn Nógv orka verður brúkt til at marknaðarføra Føroyar í útlendsku ferðavinnuni, men menningin av Føroyum sum ferðamannaland stendur ikki mát. Tað er av alstórum týdningi, at vit eru fyrireikað til at taka ímóti alsamt fleiri ferðafólkum, og her má náttúruvernd standa heilt ovarlaga á breddanum Theresa Turidardóttir Kreutzmann S einastu árini hevur føroyska ferðavinnan staðið í blóma. Hvørt ár koma alsamt fleiri ferðafólk hendavegin bæði við skipi og flogfari, og Føroyar eru vorðnar kendari sum ferðamál hjá ferðaskrivstovum runt heimin. Tað er gleðiligt, at Føroyar eru vorðn­ar meira áhugaverdar hjá ferða­fólkum, eins og tað er gleðiligt, at játtan­in til Visit Faroe Islands í 2012 varð meir enn tvífaldað. Meir enn helmingurin av hesi játtan­ini verður brúktur til markn­ aðar­føring uttanlands. Her verður eitt megnararbeiði gjørt, og uttan iva hevur tað og fer tað eisini at hava við sær, at tað koma fleiri og fleiri ferða­ fólk hendavegin. Mugu verja vørumerkið Men tað er eisini vandi í allari vælferð. Ein stórur partur av marknaðar­ føringini gongur út uppá, at okkara land er vakurt við eini óspiltari náttúru. Tað er rætt og er eisini ein av høvuðs­orsøkunum til, at fólk koma henda­vegin. Tey vilja síggja okkara vøkru og óspiltu náttúru. Men tí er tað eisini av alstórum týdningi, at vit varðveita okkara nátt­ úru – okkara vørumerki – sum júst tað, hon er: Vøkur og óspilt. Tískil eiga vit ikki at gloyma at menna okkara ferðavinnu her heima, sam­stundis sum vit leggja nógv fyri at draga fleiri ferðafólk til okkum. Vit hava sum er ongar veruligar leiðreglur fyri, hvussu vit skulu taka okkum av teimum mongu ferða­fólk­ unum, sum koma at uppliva okkara náttúru. Føroyar liggja púra opnar fyri hesum fólkunum, sum kunnu ganga mestsum frítt í náttúruni. Tað kann í ringasta føri ganga út yvir bæði djóra- og plantulív, tí vit ikki eru nóg greið í okkara reglum um, hvat ferðafólk sleppa og ikki sleppa. Eitt nú noyðast vit at seta út í kort­ið, hvar fólk kunnu ganga, so tey ikki órógva og í ringasta føri styggja heiða- og bjargafugl burtur. Til dømis er Mykines við sínum fuglameingi eitt av okkara fremstu ferðamálum. Lundalandið og fuglalívið annars í hólm­inum dregur hvørt ár eina rúgvu av fólki til oynna, har tey koma heilt tætt at fuglinum. Við verandi útlitum fer ferða­ fólka­talið í Mykinesi bara at vaksa upp aftur meira, men hvussu fer tað at ávirka fuglalívið í oynni? Tað er alneyðugt, at ferðafólkini fáa greiðar reglur fyri, hvar tey kunnu ganga og hvar tey ikki kunnu ganga, so tey órógva náttúruna sum minst. Ótroyttir møguleikar Í Føroyum kunnu vit enn so nøkulunda stýra ferðafólkastreyminum, men um tað fara at koma upp aftur fleiri ferðafólk – sum vit ynskja og arbeiða fyri – er alneyðugt, at vit eru til reiðar at taka ímóti teimum og bera so í bandi, at vit hava tey røttu og bestu til­boð­ini til tey. Tí ein týðandi partur av at menna ferðavinnuna her á landi er at geva ferðafólkunum upplivingar og minnir, sum tey kunnu goyma fyri lívið. Og her eru nógvir ótroyttir møgu­leikar. Náttúran er longu nevnd, men Føroyar hava eisini eina ríka søgu, sum gongur meir enn túsund ár aftur í tíðina. Tí er tað undrunarvert, at føroyingar ikki brúka søguna meira í ferðavinnuni. Vit hava søguna um Sigmund og Trónd, vit hava sagnir um fólk, steinar og heyggjar, og vit hava huldusøgur, sum vit kunnu gera áhugaverdar fyri útlendingar – fyri at nevna nøkur dømi. Úti í okkara náttúru eru nógv søgulig støð, sum vit kunnu brúka í ferða­vinnuni, um vit bert síggja møgu­leikarnar. Í valstríðnum upp undir løgtings­ valið varð nevnt, at tað hevði verið skilagott at sett ein ferðavinnuskúla á stovn. Ein slíkur skúli kundi gjørt sítt til at menna nýggj hugskot, útbúgva ferðaleiðarar og leggja ferðavinnuna í upp aftur betri hendur. Vit hava fingið ferð á marknaðar­ føringina av Føroyum uttanlands. Nú restar bert í at fáa ferð á menningina her heima, so vit eru til reiðar. Marknaðarføring og menning mugu ganga hond í hond, tí annars verður ómøguligt at liva upp til slag­ orð sum óspilt og ónortið. post@sosialurin.fo Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn Mynd: Álvur Haraldsen