Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114 POLITIKKUR – EG TREIVST IKKI Í TINGINUM – Eg misti pippið tá flatskatturin varð samtyktur, og fekk ongantíð hugin aftur. Eg vildi ikki stilla upp og so slett ikki inn aftur í tingið, sigur Jóna Mortensen, sum einans fekk 27 atkvøður til seinasta løgtingsval. Barbara Holm Tað er kvøldið fyri løg­tings­valið heima í stovuni hjá Jónu Mort­ ensen. Tíð­inda­síðurnar, sosialu mi­arnir og hvørt lýsingar­ pláss á net­inum er á trem­ur við val­lyftum øðru­megin og út­ spilling av mót­støðu­fólk­unum hinumegin. Jóna ristur við høvd­ inum og loggar á Facebook. Hon veit væl, at tá atkvøðurnar eru taldar 1. september, so er hon ikki ein limur av løgtinginum longur. Og tað hevur hon tað fínt við. Á Facebook skrivar hon: »Eg havi lisið í meira enn 30 ár, um hvussu man fær frið við seg sjálvan. Hvussu man temur sítt redsisfulla ego og livir í accept við tí sum er, beint nú. Hvussu ósunt tað er fyri likam og sál at lata egoið taka yvir og alt hattar har. Ja tað er streymur í luftini í hesum døgum, har egoið rasar og ger fólk til sannar løvur, sum vilja slakta hvønn annan. Puhaaa ikki akkurát eg«. Dagarnar uppundir løg­ tingsvalið hevur Jóna vitjað kring landið. Ein maður í Suður­ oynni segði henni, at hann ætlaði at atkvøða fyri henni. – Nei, góði ikki. Eg vil ikki inn aftur, var svarið hann fekk frá tingkvinnuni. Og tá atkvøðurnar vórðu taldar var Jóna fegin. Hon slapp undan einari tingsetu aftrat. Valskeiðið byrjaði tungt Til løgtingsvalið í 2011 var Jóna Mortensen ein teirra, sum var eykavald á listanum hjá Sam­ bandsflokkinum. Og tá sam­ gongan varð skipað, vóru boð eftir henni um at taka sætið á tingi. Jóna var farin til val uppá at hjálpa teimum veik­astu í sam­ felagnum. Hon ynskti at bøta um korini hjá teimum lægst løntu, hjá pensjónistum, hjá orð­blind­ um, sálarsjúkum og so framvegis. Og eitt tað fyrsta málið hon skuldi atkvøða í gjøgnum var tann víðagitni flatskatturin. Skatta­lættin, sum mest av øllum var ein skatta­lætti til tey mest væl­havandi. – Tað smakkaði mær so illa. Eg var samd í, at skatt­urin hjá teimum, sum tjena mest, var ov høgur. Men signalið í at geva teimum ein stóra skattalætta, meðan tey veik­astu einki fingu, var ótrú­liga keðiligt, sigur Jóna. Hon viðurkennir, at henn­ ara vantandi innlit í politiska arbeiðið viðførdi, at hon í alt ov lítlan mun fekk sett síni fingra­ merki á politisk arbeiðið hjá sam­ gonguni. – Eg visti ikki so nógv um hvussu tingini gingu fyri seg, og tá eg ikki kom á ting fyrr enn eftir samgonguskjalið varð undir­ skrivað, so merkti tað eisini, at eg onga ávirkan hevði á innihaldið, sigur Jóna. Dagarnir í løgtinginum vóru harðir. Teir vóru læru­ríkir og áhugaverdir, men kanska ikki á tann mest jaliga háttin ein kann ímynda sær. – Eg havi lært meira um menniskja við at sita fýra ár á tingi. Eitt nú um hvussu ótrúliga nógv menniskju eru stýrd av sínum stóra egoið. Serstakliga í politikki – har eru tey meistarar í tí, greiður Jóna frá. Skitna spælið elvdi til einsemi Jóna Mortensen treivst væl í Sambandsflokkinum. Hug­lagið innanflokka var gott, men til tíðir vóru ósemjurnar í løgtinginum orsøk til, at Jóna settist aftur. – Eg eri kanska ov kenslu­borin. Men tá eg til dømis sá politikarar svína hvønn annan til frá tingsins røðara­palli og síðani flenna og eta saman í kaffistovuni, so hugs­aði eg mítt. Og setti meg mang­an bara einsamalla við eitt borð at eta, sigur Jóna. Undir liðini á Jónu sat ting­ kvinnan Edva Jacob­sen, sum eis­ini fall til løg­tingsvalið 1. sep­ tember. Edva var mangan ein hollur stuðul hjá Jónu, tá ið tær heldur keðiligu avgerðirnar skuldu takast. – Eg misti ofta pippið av, at samgongan ikki kundi gera meira fyri tey veikast í samfelagnum. Og eg fekk mangt høggið fyri tað, sum samgongan gjørdi og meira ikki gjørdi, greiður Jóna frá. Hon kendi tað sum, at fólk kring landið vóru vónbrotin av henni persónligt. Hóast hon bert var ein atkvøða í samgonguni og ikki lands­stýris­kvinna ella oddakvinna í teimum heldur ósosialu upp­skotunum, sum komu ígjøgnum. –­ Fólk skilja ikki tað, at samgongan og andstøðan ikki arbeiða so nógv saman, sigur Jóna. Tað smakkaði mangan Jónu illa, at hon kendi seg noydda at fella uppskot frá andstøðuni, hóast hon tók undir við teimum. – Soleiðis er tað bara. Sam­ gongan samtykkir ikki uppskot frá andstøðuni, óansæð hvussu góð tey eru, sigur Jóna. Og andstøðan er ikki nógv frægari. – Andstøðan situr hin­vegin bara og finst at, og tekur ongan­ tíð undir við nøkr­um frá sam­ gonguni. Og soleiðis verður tað ivaleyst eisini tey næstu fýra Jóna Mortensen Framhald á næstu síðu