Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 árini. Tí eri eg glað fyri at vera uttan­fyri, sigur Jóna. Stillaði upp fyri at stuðla Tað er neyvan nøkur loyna, at Sambandsflokkurin hevur siglt í tungum sjógvi seinastu árini. Ágangurin hevur verið stórur og í fleiri umførum hevur Sam­bands­ flokkurin staðið fyri skotum av ym­iskum orsøkum. Tá so Johan Dahl og aðrir profilar tóku avgerð um ikki at stilla upp, so viðførdi tað enn størri ágang á Jónu um at traðka fram fyri flokkin enn eina­ ferð. – Eg hevði boðað frá longu tá samgonguskeiðið byrjaði, at hetta var ikki ordiliga eg. Men eg helt eg skuldi stuðla flokkinum, sigur Jóna. Hon gjørdist enn einaferð eitt av nøvnunum á lista B, men ú­rslitið var neyvan tað, sum stuðlar henn­ ara vænt­aðu. 27 atkvøður til Jónu Mortensen. Fleiri miðlar og politiskir við­ merkjarar nevndu í døg­unum eftir valið, at hatta mátti vera eitt ordans niður­lag fyri fyrrverandi ting­ kvinnuna. Men soleiðis er tó ikki. Jóna væntaði sær 20 atkvøður, so 27 var heilt okey. – Eg taldi meg fram til 20 og væntaði heilt erligt ikki meira, sigur Jóna. Maður Jónu og børn teirra hildu hana sjálva eiga ábyrgdina av, at so fá settu sín kross við hana. – Tey royndi at fáa meg út at gera meira fyri tað, men eg vildi ikki. Eg segði við tey "Mamma tykkar hevur havt krabbamein, og eg vil ikki blíva sjúk aftur. Men tað blívi eg ivaleyst, um eg haldi fram í politikki, sigur Jóna. Muran og arbeiðshátturin í Løgtinginum var ov nógv av tí góða, og Jóna kendi seg noydda at traðka aftur. – Eg var ikki við til ein fund, var ikki í einum kjakið og var á ongan hátt sjónlig undir valstríðnum. So man má siga, at hasar 27 atkvøð­ urnar eru væl uppi­bornar, sigur Jóna. Hon heldur sjálv, at hon ikki egnar seg til politikk. Hetta mest av øllum, tí hon dugir ikki tað sjávsøkna spæl­ið, sum ivaleyst skal til í ting­arbeiðnum. – Eg fekk meg so illa til at senda tíðindaskriv um, at nú hevði eg spurt um hetta ella arbeitt við hasum. Hvørja ferð onkur politikari reypaði á Facebook við mynd av sær sjálvum og onkrum statusið um okkurt politiskt mál viðkomandi hevði arbeitt fyri, so hugsaði eg “hví reyp­ar tú av hasum, er hatta ikki bara títt arbeiði”, greiður Jóna frá. Men hon er tilvitað um, at tað skal til í mongum førum, tá umræður politikk, og dugir tú ikki tað nóg væl, so er trupult at liva av politikki. Ynski vælgerandi arbeiði Síðani løgtingsvalið hevur Jóna Mortensen tikið sær av løttum. Hennara frítíðarítriv eru mong í tali, og síðan 1. september hevur hon lisið minst fimm bøkur, sungið við kóri og mangt annað. Og stendur tað til Jónu, so er framtíðin merkt av væl­gerandi arbeiði. ­– Eg havi ein dreym um at arbeiða fyri Reyða Kross ella okk­ urt líknandi, sigur hon. Fyri hana er eingin ivi um, at lívið gevur best meining, tá ið tú gert okkurt fyri onkran annan. Og júst tí er politikkur ikki rætta forumið hjá fyrrverandi ting­kvinn­ uni. – Eg vandi meg ongantíð við, at fólk eru so gromm eftir valdinum og viðurkenning, sigur Jóna. Fyri hana er eingin ivi um, at eitt tað mest neiliga arbeiðsplássi í landinum er Føroya Løgting. Har er muran ring, fólk eru sjálvsøkin og eingin vil geva øðrum eitt herða­ klapp fyri sítt stríð. Tó eru løtur seinastu fýra árini, sum standa eftir sum varðar í hugaheiminum hjá Jónu. – Eg eri so fegin um, at orðblind í Føroyum hava fingið betri sømdur. Og at sálarsjúk nú hava Fountain House. Tað góða, sum er hent undir farnu samgongu er eisini ordiliga gott. Men tað manglaði ein rúgva, sigur Jóna. Hvussu arbeiðsdagarnir hjá Jónu Mortensen fara at síggja út framyvir er ikki vist enn. Sum nú er fæst hon við ymisk frítíðarítriv og okkurt vælgerandi arbeiði. Og stendur tað til hana, so er væl­ gerandi arbeiðið tað einasta hon ger komandi árini. Óansæð hvussu verður og ikki, so er í øllum førum greitt, at Jóna Mortensen ongantíð aftur fer at stilla upp til val til Føroya Løgting. barbara@sosialurin.fo POLITIKKUR Jóna Mariusardóttir Mortensen Fødd 1. desember 1953 Familja: Maður Jónu eitur Carl Mortensen og saman hava tey børnini Eyðun, Høgna og Anithu Mortensen. Arbeiðsroyndir: Hevur starvast millum annað hjá Niels L. Arge í sjey ár, í Tryggjarfelagnum Føroyum í fýra ár og í 26 ár í Eik Banka. Á Løgtingið: Fekk 161 atkvøður til løgtingsvalið í 2011, og gjørdist føst varakvinna fyri Johan Dahl, tá ið hann fór í landsstýrið. Hon var limur í Løgtingsins Mentanarnevnd og í Løgtingsnevndini Eftirlit við varðhaldsfangum tey árini hon sat á tingi. Nevndararbeiði: Verið í nevndini í Reyða Krossi og var álitisfólk hjá Eik meginpartin av starvstíðini. Hetta skrivaði Jóna á Facebook Eg var ikki við til ein fund, var ikki í einum kjakið og var á ongan hátt sjónlig undir valstríðnum. So man má siga, at hasar 27 atkvøð­urnar eru væl uppi­bornar, sigur Jóna