Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114 Málfelagið hevur í hesum døgum sent eitt Móðurmálsalfabet til øll húsarhald í Føroyum. Hóast framkomna tøkni so hevur ein feilur sníkt seg inn, soleiðis at eitt lítið »ð« endaði sum lítla »d«. Hetta er óheppið, og vit biðja hvønn einstakan mótakara av Móðurmálsalfabetinum um at bera yvir við hesum feili. Fólk kunnu hjálpa okkum við at rætta feilin við í »Ð-kassanum« at seta eina striku í lítla »d« og soleiðis fáa eitt brúkiligt lítla »đ«. Takk fyri hjálpina. Annars stendur alt stavraðið í Móðurmálsalfabetinum feilfrítt niðast á arkinum, sum øll húski í Føroyum hava fingið í postkassan. Í komandi viku verður annars eitt feilfrítt Móðurmálsalfabet at fáa til keyps í bókhandlum og onkra aðrastaðni við. Tvær útgávur verða. Ein laminerað A4 stødd og ein plakat stødd 50x70 cm. Onkur hevur róð framundir, at Málfelagið hevur uppfunnið hetta Móðurmálsalfabetið, men so er ikki. Hetta Móðurmálsalfabetið hava vit tikið úr Móðurmálsorðabókini – FØROYSK ORÐABÓK – 1. Útgáva frá 1998. Útgevarar: Føroya Fróð­ ska­parfelag og Fróð­skapar­setur Før­oya. Eitt bókstavarað ella alfabet, sum verður tikið úr eini tignar­ lig­ari Móðurmálsorðabók, kann valla kallast annað enn eitt Móður­ máls­alfabet. (C síðu 176, Q síðu 907, W síðu 1401, X síðu 1401 og Z síðu 1410 ). Tað einasta, ið Málfelagið hevur gjørt, er at lýsa tilknýtið hjá teimum einstøku bókstavunum til tað føroyska umhvørvið og dag­lig­ dagin við viðkomandi myndum og hugtøkum, ein sokallað visuali­ser­ ing av alfabetinum ella stav­rað­ num. 01.10.2015 Málfelagið – móðurmálinum at frama Dan Reinert Petersen, formaður Randi Meitil, skrivari Regin Eikhólm, kassameistari Móðurmálsalfabetið har lítla »ð« bleiv til lítla »d«. Vinarliga hjálp okkum at rætta feilin KJAK Gunvá við Keldu Býráðslimur í Klaksvíkar Býráði Fólkaflokkurin hev­ ur alla setuna verið ógvu­liga greiður í sam­bandi við hetta mál. Vit vilja at borg­ar­stjórin í Klaks­vík skal hug­savna seg og nýta alla sína orku at arbeiða fyri komm­ ununa. Tað meta vit ikki ber til við tveimum fulltíðar størvum. Borgar­ stjórin er umframt at vera politiski leiðarin, eisini ovasti umsitingarligi leiðarin í kommununi. Tá ið blaðstjórin sigur, at Fólka­ flokkurin hevur horn í síðuna á bor­garstjóranum, átti hann, sum garv­aði politiski viðmerkjarin hann er at vita, at í politikki ber ikki til at hava horn í síðuna á hvørki nøkrum politikara ella flokki. Politikkur er at hava ávirkan, skapa og at vera við til at byggja land. Gongur ikki sum ætlað, so er umráðandi at flyta fokus og síggja nýggjar møguleikar. Tað hevur verið nógv uppi í tíðini seinastu árini at geva Fólka­ flokkinum skuldina fyri líkt og ólíkt. Vil upplýsa blaðstjóran um, at henda politiska avgerð liggur ikki hjá okkum. Fólkaflokkurin hev­ur ikki valt borgarstjóran. Hann er okkara borgarstjóri tí vit eru klaks­ víkingar, og ikki tí vit sum partur av býráðnum tóku undir við at velja hann. Tað vóru Sjálvstýri, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin sum valdu borgarstjóran. Hevði borgarstjórin havt tað góða samstarvið í sam­ gong­uni, sum hann hevur ført fram alla setuna, so hevði hann óivað fingið loyvi til at sitið í báðum sessum. Tí hevði verið líkamikið, hvat Fólkaflokkurin hevði atkvøtt. Umráðandi við trúvirði Blaðstjórin sigur í somu grein, at um­boðið hjá Sambandsflokkinum í býráðnum atkvøddi fyri at loyva dupultum sessi, men Sam­bands­ flokk­urin eigur einki umboð í Klaksvíkar Býráð. Eitt er, at vit sum lesarar og hyggjarar helst ov ofta síggja politiska litin skína ígjøgnum hjá viðmerkjarum, sum flestu borgarar lata fara aftur við borðinum, annað er so, tá ið borð­ reitt verður við skeivum fakta, tá er ikki nógv eftir av trúnni uppá tað ið sagt verður og eiga vit at tala at. Vil heita á Eirik Lindenskov, eins og aðrar viðmerkjarar, at tá ið tit fara út um høvuðsstaðin, so at seta tykkum betur inn í tingini, so tað tit siga er eftirfarandi. Mangan vita vit sum lesarar og hyggjarar ikki betur og tí er takksamt at borðreiða fyri okkum tað ið passar tykkum best. At tit ikki altíð megna at halda tykk­ara politisku meiningum burt­ ur er eitt, men tit eiga at hava fakta uppá pláss, um nakað trúvirði skal vera. Fólkaflokkurin eigur ikki avgerðina Trygvi F. Guttesen Nú er nógv tosað og skriv­að um at broyta hjúna­bands­ lógina fyri at hjálpa teim samkyndu. Regin Eikhólm og Bergun Kass hava skrivað góðar viðmerkingar til umrødda mál í Sosialinum ávikavist hin 26. august, 9. september og 16. september. Haldi ikki at ynskini um at geva teim samkyndu størri rættindir eru so trupul sum tað mangan verður gjørt til, men at broyta hjúna­ bandslógina, soleiðis at lógin eisini fevnir tað, sum einki hevur við hjúna­bandið at gera, er ein løgin hugsan. Eini hjún vera framvegis eini hjún, líka mikið hvussu nógv vit kroysta inn í hjúnabandslógina. Um broytta hjúnabandslógin skal fevna um hjúnabandið, kvenn­ kynsbandið og kallkynsbandið, hvat skal so lógin eita? Hví vilja vit so fegin blanda hjúna­bandið saman við sam­kyns­ bandið? Hesi bæði eru og vera ongan­tíð tað sama. Hví ikki lata hjúnabandslógina fáa frið og so ístaðin gera eina par­ lagslóg fyri tey samkyndu við somu rættindum og skyldum, sum eini hjún hava? Tað verður eisini munin lættari at loysa málið átrúnaðarliga, um vit sleppa kravinum um at hjúna­ bandið og samkynsbandið treyta­ leyst mugu liggja í somu lógar­ skuffu. Hví broyta hjúnabandslógina? Tað er ikki rætt, tá ið blaðstjórin í Sosialinum 30. september førir fram, at Fólkaflokkurin hevur horn í síðuna á borgarstjóranum og tískil ikki vil loyva honum at sita í dupultum politiskum sessi