Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 113 36 Við »Slør« fer Eivør aftur til røturnar og syngur á føroyskum. Talan er um eina sera fjølbroytta útgávu, ið ber brá av, at Eivør nú hevur funnið sína rætta legu SIGURJÓN EINARSON S tøvið hevði ikki somikið sum lagt seg á fyrru útgávuna ”Bridges”, ið kom út fyrr í ár, so er nýggj útgáva latin av hondum frá Eivøri. Hesa ferðina er tað ”Slør”, sum sá dagsins ljós tann 18. septembur. Meðan tann fyrra útgávan var á enskum, so er tann nýggja á føroyskum, og tað eru nøkur ár síðani, at Eivør gav eina føroyska útgávu út. Hóast talan er um tvær ymsar útgávur, ið eru latnar av hondum í ár, so eru tær vorðnar til í sama tíðarskeiði, har sangskrivaratilgongdin eisini hevur verið hin sama. Um hesa tilgongd, hevur Eivør hetta at siga: – Meðan eg skrivaði sangirnar, komu teir allatíðina til mín á tann hátt, at eg skrivaði ein enskan tekst og beint eftir kom ein føroyskur tekstur – sum eitt slag av spegilsmynd. Teir flestu sangirnar eru tí skrivaðir saman í pørum, sigur Eivør um út­gáv- urnar, í samband við at ”Slør” kom út. Meðan ”Brigdes” ber brá av heim­ longsli, vinskapi og kærleika, har hon viðger brúgvarnar millum menniskju, støð og tey ting, ið ávirka okkum, so ber ”Slør” hinvegin brá av útlongsli og tráanini eftir frælsi, og tað er tað, ið hugt verður nærri at her. “Slør” er útgáva við 10 løgum, ið Tróndur Bogason hevur framleitt, Høgni Lisberg hevur staðið fyri slagverkinum, har eisini Mikael Blak, Hallur Johnsson og Angelika Nielsen eisini eru við á útgávuni, ið er tikin upp í Studio Bloch í Tórshavn. Fjølbroytt útgáva Tá sagt verður, at “Slør” ber brá av útlongsli og tráan eftir frælsi, so fái eg tó eisini eina kenslu av, at “Slør” eisini handlar um kærleika. Hetta hoyra vit longu í fyrsta sanginum, “Silvitni”, har vit hoyra Eivør m.a. siga í tekstinum, at “eingin kann toga meg frá tær nú, eingin kann elska meg sum tú”. “Petti Fyri Petti” er kanska einasti sangurin á útgávuni, umframt “Trøllabundin”, ið eg skal koma nærri inná seinni, ið eins væl kundi verið á onkrari eldri útgávu hjá Eivøri, men har teksturin er lyftur upp í eitt hægri støði, har tú “Petti Fyri Petti sært hvør eg eri innast inni”. Í “Verð Mín”, har rødd Eivørs sleppur at floyma og gandabinda okkum, er ein sera inniligur sangur, og í tittullagnum “Slør” syngur Eivør spyrjandi “elskar tú meg”. Um vit hyggja nærri at, hvat eitt slør t.d. hjá einari brúður er fyri nakað, so er tað fyri at markera markið millum hitt núverandi og tað farna og verður eisini sæð sum eitt súmbol uppá eydnu og yvirgeving. Hetta markerar kanska tað – í yvirførdum týdningi – hvar Eivør er fyri tíðina. Við hesum seinastu útgávunum virkar hon til at hava funnið inn til sín sjálva, og tað haldi eg verður serliga markerað í hesari útgávuni, har Eivør nú veruliga hevur funnið “Røttu Skógvarnar”, sum sangurin sigur tað: “Tað tekur ofta sína tíð at finna stevið innaní”. Við “Slør” er Eivør farin aftur til røturnar og syngur á føroyskum; hetta hava vit ikki hoyrt leingi, men tað riggar sera væl til útgávuna. Tað tykist – eftir eina langa og leitandi tónleikaferð – at hon hevur funnið rætta stevið nú og er komin á rætta legu. Spurningurin er so, um Eivør verður verandi har, hon er nú ella fer víðari á síni tónleikaferð í framtíðini, men tað fer tíðin at vísa. Vónandi verður tað eisini við hesari samansetingini av fólkum rundanum Eivør í framtíðini, tí hetta riggar. Eivør hevur ongantíð verið betri enn júst nú. Vit vita øll, at røddin hjá Eivøri er í serflokki, men nú er uppsetingin og tað rútmiska eisini komið upp á sama støðu sum røddin, og tað kann ein ikki annað enn frøast yvir. Samstarvið millum Eivør, mannin, Tróndur Bogason og Høgna Lisberg hevur víst seg at rigga fantastiska væl, eins og Eivør eisini hevur fingið eina fasta kjarnu av tónleikarum, ið meira ella minni hava ferðast saman við Eivøri á hennara tónleikaferð, og tí kenna hvønn annan somikið væl nú, at alt tað tónleikaliga virkar til at fara upp eina hægri eind í útgávuni. Í “Brotin”, “Salt”, “Mjørkaflókar” og “Í Tokuni” hoyra vit um longsul og útlongsul, men hesi løgini vísa okkum eisini, at tað rútmiska og bakgrundsljóði er á einum hægri støði. Í “Salt” er eitt nú eitt postmodernað huglag ala Depeche Mode, ið riggar sera væl til leikvøllsrokk, um tað skuldi komið uppá tal, og “Í Tokini”, ið má kallast ein nýtulking av føroysku skjaldrunum, koma vit brádliga í eitt egyptiskt telduspæl í niðurlagnum, ið kveistraði meg av fótum. Ógemeina frálíkt! Seinasta lagið á útgávuni er “Trøllabundin”. Her er talan um nýggja útseting av lagnum, ið upp­ runa­liga var við í útgávuni “Eivør”. Hetta var sangurin fram um aðrar, ið vísti okkum, at Eivør tordi at fara úr tí trygga og mestsum stóð nakin, í einari eymari støðu, tá tað bert er hon og slagljóðfør hennara, ið skal bera sangin fram, men hetta ger hon altíð til lýtar. Við hesari nýggju útsetingini prógvar Eivør, at tað er ein meira tilvitandi Eivør, ið vit hoyra framføra. Her er ein, sum kennir støðu sína í tónleikinum. Kanska hóskandi, at sangurin nú endiliga kom tíl sín rætt á hesari útgávuni, og kanska serliga júst nú, tá komið er fram, at Eivør hevur gjørt tónleik til nýggja sjónvarpsrøð, ið vit nokk fara at hoyra meira til í næstum. Maðurin aftanfyri hesa sjónvarpsrøð fall júst fyri lagnum, “Trøllabundin”, so har verða nokk onkrar nýggjar hurðar latnar upp fyri Eivøri eisini, vónandi. Um at fara aftur til røturnar Tráanin hjá Eivøri á útgávuni eftir friði, umframt at útlongsul og kær­ leiki eisini er við, passar sera væl at verða borin fram á føroyskum – aftur til røturnar. Tá ein fer aftur til røturnar, so sært tú tey tingini, ið tær býðst á lívsleiðini við einum øðrum sjónarhorni. Hóast Eivør er farin aftur til røturnar, so fær ein kensluna av, at har er ein tráan at læra meira og skilja meira. Siðir, mentan, tjóð, trúgv, sosiala støðan osfr. eru øll amboð, ið kunnu hjálpa tær á tínari lívsleið, men hetta er ikki við til at lýsa teg sum persón, men heldur verða viðvirkandi til at leiðbeina teg. Ein kann fara aftur til røturnar, halda alt tað við líka og finna seg til rættis við tí verandi støðu ella royna at mótarbeiða hetta og bróta út úr tí støðu, tú ert í. Hetta hevur Eivør verið ígjøgnum, og tí virkar tað eins og hon er í einum stað í lívinum nú, har tað er góður javnvágur í tilveruni, og tað kunnu vit so njóta ágóðan av í hesari útgávu. Kanska er Eivør – við hesari útgávuni – blivin meira tilvitað um tað, ið liggur henni nær og tí virkar tað eisini meira ektað fyri meg sum áhoyrara, at hon syngur á føroyskum á útgávuni. Tað kann heldur ikki takast burtur frá Eivøri, at hon er sera skapandi. “Slør” er 10. útgávan hjá henni, har fyrsta útgávan sá dagsins ljós í 2000. 10 útgávur uppá 15 ár, umframt aðrar verkætlanir, ber boð um, at Eivør ikki liggur á latu síðuni, tá tað kemur til at skapa og gera tónleik. Hetta er kanska nokkso sigandi fyri ein persón, ið ger tað, hon hevur hug og er góð til. Men Eivør hevur ongantíð latið seg verðið bundnan niður í ein ávísan leiklut. Hon ger júst tað, henni lystir. Hon er ikki til at tálmast og ger tað, hon er best til; at skapa og trøllarbinda áhoyraran við sínum – til tíðir – gandakendum framførslum, har útlendskir áhoyrarar og ummælarar ynskja seg at skilja føroyskt, tá Eivør eitt nú framførir “Trøllarbundin”. Spurningurin er so, hvat verður tað næsta útspælið frá Eivøri og hennara harkalið. Verður tað aftur í røtunum – tí føroyska – ella skulu vit vænta okkum eitt øðrvísi útspæl enn “Slør”, har Eivør aftur fer at reika millum aðrar tónleikagreinar og stílar? Eg vóni tað ikki! Hetta er somikið gott, ið Eivør og hennara nærmasta kjarna er íholt við, at eg ynski at hoyra meira av hesum, og hvussu nógv hetta kann mennast og nørast enn meira! Tí um tú skalt uppfinna teg sjálvan av nýggjum, so krevst at tú kennir teg sjálvan og hvar tú í løtuni stendur. Ein hevur brúk fyri at skilja sínar styrkir, veikleikar, litinskap og egna søgu, og tað er har, Eivør er í løtuni. “Slør” fær fýra STÓRAR stjørnur út av fimm! TÓNLEIKUR EIVØR AFTUR TIL RØTURNAR ★★★★★Ummæli