Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114 SøluRásin, sum hevur verið í ítróttarhøllini á Skála í sam­full 17 fylgjandi ár, er í ár avlýst vegna vantandi undirtøku. Tað eru ítróttarfeløgini á vestara armi á Skála­ fjørðinum, sum øll hesi ár hava skipað fyri SøluRásini, men í ár er tiltakið avlýst. – Vit hava tikið avgerð um, at eingin sølustevna verður í ár. Stevnan hevur verið hildin í 17 ár uttan steðg, og hevur hon øll árini verið sera væl vitjað. Tað sigur Anfinn Gærd­ um, primusmotorur aftan fyri Stáluna og eisini aftan fyri stóra tiltakið, sum Sølu­ Rásin er. Gott treysti – Orsøkin til, at vit hava gjørt av at avlýsa sølustevnuna í ár er, at tað eru ov fáir fram­ sýnarar. Vit vilja fegin koma sterkt aftur komandi ár og um somu tíð. Anfinn Gærdum vil gjarna nýta høvið at takka øll­um, sum teknaðu seg til sølustevnuna í ár. – Feløgini – Skála Ítróttar­ felag, Skála Róðrarfelag, StÍf og Strálan – fara við góð­um treysti at skipa fyri SøluRásini aftur næsta heyst, leggur primusmotorurin aft­ rat. vilmund@sosialurin.fo Eitt av skeiðunum, sum verður nú í heystfrítíðini, snýr seg um áseymaðar myndir, og tað er danska kvinnan, Anni Haraldsen, sum verður lærari. Anni hevur drúgvar royndir við áseymaðum myndum, og hon hevur áður eisini havt framsýning í Gallerí Ribarhúsi. Brynhild Næs Petersen sigur, at skeiðið hjá Anni verður á loftinum í Ribar­ húsi, og enn eru nøkur pláss eftir. – Her kunnu fólk læra at seyma myndir, sum verða evnaðar burturúr toy­ restum, tylli, garni og ull. Brynhild Næs Petersen sigur, at á skeiðnum hjá Anni Haraldsen verð­ ur høvi at evnað bæði náttúrumyndir og and­ lits­myndir - alt eftir, hvørji myndaevni skeiðs­ luttakararnir hava hug at arbeiða við. – Hetta skeiðið verður í viku 42 - frá 12.-16. oktober og frá klokkan 10-16, leggur hon aftrat. vilmund@sosialurin.fo - Vit hava tikið avgerð um, at eingin sølustevna verður í ár. Stevnan hevur verið hildin í 17 ár uttan steðg, og hevur hon øll árini verið sera væl vitjað. Men, í ár hava vit avlýst sølustevnuna vegna vantandi undirtøku, sigur Anfinn Gærdum Fuglafjarðar Kvøldskúli hevur ein hóp av ymiskum forvitnisligum skeiðum í vetur Í heyst verður eingin SøluRás Tangavirkið í Vági hevur fingið sín størsta sáttmála nakrantíð, nú smiðjan í Vági skal hjálpa SEV við at útbyggja el-verkið í Vági Í hesum døgum ger tunnils­ felagið, sum skal standa fyri at gera Eysturoyartunnilin, boriroyndir í Saltnesi. Líknandi boriroyndir vórðu gjørdar hinumegin Skálafjørðin - við Sjógv á Strondum - fyri nøkrum døgum síðan. Fiska upsa og makrel Eitt línuskip er í Eysturgrønlandi og frystir veiðina umborð. Eitt skip er í Íslandi, men er júst byrjað túr. Eitt línuskip er eisini á Rygginum og landar í dag. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin á Rygginum fyri tað mesta er smáligur. - Vit vænta skipið av Rygginum í dag og eitt ella tvey skip aftrat seinni í vikuni. Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin er góður aftur, og veðurútlitini eru hampilig. - Vit vænta tí nakað av útróðrarfiski, mest toskur, hýsa og okkurt smávegis av øðrum. Flestu partrolarar fiska upsa í løtuni, og skipini koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin er framvegis smáligur. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa, og teir koma væntandi inn at landa í dag. Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og kongafisk og kemur helst inn at landa seinnapartin av vikuni. - Ein annar djúpvatnstrolari fiskar stinglaks, og restin av trolarunum fiska makrel. Lagt verður aftrat, at fýra trolbátar eru til fiskiskap og fiska makrel. Restin av trolbátunum liggja við bryggju. vilmund@sosialurin.fo Anfinn Gærdum noyðist í ár at ásanna, at undirtøkan fyri SøluRásini í ár ikki var nóg stór, men ætlanin er at koma sterkt aftur næsta heyst Áseymaðar myndir