Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 113 35 Tollmálið snýr seg um, at N. Niclasen í Sørvági árini 1989 til 1993 seldi ótollaðar vørur. Skipa­felagið Føroyar, ið hevði eina goymslu í Sørvági, í somu hølum sum N. Niclasen hevði sína goymslu, útflýggjaði vørur til felagið, áðrenn tollur var goldin av vøruni, hóast tollkreditturin hjá felag­num var uppsagdur. Sambært portal.fo og Kring­ varpi Føroya skyldaði felagið lands­kassanum stívliga 600.000 krónur í tolli, tá Tollstovan meldaði málið til fútan í 1993. Avhoyringar av tollarum og starvsfólkum á goymsluni hjá Skipafelagnum váttaðu, at vørur vóru seldar, áðrenn tollur varð rindaður av teimum. Fútin kom tó til ta niðurstøðu, at eingin kundi revsast í málinum. Fútin metti, at tollararnir høvdu vitað av trupulleikan so leingi og, við einki at gera, høvdu góðtikið framferðina. Fútin sendi málið aftur til Tollstovuna og bað um viðmerkingar, men tá ongar komu, varð málið lagt til viks. N. Niclasen, seinni Handilvirkið Niclasen fór av knóranum í 1997 og Landskassin kravdi tá Skipafelag Føroyar eftir restskuldini. Endin varð, at Skipafelagið rindaði tollin fyri ta vøruna, sum N. Nicla­sen hevði flutt inn gjøgnum Skipa­fe­ lagið. Landskassin leið eitt samlað tap á umleið 52.000 krónur. Tollmálið snýr seg um leiklutin hjá Jørgeni Niclasen. Hann var stjóri í felagnum frá 1989 og fram­ yvir. Partarnir eru ósamdir um, hvørt Jørgen Niclasen visti, at toll­kreditturin varð uppsagdur í 1988, og um Jørgen Niclasen tí kann ábyrgdast fyri upparbeiddu tollskuldina. Sakførarin hjá Jørgeni Niclasen vísir eisini á, at tollskuldin er goldin, og tí hevur Jørgen Nicla­ sen ikki elvt til nakað tap fyri landskassan. 19. desembur 2013 – Portal.fo og Kringvarp Føroya bera søguna, um at Jørgen Niclasen skal hava snýtt í tolli, meðan hann var stjóri í felagnum N. Niclasen. 19. desembur 2013 – Jørgen Niclasen tosar um málið í tíðindasendingini klokkan 18 og í Degi og Viku klokkan 19. 16. januar 2014 – Jørgen Niclasen kærir tíðindaflutningin um tollmálið til leiðsluna í Kringvarpi Føroya, men fær ikki viðhald. 16. januar 2014 – Jørgen Niclasen kærir portal.fo til Fjølmiðla­ kæru­nevndina fyri ærumeiðing og brot á góðan fjølmiðlasið. 17. januar 2014 – Jørgen Niclasen hevur tíðindafund í Miðlahúsinum, har hann leggur fram síni skjøl og gevur sína frágreiðing. Hetta er seinastu ferð, Jørgen Niclasen umrøður málið. 13. mars 2014 – Jørgen Niclasen kærir Kringvarp Føroya til Fjøl­ miðla­kærunevndina fyri brot á góðan fjølmiðlasið. 26. mai 2014 – Kringvarp Føroya sendir sendingina Eg Helt Landsins Lógir, sum í stóran mun var ein samandráttur av innsløgunum um málið, sum hava verið send í Degi og Viku síðani 19. desembur. 4. juni 2014 – Jørgen Niclasen boðar frá, at hann fer at stevna Dia Midjord, Liljuni Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarsyni fyri Føroya Rætt fyri bakbit og ærumeiðing. 16. juni 2014 – Jørgen Niclasen tekur aftur kæruna til Fjølmiðla­ kærunevndina, tí hann metir ikki, at skipanin við Fjølmiðla­ kærunevndini virkar, sum hon skal. 16. februar 2014 – Føroya Rættur fer undir viðgerðina av málinum. Dómari er Søren Holm Seerup. Tríggir dagar eru settir av til málið. Kravið er, at tey vera funnin sek í bakbiti og ærumeiðing, og at allar útsagnirnar um tollmálið verða dømdar deyðar. 25. februar 2015 – Dia Midjord, Liljan Weihe, Jan Lamhauge og Sveinur Tróndarson verða funnin sek í ærumeiðing í Føroya Rætti. 26. februar 2015 – Sveinur Tróndarson kærir dómin í Føroya Rætti inn fyri Eystara Landsrætt. 27. februar 2015 – Dia Midjord, Liljan Weihe og Jan Lamhauge kæra dómin í Føroya Rætti inn fyri Eystara Landsrætt. Tollmálið í stuttum hjá Jørgeni Niclasen helt tó, at tey fóru nakað lætt um sannleikan. Tó at tey ikki høvdu sagt, at Jørgen Niclasen hevði gjørt nakað revsivert, so vísti hann á, at Kringvarp Føroya bæði hevði lagt Jørgen Niclasen undir ikki at halda lógina, umframt at hava volt landskassanum tap, sum bæði vildu verið revsiverdar gerðir. Sveinur Tróndarson vil heldur ikki vera við, at hann hevur ákært Jørgen Niclasen fyri at gera nakað revsivert. – Eg havi einans lýst veruligu viðurskiftini í málinum, sum vísa, at grein 7 í gomlu tolllógini er brotin, greiddi Sveinur Tróndarson frá. Eisini Sveinur Tróndarson vísir á, at hann fleiri ferðir hevur víst til avgerð fútans um ikki at reisa nakra ákæru. – Eg havi heilt tilvitað ongantíð lýst tað, sum er gjørt, sum nakað revsivert. Eg havi ongantíð sagt, at landskassin misti pengar av hesum. Eg havi tó skrivað, hvør hevur goldið tollskuldina, og at tað ikki var innflytarin, sum rindaði tollin, greiddi Sveinur Tróndarson frá. Sveinur Tróndarson játtaði tó, at hann hevði sagt okkurt av tí, sum hann varð ákærdur fyri. Ákærurnar um at Jørgen Niclasen hevur snýtt landskassan fyri fleiri hundrað túsund krónur í tolli, at hann hevur svikað við tolli, at hann hevur selt vørur uttan um tollmyndugleikan og at hann hevur snýtt samstarvsfelaga sín, Skipafelagið Føroyar, játtaði hann at hava sagt, men noktaði fyri, at hann hevði ákært fyrrverandi fíggjarmálaráðharran fyri at hava stýrt søluni av ótollaðum vørum, at vitandi hava brotið tolllógina og at vitandi hava volt landskassanum tap. Málið koyrir víðari í næstu viku. Týsdagin skal Jørgen Niclasen geva rættinum sína frágreiðing. Síðani byrjað endaligu framløgurnar, fyrst hjá Ole Liedke og Bjørn á Heygum og mikudagin hjá Christian F. Andrea­ sen. Bæði Jan Lamhauge og Liljan Weihe greiddu í sínum frágreiðingum fyri Eystara Landsrætti frá, at tey ongantíð hava sagt, at Jørgen Niclasen hevur gjørt nakað revsivert Sveinur Tróndarson, blaðstjóri