Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Í dag følist sorgin sum ein eymleiki og sum sorgblíðir tankar um tað, ið ikki skuldi vera. Tað sigur vágbingurin Jógvan Dahl. Klokkan trý um náttina, tann 6, januar 1998, vaknaði hann við at tað stóðu tveir politistar í kamarshurðini og fortaldi honum, at kona hans­ara var deyð í eini ferðslu­vanlukku. Sum tíðin leið, fann hann útav, at hann kundi ikki arbeiða sorgina burtur. Men so við og við, fyltist tóm­ rúmið við onkrum, sum gav meining. Og á eldradegnum fríggjadagin, fortaldi hann, hvussu tað var at missa konuna í bestu árum, hvussu tey komu ígjøgnum ta fyrstu tíðina, og, hvussu hann fót­ aði sær aftur. Jógvan er vágbingur, hann er nú 65 ára gamalur. Barnaárini í Vági vóru góð og trygg, og tá ið hann var liðugur við fólkaskúlan, fór hann út í Stóru Dímun at vera vikarur og tað dámdi honum ógvuliga væl. Tríggjar ferðir um dagin varð ringt inn á telefon­støð­ ina á Tvøroyri, at vita um tey høvdu nakra samtalu til tey í Stóru Dímun. - Mær dámdi væl at taka mær av hesum, og so fekk eg eisini eitt prát við damurnar, ið arbeiddu á støðini. Og soleiðis kom eg at kenna Jónfríð, sum seinni varð kona mín, sigur Jógvan Dahl. Tey fóru bæði niður, har hann fór á studentaskúla og síð­ani á Læraraskúla og Jón­ fríð fór at arbeiða á einum røktarheimi og at lesa til sjúkrahjálpara. Tey fingu dóttrina Beintu í 1973, og sonin, Paula í 1975, men í 1981, fluttu tey aftur til Føroya at búgva. Tey høvdu ætlað sær til Suðuroyar, haða­ni tey bæði vórðu ættað, men har var einki arbeiði og sostatt búsettust tey í Fuglafirði. Tvey ár aftan á, í 1983, fingu tey sonin, Jákup, sum sostatt var væl yngstur av systkunum, og bleiv for­ kel­aður, sum tað munaði. Jógvan var lærari í Fugla­ firði og á Studenta­skúlanum, og Jónfríð fekk arbeiðið á Ellis- og Røktarheiminum. Tey bygdu á Kambsdali, men kreppan fyrst í nítiárunum, raktu tey so meint, at tey mistu húsini, og tí fluttu tey aftur til Danmarkar. Vaktur við deyðsboðum Jólamánaðurin í 1997 var ser­ liga hugnaligur, við góðum jólaveðri, Minnist Jógvan. Tey bæði elstu børnini vóru flutt heimanífrá og tí høvdu tey fingið sær eini minni hús. – Jónfríð pyntaði hesi hugna­ligu húsini og sat við stokkunum og bant tær síðstu jólagávurnar. Hon elskaði at hugna sær heima við hondarbeiði, og einum kaffimunni og ein guvi framman fyri sjónvarpinum, minnist hann Jógvan. Hann minnist, at týs­ kvøld­ið 6. januar 1998 fór Jónfríð til arbeiðis í náttar­ vakt, soleiðis sum hon plagdi. Hon skuldi møta klokkan 11 um kvøldið og plagdi at fara heimanífrá umleið ein hálvan tíma fyrr. – Eg vaknaði klokkan hálvgum trý um náttina, tá tað bankaði upp á. Út­ hurðin var opin sum vit eis­ ini plagdu at hava tað í Før­ oyum. Tveir politstar komu í kam­arshurðina, har eg so setti meg upp í seingini. Tann eini spurdi, um eg var Jógvan Dahl. Eg segði ja, tað var eg. Síðani segði hann: “Vi må desværre meddele dig, at din kone er dræbt i trafikken i nat.”´ Jógvan minnist, at tað fór ein óhugnaligur ylur niður gjøgnum kroppin og kenslurnar vórðu so ógvus­ ligar, at hann misti næstan tamarhaldið á sær sjálvum. - Okkurt í mær segði, at tað passaði ikki, – men ein partur visti, at tað var so, tveir politistar stóðu jú her í kam­arinum hjá mær á miðj­ari nátt og fortaldi mær hetta. - Eg bað teir fara inn í stov­una, síðani fór eg upp og fór út til teirra og spurdi, um teir vildu hava ein kaffi­ munn. Teir søgdu nei takk. Jógvan sigur, at teir greiddu honum í stuttum frá van­lukkuni. Jónfríð var komin í hálku í einum svingi, bilurin fór á glið og end­ aði við vinstru síðu beint í ein steyra, og hon doyði á stað­num. Hon var 45 ár, og sjálvur var Jógvan 47 ár. - Síðani spurdu teir um fam­ilju­viðurskifti og um, hvønn eg hevði at vera saman við. Eg segði teim­um frá teimum báðum børn­ unum, sum búði beint við. - Teir bjóðaðu sær at koyra meg og Jákup inn til teirra. Og nú hevði eg ta ómøgu­ligu uppgávu at vekja okkara trý børn á miðjari nátt –ein og ein– við ringastu boðum: Fyrst Jákup, sum var 14 ár, síðani Beintu, sum var 24 ár og at enda Paula, sum var 22 ára gamal. Jógvan sigur, at tey høvdu somu reaktión øll trý: Í fyrstuni vildu tey bara skúgva bæði meg, og tey ringu boðini, eg kom við, frá sær. Pauli hoknaði niður, sum varð hann raktur av einum skoti. Tað kendist í fyrstu atløgu ómøguligt at rúma og bera fyri nakran av okkum... - So gongur ein góð løta, har vit gráta saman, og nakað av friði kemur yvir okkum. Síðani fara vit so smátt at tosa um, hvat ið skal gerast – og í hvørjari raðfylgju. Nær skulu vit ringja heim til Føroya – klokkan var ikki meir enn fýra um náttina í Føroyum. - Vit fóru fyrst inn á sjúkr­ahúsið, har Jónfríð var komin inn. Tað var óhugna­ liga løgið at síggja ferðsluna og at síggja fólk, ið skuldu til arbeiðis, tí hjá okkum stóð verðin jú fullkomiliga still – men alt møguligt hendi rund­an um okkum. Tað var sera, sera løgið, minnist Jógvan. Tá ið tey skuldu fara inn á stovuna, har Jónfríð lá, vildi yngsti sonurin, Jákup ikki við. Hann gjørdi beinleiðis mótstøðu tí hann tordi ikki inn. - Eg tosaði við hann eina løtu og segði við hann, at eg helt at tað var best fyri hann, bæði nú og seinni, at hann kom inn, har mamma hansara lá. Tá sissaðist hann – og so fóru vit øll inn. Inni á stovuni hildu tey eina lítla andakt, har Jógvan bað faðirvár, og so sungu tey góðanáttsangin, sum tey altíð høvdu brúkt, og sum Jákup, pápi Jógvan, hevði týtt úr danska sanginum: Nu lukker sig mit øje: Hann ljóðar: Nú sovni eg av møði, Guð Faðir Harrin høgi, í varðveitslu hjá tær, frá synd og neyð og traða, tín eingil vernd mær lagað, sum Hann í dag var nær hjá mær. – Jónfríð, sum var ófør í øllum hondarbeiði, hevði broderað tekstin til hendan sangin, tá hon gekk við Beintu, og hann hevur altíð hingið uppi yvir seingini hjá okra trimum børnum, sigur Jógvan. Hann sigur, at tey systk­ ini hjá honum komu til hansara, so skjótt tey kundu – og tey vóru skjót. Trý komu úr Føroyum og hini bæði úr Sønderborg og Keypmannahavn. Foreldur og systur Jónfríð komu eisini sum skjótast úr Føroyum. - Tað var ein ótrúligur stuðul, vit fingu allastaðni. Tíðin fór við praktiskum viðurskiftum teir næstu dagarnar, og jarðarferðin var leygardagin 10. januar. Tað var ein serlig hjálp hjá okkum, at vit kendu so væl prestin, við tað at Jákup gekk í klassa við tvíburðunum hjá honum. Tað gjørdi tað lættari at tosa um viðurskiftini og at leggja jarðarferðina og ervið til rættis Jógvan sigur, at familja, starvsfelagar, og vinfólk, vóru fantastisk at stuðla hesar dagarnar, og nakrar dagar eftir jarðarferðina. - Men áðrenn tú veitst av er tað gerandisdagur aftur – og hvussu verður hann? Gerandisdagur aftur Jógvan sigur, at tað fyrsta, hann og børnini, gjørdu av, var at gera eina avtalu um at vera so saman sum møguligt – ella sum vit hildu, at vit høvdu brúk fyri. - Vit búðu øll tætt við og tað var bara ein góður hálvur tími at koyra ímillum í bili. Vit tosaðu um, at tað kundi vera nokk so ymiskt, nær hvør einstakur av okkum hevði serliga brúk fyri at vera saman við hinum. Men so skuldu vit bara siga frá. Vit tosaðu um, at tað var týdningarmikið, at vit kundu vera saman, gráta saman, minnast saman, fortelja, hvussu man hevði tað – og annars bara vera saman og vera har fyri hvørjum øðrum. Jógvan minnist serliga eitt kvøld, Jákup og hann høvdu verið í Århus saman við Beintu og Paula, og fóru heim aftur við bussi. – Tað var eitt fitt strekki at ganga frá buss­ steðgistaðnum og heim. Tað var mitt í januar, kalt og bøla­ myrkt, og vit vóru á veg heim tin eini tóm hús. Vit føldu báðir tómleikan, kuldan og myrkrið, og vit merktu kensl­ urnar hjá hvørjum øðrum, uttan at nýtast at siga nakað við hvønnannan. - Eina tíð framyvir var tað eisini soleiðis, at eg hevði eina madrass liggjandi á gólvinum inni í kamarinum hjá Jákupi, so at vit báðir svóvu tætt við hvønnannan, og høvdu møguleika at práta, áðrenn vit sløktu og løgdu okkum. - Áðrenn eg sovnaði vóru tankarnir ofta uppi á kirkju­garðinum, og tað var serliga ringt at dvala har við tonkunum, tí tað var ísa­ kaldur vetur. Til arbeiðis sum skjótast Jógvan sigur, at gjørdi av at fara aftur arbeiðis aftur sum skjótast og samstundis fór Jákup eisini aftur í skúla. Hini bæði børnini komu eisini í gongd aftur og høvdu eisini sítt egna lív saman við sínum familjum. - Gerandisdagurin var veru­leiki, men einki var ger­andis longur, einki var vanligt longur: Í dag gera vit soleiðis, men tað plagdi vit ikki. Í dag eta vit hetta til døgurða, men tað plagdi ikki at verða gjørt soleiðis. - Alt er øðrvísi. Tað vit gera, gera vit øðrvísi, tað vit hugsa, hugsa vit øðrvísi. Og tað fellur ikki nátúrligt at siga við seg sjálvan, ella hvønnannan, at nú mugu vit bara venja okkum við, at alt er øðrvísi, tí tað er so ótrúliga MISSUR EG KUNDI IKKI GRÁ SORGINA BURTUR Tá ið Jógvan Dahl, brádliga misti konuna í bestu árum, fann hann útav, at tað bar ikki til at at arbeiða sorgina burtur. Tað bar heldur ikki til at gráta hana burtur. Men hann kundi liva, sjálvt um lívið ikki altíð gav meining hvønn dag