Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-01, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. oktober 2015síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 2. oktober 2015 sosialurin 113 45 Ivasamir: Sørmundur Kalsø, Ísak Simonsen, Heðin Klakstein (skaddir) Ikki við: Poul Nolsøe Mikkelsen (Burturstaddur), John Daniel Guðjónsson (Burturstaddur) Ivasamir: Ari Ó. Ellingsgaard (Skeikla fótin), Hallgrím G. Hansen (Lærkrikin), Tóri T. Traðará Ikki við: Bárður Olsen (knæið, ikki aftur í ár), Mikkjal T. Hentze (leikbann) Við aftur: Dion Splidt, Rógvi Poulsen, Beinir Ellefsen og Hørður M. Mohr (heim til dystin) Ivasamir: Álvur F. Christiansen (knæið), Jobin Drangastein (lærkrikin) Allir mans tøkir Við aftur: Høgni Madsen (leikbann), Búi Egilsson (leikbann) Pól Jóhannus Justinussen, sum í 4-1 heima­sigrinum ímóti KÍ síðsta sunnu­dag var trífaldur málskjútti. Báðir partar hava knívin á barkanum HB - FC Suðuroy Alex Troleis Leygardagin klokkan 14.00 Fer HB næsta kappingarár at spæla í europeisku liguni, og fer FC Suðuroy næsta kappingarár at spæla í EFFO deildini. Spurningarnir verða svaraðir í morgin, og undan fyrsta bríksli er tað greitt, at annar spurningurin verður svaraður játtandi og hin noktandi. Sunnudagin vóru teir í HB leguni ikki nøgdir við hugburð og avrik í 3-2 tapinum í Gøtu. Tað var munandi betri eftir steðgin, enn tað var í 1. hálvleiki, og nú verður vónað, at tendringin, sum sást eftir steðgin, verður at síggja frá fyrsta bríksli, nú hálv onnur millión stendur upp á spæl: – Tað kendist sum tung mót­ brekka, tá ið teir fyrsta korterið komu framum 2-0. Í øðrum hálvleiki var tað nógv betri, og tað var týdningarmikið, tí vit spæla við fleiri blaðungum monnum, sum vit rokna við eiga bjarta framtíð saman við HB. Teir geva alt tað, sum teir eiga. Vit hildu sunnudagin tørn um fjórða plássið, og tað er positivt, at tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu spæla í Europa, sigur Milan Cimburovic. Undan síðsta umfari er tað ikki avgjørt, um Milan Cimburovic fer at halda fram sum HB venjari. Í fyrradagin fyri fimtan árum síðani tryggjaði VB sær við 2-1 sigri í Gundadali á B36 fyrsta og higartil einasta FM heitið. Síðani hevur tað fleiri ferðir verið niður í næstbestu deildina og uppaftur. Í morgin verður tað greitt, um FC Suðuroy enn einaferð skal niður aftur í næstbestu deildina ella ikki: – NSÍ hevur næstfremsta plássið at spæla fyri, og vit rokna við, at NSÍ fer at vinna á Argjum. Seinna hálvleik ímóti ÍF, tá ið vit vendu 0-2 til 5-2 vístu vit fínt liðavrik og góðan hugburð. Tað hevur verið nógv fótbóltsprát í hesi vikuni, og vit fara í Gundadal fyri at vinna á HB, sigur Jón Krosslá Poulsen, sum skoraði trý mál fyri FC Suðuroy ímóti ÍF. Ólavsøkudag endaði tað málleyst, tá ið FC Suðuroy vitjaði HB. Um FC Suðuroy skal hava nakran møguleika at varðveita plássið í fremstu røð, so er fyrsta treytin, at tað hesaferð eydn­ ast at vinna fulla úrtøku ímóti HB. Milliónirnar eru í havsbrúnni KÍ - EB/Streymur Eiler Rasmussen Leygardagin klokkan 14.00 Fyri trimum árum síðani eydnaðist tað KÍ at vinna fjórða plássið. Tá bar tað ikki altjóða luttøku við sær. Bæði HB og KÍ endaðu við 45 stigum. Mál­munurin hjá HB var +22, og hjá KÍ var hann +15. HB fór avstað við triðja plássinum og europeiska at­ gongumerkinum, og KÍ stóð eftir við ongum. Síðani hevur KÍ longst eftir al­tjóða luttøkuni og europeisku millión­ unum. Higartil í ár hevur fjórða plássið, sum hesaferð ber altjóða at­gongu­merkið við sær, fleiri ferðir verið tætt við, men klaksvíkingar hava ikki tikið av, tá ið møguleikin hevur verið har. Tað er framvegis møguleiki at vinna fjórða plássið og 1,5 milliónir krónur frá UEFA. Fyrsta treytin er, at KÍ í morgin vinnur á heimavølli ímóti EB/Streymi. Í sjeynda umfari vann KÍ 4-0 á EB/Streymi í Klaksvík. KÍ klossaði illa í tí, tá ið EB/Streymur 27. juli átti heimavøll á Skála. At 4-1 KÍ leiðsla varð vend til 4-4 úrslit ber við sær, at KÍ nú er á fimta og ikki á fjórða plássi, og at KÍ møguleikin at kvalifisera seg til eurpeisku kappingina er treytaður av sigri á EB/ Streymi og av, at FC Suðuroy í morgin vinnur í Gundadali ímóti HB. Sunnudagin tók KÍ ikki av, tá ið tað endaði við 4-1 tapi í Runavík: – Tað ørkymlar okkum, at vit ikki megna at taka av, tá ið møguleikin at lyfta okkum fram á fjórða plássið aftur og aftur er har. Nú hava vit síðsta møguleikan, og vit fara heilt víst at gera okkara. So fæst at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen. Tað er greitt, at Ndende, sum tvey tey seinastu árini hevur verið í Klaksvík, og sum hevur spælt allar dystirnar í ár, næsta ikki verður í KÍ næsta kappingarár. Tað er nógv, sum bendir á, at Kenan Hajdarevic í morgin fer at umboða KÍ fyri síðstu ferð. Eliesar Olsen og hansara menn í EB/Streymi eru avkláraðir við støð­ una, sum er, at teir næsta kapp­ ingarár skulu vinna seg upp aftur úr næstbestu deildini. Ímóti TB eydn­ aðist tað at vinna eitt stig, og fyri stuttum vísti EB/Streymur við 2-1 heimasigri á Víkingi, at tað ber niður­ fluttum liði til at arga tey, sum eru væl hægri á støðutalvuni. Bestu meistararnir fara á vøllin í Fuglafirði ÍF - B36 Petur Reinert Leygardagin klokkan 14.00 Tað argar meistararnar í B36, at tað ikki er eydnast at vinna fulla úrtøku, síðani meistaraheitið varð tryggjað. Fleiri skiftingar hava verið á liðnum, og tað hevur sást aftur í avrikunum saman við at motivatiónin ikki hevur verið tann sama, sum hon var, áðrenn FM heitið var tryggjað. – Í morgin fara vit til Fuglafirðar við øllum spælarunum. Odmar Færø er farin av landinum í lestrarørindum, men hann verður við í morgin. Vit fáa gullkrónur og steyp, og eingin skal ivast í, at vit fara at gera okkara ítarsta fyri at vinna, sigur B36 venj­ arin Eyðun Klakstein. Venjarin sigur einki um upp­still­ ing, men tað er neyvan langt við síð­una av at rokna við, at Tórður Thomsen verður millum B36 stólp­ arnar í Fuglafirði. Fuglfirðingar eru vónbrotnir eftir ferðina til Vágs, tá ið 2-0 leiðsla varð vend til 5-2 tap. – Tað hevði verið hugaligt at enda eitt kiksað kappingarár við undir­ haldandi avriki ímóti meistarunum. Vit vunnu 3-1 ímóti teimum á heima­ vølli í 7. umfari, og vit ætla okkum stig ímóti teimum í morgin, sigur Dánjal á Lakjuni, sum var ein av málskjúttunum 19. apríl, tá ið B36 fór úr Fuglafirði við ongum. Fuglfirðingar eru væl nøgdir við venjaran, men Jákup Mikkelsen hevur ikki pappírini at vera venjari í bestu deildini, so í morgin fer hann fyri síðstu ferð – í hesum umfarinum – at hava ábyrgdina av ÍF liðnum. Eyðun Klakstein verður eisini næsta ár venjari hjá meistarunum í B36. Sunnudagin fer Odmar Færø av landinum, og hann verður aftur í B36 einaferð í mai næsta ár. Tað er møguleiki fyri, at Eli Falkvard Nielsen fer av landinum. Tað hevur ljóðað, at Hans Pauli Samuelsen og Tórður Thomsen eru á veg úr B36. Hetta er ikki váttað. Eftir at tað varð greitt, at Tórður ikki fer til KÍ, kann tað væl vera, at hann heldur fram í B36. Hvussu tað verður við Philip Lund er ikki greitt enn. KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 26 17 7 2 57 24 +33 58 2 NSÍ 26 15 6 5 72 37 +35 51 3 Víkingur 26 14 8 4 66 35 +31 50 4 HB 26 10 10 6 41 31 +10 40 5 KÍ 26 10 8 8 44 40 +4 38 6 ÍF 26 5 12 9 43 53 -10 27 7 TB 26 4 14 8 36 45 -9 26 8 AB 26 4 12 10 34 41 -7 24 9 FC Suðuroy 26 6 4 16 39 66 -27 22 10 EB/Streymur 26 2 5 19 26 86 -60 11 Gull-radio fyri FM vinnarunum úr B36 verður á Rás2 í dag millum kl. 13.00-17.00. Við samrøðum við venjarar, hjálpar­fólk, fjepparar og fólki innan fótbóltin. Fótbóltspanelið verður eisini á skránni, har fyrra hálva snýr seg um B36. Sendingin verður endursend leygardagin kl. 10.00. Gull-radio á Rás2