Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen – Tað er einki at taka seg aftur í, at tørvurin á einum nýggjum Hvalbiartunli er ómeta­liga stórur og nærm­ ast ótolandi. Í Hvalba hava vit fleiri skip, og vit hava virkir - ikki minst TG Seafood - sum hava tørv á tungum flutn­ingi. Um­ støðurnar eru serstak­liga vánaligar í mun til tann tørv, vit hava. Tað sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson, sum vísir á, at vinnulívið í Hvalba skapar rættiliga stór virðir, bæði til tey fólk, sum búgva í kommununi og Suðuroy sum heild, men so sanniliga eisini til alt tað føroyska samfelagið. – Tey skip og virki, sum vit hava her í Hvalba, selja fyri væl meira enn 200 mil­ jónir krónur um árið. Hetta er nógv meira enn ein nýggj­ ur tunnil kostar. Borgarstjórin vísir á, at alivinnan nú eisini nærkast kommununi við stórum fetum, tó at hann kundi ynskt sær, at øll viðurskifti við alingini longu nú vóru undir landi. – Viðskiftini við vánaliga tunlinum eru púrasta burtur­við, tá hugsað verður um alla ta tungu ferðslu, sum gongur gjøgnum tunnilin. Tað skulu spesialbygdir og niðursenkaðir bilar til at flyta 40 fót stóru bingj­ ur­nar, sum TG Seafood brúkar. Tá slíkur flutningur er í tunlinum, krevst serligt loyvi til flutningin, eins og neyðugt er við fylgjarabili, og tá slíkur flutningur er, kann eingin onnur ferðsla vera í tunlinum. Trúgvi Gudmundarson vísir á, at bæði hæddin og breiddin í tunlinum er ein trupulleiki. – Sýnið inni í tunlinum er ofta sera vánaligt, serliga Trongisvágs-megin, og tað er bara reint hepni, at vanlukkur ikki eru gerandis­ kostur. Tey, sum kenna umstøðurnar, ferðast við varsemi og taka atlit til ta ferðslu sum er. Truplari kann vera hjá teimum, sum ikki so ofta ferðast um hesar leiðir. Borgarstjórin vísir á, at Hvalbiartunnilin er trongur, skiftin og mangan fullur av útstoytsroyki, sum serliga hópar seg um við endan Trongisvágs-megin. – Vit fara at biðja um fund við Landsverk um at gera neyðugar og tiltrongar betringar, og partur av hesum er, at tunnilin verður vaskaður oftari. Trúgvi sigur, at eingin ávar­ingarskipan er sum sigur frá, hvussu inniluftin í tunlinum er, og her eru eingir bummar sum kunnu steingja tunnilin av, um ringast vil til, og vanlukka hendir. – Her er snøgt sagt eingin trygdarmekaniska, og hetta er ótolandi, bæði fyri vanligar borgarar, sum brúka tunnilin - og fyri vinnulívið, ið eigur tungu ferðsluna, sigur borgar­ stjórin. Sambært langtíðar­ætla­ n­ini skal arbeiðið at byggja nýggjan Hvalbiartunnil byrja í 2018, men Trúgvi Gud­mundar­son sigur seg inni­liga vóna, at henda verk­ ætlan verður framskundað. - Skip og virkir í Hvalba selja fyri væl meira um árið enn tað, sum ein nýggjur tunnil kostar at byggja, sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson Ómetaligur saknur í nýggjum tunli Nógv høvdu ikki roknað við, at seyðurin í ár fer at roynast nakað serligur, nú várið og summarið royndust so svikalig. Men, eitt er hagaseyður. Annað er heimaseyður. Leygarkvøldið flettu teir veturgamlar veðrar í einum kjallara á Sandi. Hesir lógu allir úr stívliga 50 pundum og upp í 60 pund, sum er góður skurður. Átta sløkkiliðsmenn hjá Skálafjarðar Sløkkiliði hava fingið “Dronningens fortjenestemedalje i sølv” fyri at hava verið sløkki­ liðsmenn í meira enn 40 ár Sunleiv Højgaard, tilbúgv­ ing­ar­leiðari, sigur, at tað var í 1974, at kommunurnar við Skálafjørðin sóu tað neyðuga í at skipa sløkkilið, eftir at tað fleiri ferðir í sjeyti­árunum høvdu verið eldar og óhapp, samstundis sum kommunurnar onga skip­aða tilbúgving høvdu. Tilbúgvingarleiðarin vísir á, at á felags fundi hin 4. september 1974 var semja var um at arbeiða við at fáa eitt felags sløkkilið fyri tær fýra kommunurnar, Skála kommunu, Sjóvar komm­ unu, Nes kommunu og Runa­ víkar kommunu. – Hin 10. mai í 1975 var komið so mikið áleiðis, at tá­ verandi brunanevndin gjørdi av, at hvør kommuna sær skuldi útnevna sløkki­liðs­ menn í eitt felags sløkki­lið, sum skuldi kallast Skála­ fjarðar Kommunala Sløkki­l­ið. Sunleiv sigur, at áðrenn mai mánaði var umliðin vórðu sløkki­liðs­menn út­ nevndir, og út­gerð og brand­ bilur bíløgd. ­– Millum hesar sløkkil­ iðs­menn, sum tá vórðu út­ nevndir, eru átta framvegis til dystin fús og hava verið við í fleiri enn 40 ár. Hesir hava verið trúfastir í fólk­sins tænastu út yvir tað vanliga. Tilbúgvingarleiðarin veit eisini at siga, at tá há­ tíðar­haldið var í kantin­uni í Løkshøll 3. oktober, vóru fleiri sløkkiliðsfólk og familj­ ur teirra savnað. – Tað var formaðurin í tilbúgvingarnevndini, Jó­ hann­us Danielsen, sum við hátíðarhaldið prýddi teir við stóra heiðri­num "Dronn­ ingens for­tjeneste­medalje i sølv”, leggur Sunleiv Høj­ gaard aftrat. Nú makrelvertíð er, er stundum eisini rættiliga trongt við bryggjuna á Tvøroyri, har uppsjóvarskip landa makrel, og farmaskip eru eftir virkaðari vøru - Eg vóni inniliga, at verkætlanin at byggja nýggjan Hvalbiartunnil verður framskundað, sigur Trúgvi Gudmundarson Mynd: Vilmund Jacobsen Ókeypis ansing í 3 mánaðir Fuglafjarðar kommuna hevur tikið eitt serstakt stig, sum er at lata eina vælkomstgávu til nýggjar borgarar, sum flyta til Fuglafjarðar kommunu. Á heimasíðuni hjá kommununi verður sagt, at vælkomstgávan er taska, pennur, blokkur, filmur og ein faldari, sum kunnar um kommununa í tølum - og ein heilsan frá borgarstjóranum. Men, størsta gávan í øllum hesum má tó sigast vera, at Fuglafjarðar kommuna bjóðar ókeypis barnaansing í tríggjar mánaðir - til hvørt barn undir skúlaaldur á dagstovninum, Stropanum. vilmund@sosialurin.fo vilmund@sosialurin.fo Teir hava verið trúgvir í tænastu - í meira enn 40 ár Trúgvir sløkkiliðsmenn