mánadagur 5. oktober 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114
ÁTA
MISSUR
ringt at góðkenna hendan
øðrvísi veruleikan.
Jógvan sigur, at ímóti
sumri gera Jákup og hann
av at fara heim til Føroya at
ferðast.
- Tað var gott at vera í
Føroyum eina tíð tað summ
arið og at vera saman við
vinum
og
kenningum
í
Fuglafirði og á Kambsdali,
í Suðuroy og í Havn hjá
familju. Tað var ein góður
linni hjá okkum, sigur hann.
Jólini í 1998, tey fyrstu
jólini eftir at Jónfríð doyði,
hildu tey í Sønderborg hjá
Marjuni, systir Jógvan, og
tað vóru eini góð og hugnalig
jól
- Men tankarnir vóru
nógv hjá teirri elskaðu, sum
vit høvdu mist og vit grótu
eisini og tosaði um Jónfríð.
Meining kom inn
í tómrúmið
Jógvan sigur, at gerandislívið
hevði nú verið øðrvísi í eitt
ár. Tómleikan innan í sær,
føldi hann týðiliga, hóast
okkurt, sum gav meining var
komið í tómrúmið.
- Vit vóru framvegis ofta
saman, eitt nú um viku
skiftunum.
- Jógvan sigur, at hann
fór at tosa við børnini um,
at hann kundi kanska hugs
að sær at flutt aftur til
Fuglafjarðar, og tað vardi
ikki so leingi, so var tað av
gjørt.
Vit pakkaðu eina bingju
við tí mesta, vit høvdu havt
niður við fýra ár framm
anundan. Eg segði farvæl
á arbeiðsplássinum, har eg
hevði verið í næstan trý ár,
og Jákup segði farvæl við
sínar floksfelagar og lærarar,
har hann hevði verið í fýra
ár.
Jógvan fór aftur í sítt
gamla arbeiði í Fuglafjarðar
skúla, og Jákup fór í sín
gamla flokk, nú í 10 flokk.
- Upp á nógvar mátar
var tað gott at vera aftur í
Fuglafirði. Men gerandis
dagurin var framvegis øðr
vísi, og lívið gav ikki meining
hvønn dag. Eg hevði í ávísan
mun funnið útav, at eg kundi
ikki arbeiða sorgina burtur,
og eg kundi heldur ikki
syrgja og gráta hana burtur.
Men eg kundi liva hvønn dag,
og vera saman við teimum,
sum eg vardi av, og teimum,
eg elskaði – og saman við
teimum, eg arbeiddi saman
við– og saman við vinfólki.
- Og eg kundi royna at
gera tað, sum eg føldi gav
meining.
Jógvan sigur, at stutt eftir
jarðarferðina, sendi beiggi
hansara, Magnus, honum
eitt kinesiskt orðatak, sum
sigur: Tú kann ikki forða
sorganna fuglum at flúgva
uppi yvir høvdinum á tær,
men tú kann forða teimum
í at byggja reiður í hárinum.
Longdist eftir
eini kvinnu
Jógvan sigur, at hann veit
ikki, hvussu tilvitaður hann
var um sína støðu, og hvat
hann vildi. Men hann heldur,
at hann longdist eftir einari
kvinnu at vera saman við, –
bæði í gerandisdegnum og
um øll lívsins viðurskifti.
Hann møtti Maluni Mohr
í Havn, hon var lærari í
Hoyvík, og var einsimøll við
Høgna, sum var 12 ára gamal.
- Vit blivu góð og vildu
gegin vera saman, so nógv
tað lat seg gera.
Men áðrenn tað var so
leiðis alment, mátti jógvan
tosa við Jákup og fortelja
honum, at hann hevði møtt
eini damu í Havn.
- Tað gjørdi eg eitt kvøldi,
tá hann var farin í song og lá
og las.
Jógvan visti, at tað kundi
verða ein ring samrøða, tí
hann hevði verið í somu
støðu, tá ið hann var smá
drongur.
Mamma
hansara
var
deyð, tá ið hann var níggju
ára gamal, men eitt kvøldi
kom pápi hansara og setti
seg á songarstokkin hjá
honum, og spurdi, hvat hann
helt um tað, at hann skuldi
giftast aftur við einu konu,
hann hevði møtt.
- Eg brast út úr í sjóð
heitan grát, tí eg helt, at
pabba og mamma hoyrdu
saman, sjálvt um hon var
deyð trý ár frammanundan.
- Men eg tosaði so við
Jákup og segði, at daman, eg
hevði møtt, æt Malan Mohr,
hon átti ein 12 ára gamlan
son, og hon var lærari.
- So sigur Jákup: Pabba, eg
eri eisini blivin forelskaður,
og gentan eitur eisini Mohr
til eftirnavn. Eg má siga, at
tann samtalan við Jákup var
ikki trupul, sigur Jógvan.
Nakað seinni fluttu Malan
og Høgni til Fuglafjarðar at
búgva hjá teimum. Malan
fekk arbeiði í Fuglafjarðar
skúla, og Høgni fór í 6. flokki.
- Bæði Malan og eg høvdu
havt hvør sítt lív framm
anundan, og tað var ikki bara
sum at siga tað at byggja eitt
felagslív og ein gerandisdag
saman.
- Tað var vissuliga held
ur ikki lætt hjá Høgna og
Jákupi at finna útav tí.
Aldursmunurin var trý ár,
men serliga avbjóðandi var
tað fyri Høgna at koma í
eitt heilt nýtt umhvørvi við
nýggjum skúla og nýggjum
vinum. Men vit royndu
okkara besta, og royndu
at finna felags stev í okra
nýggju familju.
- Malan segði nakrar
ferðir í fyrstuni, at hon helt
ikki, at eg var komin nóg
langt í míni sorg, til at eg var
til reiðar til eitt lív saman við
henni. Eg fortaldi ofta um
mítt lív saman við Jónfríð, tá
eg var saman við fólki, eisini
tá ið Malan var við. Eg havi
spurt meg sjálvan, bæði tá
og nú, hví eg hevði so stóran
tørv at siga frá mínum fyrra
lívi. Tað fellur mær lætt at
vera opin um meg sjálvan.
Men at tosa um fortíð og
vanlagnu - var tað fyri at fáa
samkenslu frá fólki? – ella
var tað terapi fyri meg at
fortelja um hetta? Tað dugi
eg illani at svara uppá, sigur
Jógvan Dahl.
Sorgin er ein eymleiki
Jógvan og Malan keyptu
hús í Fuglafirði og settu tey í
stand, og uppá nógvar mátar
høvdu tey gott har. Men
Malan treivst kortini ikki
væl. Hon er havnarkona
við stórum H, og restin av
familjuni var í Havn.
Tí fluttu tey til Havnar
í 2005, tá ið tey keyptu
barnaheimið hjá Maluni í
Kardamummubýnum, og har
búgva búgva tey framvegis.
Malan og hann hava nú
livað saman í 16 ár. Tey hava
tað gott saman við teimum
fýra
børnunum
og
átt
ommu- og abbabørnum.
- Gerandislívið hevur nú
verið øðrvísi í skjótt 18 ár.
Sorgin kennist í dag sum ein
eymleiki og ein hugsan við
sorgblídni um tað, sum ikki
skuldi vera, sigur Jógvan
Dahl.
- Sorg er mín kærleiki til
teirra, sum eg ikki longur eri
saman við. Nøkur av mínum
kæru havi eg mist, men
lívið, sum jeg hevði saman
við teimum, missi eg ikki,
sigur hann. Hann hendar
við orðunum í filminum hjá
Wim Wenders, Himmalin
yvir Berlin, har tað verður
sagt: Einaferð var tað – og tí
fer tað altíð vera.
– Eg havi mist nøkur av mínum kæru, men lívið, eg hevði saman við teimum, missi eg ikki, sigur Jógvan Dahl.
Eina náttina vaktu tveir politistar hann og fortaldu honum, at konan var deyð í eini ferðsluvanlukku.