Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 113 34 DANJAL AV RANA S onevnda tollmálið um Jørgen Niclasen hevur hesa vikuna verið viðgjørt í Eystara Landsrætti. Dia Midjord, Liljan Weihe, Jan Lam­ hauge og Sveinur Tróndarson vóru í Føroya Rætti dømd fyri æru­meiðing av Jørgeni Niclasen í samband við fjølmiðlaumrøð­una av sonevnda tollmálinum, sum portal.fo og Kring­ varp Føroya fyrstu ferð umrøddu 19. desembur 2013. Tey vóru í Føroya rætti funnin sek í at fremja ákærur móti Jørgeni Niclasen um, at hann hevði snýtt landskassan fyri fleiri hundrað túsund krónur í tolli, at hava svikað við tolli, av hava selt vørur uttan um tollmyndugleikan, at hava stýrt søluni av ótollaðum vørum, vitandi at hava brotið tolllógina, vitandi at hava volt landskassanum tap og at hava snýtt samstarvsfelaga sín Skipafelagið Føroyar. Kjarnin í verjuni hjá Ole Liedke, sak­førara hjá teimum trimum kring­varpsfólkunum, tykist vera, at eingin teirra hevur undir fjøl­ miðla­flutninginum av málinum lagt Jørgen Niclasen undir at gera nakað revsivert. Bæði Jan Lamhauge og Liljan Weihe greiddu í sínum frágreiðingum fyri Eystara Landsrætti frá, at tey ongantíð hava sagt, at Jørgen Niclasen hevur gjørt nakað revsivert. Jan Lamhauge vísti eisini á, at Kringvarp Føroya, líka frá fyrsta degi hevur havt kunnleika um avgerð fútans, um ikki at reisa sak móti N. Niclasen í málinum, og at Kringvarpið hevur líka frá fyrsta degi boðað frá avgerð fútans. – Eg havi ongantíð sett spurnar­ tekin við niðurstøðuna hjá fútanum, um at eingin kann ákærast í málin­ um, svaraði Jan Lamhauge í Eystara Landsrætti. Christian F. Andreasen, sakførari Tey fýra miðlafólkini halda fast við, at tey, í tíðindaflutninginum um tollmálið, ongantíð hava sagt, at Jørgen Niclasen hevur gjørt nakað revsivert TOLLMÁLIÐ JØRGEN HEVUR EINKI REVSI­ VERT GJØRT Dia Midjord, kringvarpsstjóri Liljan Weihe, tíðindaleiðari Jan Lamhauge, tíðindamaður