Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. oktober 2015 sosialurin 113 44 Ikki við: Hørður Askham (langtíðarskaddur) Ivasamur: Høgni Eysturoy (lærkrikin) Við aftur: Jákup á Borg (sjúkur) Ikki við: Pál M. Joensen (knæ, langtíðarskaddur), Arnbjørn T. Hansen (knæ, langtíðarskaddur), Andrew av Fløtum (hælsinan, óvist) Ivasamir: Fróði Benjaminsen (nakkin), Rógvi S. Holm (lærkrikin) og Poul Ingason (fóturin) Ikki við restina av árinum: Bárður J. Hansen (Knæskaði), Filip Djordjevic (Knæskaði), Súni Olsen (Brotið hondina), Hans Jørgen Djurhuus (Økslin), Finnur Justinussen (Fluttur av landinum) Við aftur: Hanus Jacobsen (Aftaná knæskaða) Ikki við: Andras Frederiksberg (lærkrikin) ikki viđ: Tóki Johannesen (restina av árinum) Ivasamur: Jóhannes Hansen Jóannes Hansen S einnapartin í morgin verð­ ur punktum sett fyri kapp­ ingar­árið 2015. Hetta er 73. kappingin, síðani tað í 1942 varð farið undir at kappast um FM í fót­bólti. Bara einaferð er tað ikki eydn­ast at finna FM vinnara. Tað var í 1944, tá ið heimsbardagin var orsøk til, at eingir bóltar vóru at fáa. 2015 er 11. kappingarárið, síðani kappingin í 2005 varð víðkað at fevna um 27 umfør. Hesi árini er tað bara einaferð komið fyri, at síðsta umfar hevur verið so tíðliga, sum tað er í ár. Tað var í 2009, tá ið 27. umfar var leygar­dagin 3. oktober. Í fjør var endaumfarið 25. oktober, og í fyrra árið var tað 26. oktober. Í fjør var veðrið ólagaligt, tá ið onkur av síðstu umførunum vóru á skránni. Tá kendist tað ikki so hugaligt at venja og spæla – serliga hjá teimum sum ikki høvdu so nógv at spæla um. Feløgini heittu á eftir­metingar­ fundinum síðsta heyst á FSF um at skipa so fyri, at síðsta umfar varð undan síðstu landsdystunum. Tað tók kappingarnevndin til eftirtektar, og tí er tað, at tað í morgin verður sett punktum fyri kappingarárið, og at landsdystirnir ímóti Ungarn á úti­ vølli 8. oktober og á heimavølli ímóti Rumenia 11. oktober eru á skrá, eftir at landskappingin er liðug. Ofta hevur tað verið avbjóðing hjá landsliðsspælarum at vera í góðari venjing, tá ið síðstu landsdystirnir hava verið í november. Soleiðis er tað ikki í ár. Síðsta umfar í EM undan­ kappingin er sunnudagin 11. oktober ella annan sunnudag. Stóru spurningarnir B36 er FM vinnari, og tað verður FM fagnaður – bæði í Fuglafirði og í høvuðs­staðnum. FM steypið og gull­ krón­urnar verða handaðar í Fugla­ firði um fýra tíðina, tá ið síðsta bríksl hevur verið millum ÍF og B36. B36 ferðalagið verður stórt í Fuglafirði. Við gulli og steypi verður farið suður í høvuðsstaðin og á Vaglið, har kommunan fer at taka ímóti FM vinnarunum og ivaleyst nógvum B36 fjepparum. Seinnapartin í morgin eigur HB heimavøll í Gundadali ímóti FC Suðuroy. Bæði liðini hava knívin á barkanum: HB sigur ber rætt til euro­ peiska luttøku og 1,5 milliónir krónur við sær. FC Suðuroy hongur í klønum tráði, men tað er møguleiki fyri at bjarga sessinum í bestu deildini. Soleiðis verður tað, um FC Suðuroy vinnur, og um AB ikki fær stig á heimavølli ímóti NSÍ. Um tað eydnast AB at vinna fulla úrtøku ímóti NSÍ, so er møguleiki fyri, at argjamenn, sum alt kappingarárið hava verið illa sperdir í botnstríðnum, kunnu lyfta seg upp um bæði TB og ÍF og vinna sætta plássið! Um tað endar javnt í Gundadali, so flytur FC Suðuroy niður. Tað er góður møguleiki fyri, at HB vinnur fjórða plássið við javnleiki. Tað er tó treytað av, at KÍ ikki vinnur við seks málum ella fleiri á heimavølli ímóti EB/Streymi. NSÍ og Víkingur kappast um silvur­krónurnar. Í tí kappingini er NSÍ eitt stig og fýra mál betri enn Víkingur. Bæði liðini skulu spæla á útivølli – NSÍ á Argjum og Víkingur á úti­vølli ímóti TB, sum hevur møgu­ leika at taka sætta plássið frá ÍF. Annar hvør venjari biður farvæl Tað er greitt, at fleiri venjarar og spæl­arar í morgin fara at umboða sítt felag fyri síðstu ferð – í hvussu so er í hesum umfarinum. Helmingurin av venjarunum í fremstu røð mynstra av í morgin. Teir eru Páll Guðlaugsson (TB), Sámal Erik Hentze (AB), Trygvi Mortensen (NSÍ), Sigfríður Clementsen (Víkingur) og Jákup Mikkelsen (ÍF). Tað er greitt, at Eyðun Klakstein heldur fram í B36, at Mikkjal Thomassen heldur fram í KÍ, og at Eliesar Olsen heldur fram í EB/ Streymi, sum næsta kappingarár fer at spæla í næstbestu deildini. Tað er ikki greitt, um Milan Cimburovic heldur fram í HB. Venj­ ara­spurningurin er ikki avgreiddur í FC Suðuroy og AB. Tað verður ikki fyrrenn seinnapartin í morgin, at tað verður greitt, hvørji deild hesi liðini skulu spæla í næsta kappingarár. Víkingur setir nýtt met TB - Víkingur Lars Müller Leygardagin klokkan 14.00 Tvørámenn vóru ikki nøgdir við, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku á útivølli ímóti EB/Streymi, sum svaraði aftur og javnaði til 2-2, eftir at TB var frammanfyri 2-0. Hetta var fjúrtandi javnleikurin hjá TB. Í vikuni varð greitt, at Páll Guðlaugs­son ikki verður venjari við Stórá í Trongisvági næsta ár. Harvið verður tað síðsti dystur hjá TB og Páll Guðlaugsson saman, tá ið Víkingur kemur á vitjan. – Vit hava møguleika at vinna sætta plássið, og tað fara vit at stríð­ ast fyri at vinna, verður sagt í TB. B36 hevur vunnið FM heitið, sum teir í Víkingi ætlaðu sær, og víkingar­nir ásanna, at tað eru mongu javnleikirnir fyrsta partin av kappingini, sum eru orsøk til, at FM møguleikin hvarv fyri langari tíð síðani. Tá ið kappingin var sjey umfør gomul, hevði Víkingur fimm ferðir verið partur av javnleikum. – Tað broytir ikki so nógv, um tað endar við silvuri ella bronsu krónum, men vit fara um Suðuroyarfjørð fyri at vinna fulla úrtøku. Tað ræður um at vísa góðan hugburð. Sunnudagin ímóti HB sóu vit, at breiddin er í lagi hjá okkum. Vit fyrireika okkum til nýtt kappingarár, og avrikið ímóti TB telur í tí sambandi, sigur Víkinga lið­formaðurin Atli Gregersen. Um tað eydnast Víkingi at vinna silvurplássið, so verður tað besta enda­støðan, síðani felagið varð stovnað í 2008. Tað er longu greitt, at Víkingur hevur sett met í at skora mál. Undan síðsta umfari sigur støðu­ talvan, at Víkingur hevur skorað 66 mál. Hægsta máltalið undan hesum kappingarárinum var í 2011, tá ið Víkingur skoraði 62 mál. Í morgin fer Sigfríður Clementsen fyri síðstu ferð at hava ábyrgdina av Víkingi. Sum dagur og nátt á Argjum AB - NSÍ Páll Augustinussen Leygardagin klokkan 14.00 Tað er spenningur og ikki sørt av fjáltri í fótbóltsleguni á Argjum. Hetta var ætlað at vera árið, tá ið AB av álvara staðfesti sína støðu sum triðja høvuðsstaðarfelagið í fremstu røð. Setningurin hevur alt árið verið at sleppa undan niðurflyting. Í morgin fer NSÍ at vitja á Argjum, og tá verður avgjørt, um AB næsta kappingarár skal spæla í bestu deildini ella ikki: – Vit varðveita plássið, um tað eydnast at vinna eitt stig. Vit fara tó á vøllin fyri at vinna fulla úrtøku. Tað gera vit altíð, og avrikið í 2-2 javnleikinum í Gundadali ímóti B36, tá ið vit tvær ferðir svaraðu aftur og í løtum spældu væl, vísti, at tað eigur at bera til. Vit kunnu ikki hugsa um, hvussu tað fer at ganga hjá FC Suðuroy, so hetta mugu vit avgera sjálvir, sigur AB málverjin Heðin Stenberg. Um tað fer at vilja so mikið illa til, at AB missir plássið í bestu deildini, so verður talan um fótbóltsliga nátt og myrkur á Argjum. Hetta verður síðsta ferðin í hesum umfarinum, at Sámal Erik Hentze fer at hava ábyrgdina av AB, og hetta verður síðsta ferðin í hesum um­far­ inum, at Trygvi Mortensen fer at hava ábyrgdina av NSÍ: – AB hevur so ofta argað okkum, men í ár hava vit báðu ferðir vunn­ ið 2-1. Vit spæla fyri at vinna silv­ur krón­urnar og harvið bestu enda­ støð­una síðani FM heitið í 2007. Tað kenna vit vera góðan íblástur, sigur LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur Fótbóltur Hvør skal eiga síðsta plássið í fremstu røð verður avgjørt í høvuðsstaðnum, har bæði AB og FC Suðuroy hava knívin á barkanum ímóti ávikavíst silvurfavorittunum í NSÍ og ímóti HB, sum hevur 1,5 milliónir krónur at spæla um Upptakt til Effodeildina ítróttur Nógvir mynstra av í morgin