mánadagur 5. oktober 2015síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114
FORMANSVAL
Hesir bjóða seg fram
Bárður á Steig
Nielsen
43 ára gamli vestmenningurin
hevur drúgvar politiskar royndir.
Hann er valdur næstformaður í
flokkinum og fær stuðul frá fleiri
av lokalfeløgunum.
Hinvegin er ikki vist, at hann
hevur so stóra undirtøku í nýggja
tingbólkinum
hjá
Sambands
flokkinum, har hann einsamallur
situr eftir av teimum, sum mann
aðu tingbólkin seiansta valskeið.
Báður Nielsen skal tí seta sítt
álit á, at tað verða valfeløgini kring
landið, sum velja hann til nýggjan
formann.
Hann hevur annars drúgvar
royndir.
Hann var valdur á ting í 2002 og
sat til 2008, tá ið hann eitt skifti var
landsstýrismaður við fíggjarmál
um. Hann var afturvaldur í 2011, har
hann eisini var valdur til formann í
fíggjarnevndini.
Magnus Rasmussen
52-ára gamli borgarstjórin í Runavík
er nývaldur í Løgtingi.
Hann stillaði upp fyri fyrstu ferð
til valið 1. september og fekk eitt
kanónval við yvir 500 atkvøðum.
Hann hevur síðani 2009 verið
formaður í Runavíkar kommunu.
Hetta starvið leggur hann frá sær
1.januar og fer fult og heilt at røkja
starvið sum tingmaður.
Magnus Rasmussen er útbúgvin
lærari.
Magni Laksáfoss
45 ára gamli Magni Laksáfoss er
valdur á ting aftur nú. Hann hevur
sagt, at hann bjóðar seg fram sum
formaður í flokkinum.
Magni Laksáfoss hevur áður
sitið í Løgtinginum frá 2008 til 2011
og hann var landsstýrismaður við
fíggjarmálum eitt stutt tíðarskeið
frá 2007 til 2008. Har avloysti hann
Bárð Nielsen.
Bárður á Steig Nielsen
Magnus Rasmussen
Magni Laksáfoss
Soleiðis velja tey
Sambandsflokkurin hevur vanliga landsfund einaferð um árið, men so er eisini
ein fundur um heysti.
Í ár verður heystfundurin 24. oktober, men undan heystfundinum – um
morgunin – er innkallað til eyka landsfund, har nýggjur formaður skal veljast.
Tey sjey valfeløgini í teimum sjey gomlu valdømunum sita á fimm atkvøðum
hvør – altso hava valfeløgini 35 atkvøður.
Harafturat eigur Ungmannafelagið eisini fimm atkvøður. Við øðrum orðum
eina feløgini 40 atkvøður.
Harumframt hevur tingmanningin rætt at atkvøða og í hesum føri eru tð
seks atkvøður.
Um flokkurin hevði havt umboð í landsstýrinum og á Fólkatingi, so høvdu
hesi eisini havt valrætt, men soleiðis er ikki.
Formaðurin í landsfelagnum, næstformaðurin og kassameistarin hava eisini
hvør sína atkvøðu eins og limirnir í starvsnevnd hava hvør sína atkvøðu.
Íalt eru tað 47 atkvøður, sum velja formannin um so er, at onki
persónssamanfall er.