mánadagur 5. oktober 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STRÍÐ UM HVØR SKAL
GANGA Á ODDA Í
SAMBANDSFLOKKINUM
24. oktober skal Sambandsflokkurin velja nýggjan formann. Trý nøvn eru í spæli um hvør tað verður
Árni Gregersen
Sjálvt um tað tykist ómeta
liga friaðrligt og stilt ímill
um sambandsfólk, so er
aktiviteturin stórur undan
fundinum her í oktober, tá ið
flokkurin skal velja nýggjan
formann.
Kaj Leo Holm Johannesen,
fyrrverandi løgmaður, hevur
lagt frá sær sum formaður
og tí skal nýggjur formaður
velajst í flokkinum.
Millum limirnar er ikki
semja um, hvør skal ganga
fremst í flokkinum komandi
árini. Stríðið seinastu tvey
árini hevur gjørt, at flokk
urin er sundurskildur í fleiri
partar og serliga her undan,
at nýggjur formaður skal
veljast, er tað býtt sundur
millum tveir partar.
Bárður
Nielsen,
ting
maður, er næstformaður í
flokkinum og eftir hugsanini
hjá mongum í flokkinum, er
hann rætti maðurin at taka
á seg ábyrgdina av at vera
floksformaður.
Vestmenningurin hevur
luttikið í politikki í nógv
ár og hevur tær neyðugu
royndirnar til at taka á seg
tað arbeiðið, sum krevst, tá
ið ein skal standa á odda fyri
einum politiskum flokki.
Hinumegin er ein partur
av limunum í flokkinum,
sum ikki halda, at Bárður
Nielsen er rætti maðurin,
men arbeiða hart fyri, at
nývaldi tingmaðurin, Magn
us Rasmussen, borgarstjóri í
Runavík, skal vera nýggi for
maðurin.
Magnus Rasmussen hev
ur ikki áður verið partur av
tí stríði, sum hevur verið í
flokkinum og tí eru tað nógv,
sum halda, at hann er rætti
formanskandidaturin, sum
kann samla allan flokkin.
24. oktober hevur flokkur
in landsfund, har nýggi for
maðurin skal veljast.
Stríðið
Sambandsflokkurin
hevur
sitið við stýrisvølin seinastu
sjey-átta árini og hevur átt
løgmann.
Kaj Leo Holm Johannesen
hevur staðið á odda fyri
teimum samgongum, sum
hava verið hesi árini.
Fyrra valskeiðið gekk væl,
burtursæð at samgongan
ikki helt alt valskeiðið og vit
fingu eitt skifti sokallaðu
makrelsamgonguna.
Í
seinna
valskeiðnum
bleiv tað meira buldrasligt og
politiskar ósemjur tóku seg
upp. Ikki bert millum flokk
arnar í samgonguni, men so
sanniliga eisini innanhýsis í
Sambandsflokkinum.
Og her móti endanum á
valskeiðnum var ágangurin á
formannin óguvugliga harð
ur. Hetta eftir eitt fólkatings
val, sum ikki gekk nóg væl og
eftir at Hans Gammeltoft-
Hansen, kannignarstjóri kom
við sínari frágreiðing um
handfaringina av málinum
um undirsjóvartunnlar mill
um Eysturoynna og Streym
oynna og millum Streym
oynna og Sandoynna.
Ágangurin var so ógvus
ligur, at eisini millum limir í
Sambandsflokkinum, hoyrd-
ust røddir, sum mæltu til, at
formaðurin legði frá sær.
Undirsjóvarmálið
Tað var meðan Sjálvstýris
flokkkurin enn var partur av
seinastu samgonguni, at rok
tók seg upp í sambandi við
ætlanina um at gera tunn-il
millum Skálafjørðin og Tórs
havn.
Táverandi
landsstýris
maðurin, Kári P. Højgaard,
umsat samferðslumál.
Kanska
roknaði
sam
gongan ikki við, at lands
stýrismaðurin og umsiting
hansara fóru at brúka tær
heimildir, sum landsstýris-
maðurin hevði og seta ferð
á fyrireikingarnar til at gera
undirsjóvartunnilin, men har
tóku tey feil.
Saman við umsitingini
arbeiddi hann av øllum alvi
við at fremja eina privata
loysn og hann kom so langt,
at klárt var at skriva undir, tá
ið politiska skipanin vaknaði
og løgmaður steðgaði verk
ætlanini.
Men sambært kanningini
hjá
kanningarstjóranum,
sum tingformaðurin setti
eftir áheitan frá landsstýris
málanevndini, so var løg
maður ein stórur partur av
verkætlanini.
Ja, størri partur, enn løg
maður segði fyri tinginum, at
hann hevði verið.
Hetta førdi við sær, at
løgmaður fekk eina átalu frá
Løgtinginum.
Kanningin var løgd fram
23. juni, men longu áðrenn
úrslitið var lagt fram, var
greitt, at Sambandsflokkurin
hevði msit sítt fólkatingsum
boð á valinum 18.juni.
Fólkatingsvalið
Edmund
Joensen
hevur
umboðað Sambandsflokkin á
Fólkatingi og bert fá ivaðust
í, at hann fór at verða valdur
aftur, tá ið fólkatingsval var
18.juni.
Uppstillingin hjá flokkin
um var tó eitt sindur undar
lig, tá ið hugt verður eftir
henni í bakspeglinum.
Bert formaður floksins,
Kaj Leo Holm Johannesen,
var uppstillaður í Suður
streymoy. Tað vísti seg ikki
at vera nóg mikið, tí Sam
bandsflokkurin gekk meira
enn 10 prosent aftur í Tórs
havn og meira enn sjey pro
sent í øllum landinum á val
inum 18. juni.
Hetta gjørdi, at flokkurin
mist fólkatignsumboðanina.
Beinanvegin úrslitið var
greitt, ilskaðust sambands
fólk inn á formannin og tá
ið vit so fingu frágreiðing
ina frá Hans Gammeltoft-
Hansen
um
undirsjóvar
málið,
vendist
vreiðin
í
flokkinum uppaftur meira
móti formanninum.
Hann fekk ákoyringar fyri
ikki at hava tikið fólkatings
valið í álvara og so fyri ikki
at hava sagt allan sannleikan
fyri Løgtinginum.
Í hesum samanhangi var
næstformaðurin úti og bakk
aði helst ikki formannin nóg
væl.
Tað er orsøkin til, at ein
partur av teimum, sum skulu
velja nýggjan formann, nú
vilja hava onkran annan enn
næstformannin á átaka sær
formansstarvið.
Innanhýsis samgongur
Tá
løgtingsval
so
hevði
verið og tað stóð greitt, at
flokkurin eisini har fekk
eina afturgongd uppá seks
prosent, avgjørdi Kaj Leo
Holm Johannesen at leggja
kongin.
Hann boðaði frá, at flokk
urin mátti finna ein nýggjan
formann, tí hann leggur frá
sær.
Beinvegin fóru tey í flokk
inum, sum plaga at virka
politiskt handan leiktjøld
ini, í gongd við at manna seg
kring eini tvey formansval
evnir.
Í
Eysturoynni
er
ein
gráur eminensur, sum gjøg
num árini hevur havt stóra
ávirkan á, hvussu flokkurin
skipan seg. Jóhan Petersen
er formaður í sambands
felagnum í Eysturoynni.
Hann er ein av teimum,
sum helst arbeiðir fyri, at
nýggi tingmaðurin hjá Sam
bandsflokkinum,
Magnus
Rasmussen, eigur at verða
nýggjur formaður.
Onnur valfeløg vilja held
ur, at Bárður á Steig Nielsen
skal seta seg í formansessin.
Nógv tos hevur í seinast
uni verið millum sambands
fólk um hvør skal veljast.
Seinast høvdu nøkur av
valfeløgunum fund fríggja
kvøldið, har spurningurin
var viðgjørdur, hvønn tey
skulu velja.
Men í mun til fyri einum
lítlum hálvum ári síðani,
so hava feløgini nú duga
eitt sindur betur at krógva,
hvønn tey stuðla, so tað
er toført at finna fram til,
hvussu støðan er innanhýsis
í flokkinum, um hvør nýggi
formaðurin verður.
Tað er ein triði møguleiki.
Nývaldi tingmaðurin, Magni
Laksáfoss, hevur fráboðað, at
hann eisini fegin átekur sær
formansessin, men ivasamt
er, um hann hevur nóg stóra
undirtøku
millum
teirra,
sum skulu velja formannin á
eyka landsfundinum.
Tí bendir alt á, at valið av
álvara stendur millum Bárð
á Steig Nielsen og magnus
Rasmussen.
Avgerðin fellur 24. oktob
er.
FORMANSVAL
Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, hevur lagt frá sær sum formaður og 24. oktober skal nýggjur formaður veljast