fríggjadagur 7. juli 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
RÚNAR REISTRUP
Vit eru farnir út at leita eftir
honum - manninum við
krossinum, ið øll tosa um.
Vit hava fingið at vita, at
hann varð sæddur umborð
á Gomlu Ternuni seinna-
partin týsdagin, og at hann
eftir øllum at døma er á veg
til Havnar.
Stutt eftir at vit hava koyrt
framvið gula skeltinum, ið
sigur frá, at her endar Havn-
in, síggja vit ein mann koma
gangandi niðan ígjøgnum
Hvítanesbrekkuna - við ein-
um stórum krossi liggjandi
á herðunum.
Jú, myndin minnir ikki
sørt um ta myndina, ið mál-
að verður av Jesusi, tá hann
sjálvur bar krossin út á Gál-
gata.
Men har er í hvussu er ein
munur á Jesusi og Keith.
Jesus brúkti ikki hjól.
Fyri at lætta eitt sindur
um byrðuna, hevur brúni
krossurin hjá Keith nevni-
liga eitt hjól í niðara enda,
so ístaðin fyri at draga
krossin eftir vegnum, rullar
krossurin
á
hjólinum.
Smart.
Bukaður, skotin og
yvirkoyrdur
- Við Guðs hjálp havi eg
gingið í fimtan ár. Saman-
lagt havi eg gingið einar 22
túsund kilometrar og eg
havi verið í fleiri enn hund-
rað londum við hesum
krossinum, greiðir Keith
Wheeler frá. Hann setir
krossin frá sær og gevur sær
góða tíð at práta.
– Eg eri blivin bukaður
og steinaður. Eg havi sitið í
fongsli fjúrtan ferðir, eg eri
blivin yvirkoyrdur av bili
tríggjar ferðir, fólk hava
skotið eftir mær, sett knívar
á barka mín, sett byrsumúl-
ar fyri pannu mína, og eina-
ferð eg gekk við krossinum
úr Panama til Meksiko -
ígjøgnum øll tey kríggsøki,
ið tá vóru á tí leiðini - varð
eg tikin í Meksiko og skuldi
avrættast. Har stóðu fýra
menn við byrsum og taldu
upp í trý, áðrenn teir skuldu
skjóta, men tá teir vóru
komnir til tvey, duttu teir
allir niður og fóru at gráta,
greiðir Keith eldhugaður frá
við einum smíli á varrunum.
Spurdur hví hetta hendi,
gerst amerikumaðurin við
krossinum lítilátin og sigur,
at byrsumenninir søgdu seg
hava sæð eitt ljós kring
hann. Helst var hetta eld-
flugur fáa vit at vita.
– Ella kanska var tað ein
eingil ella Jesus sjálvur,
leggur Keith so afturat.
Trúarbólkar eru av tí
ónda
Krossberin er tættur sum
tunnan tá prátið fellur á trú-
arbólkar.
– Tú fært meg ikki at siga
hvørjari samkomu eg hoyri
til heima í Oklahoma, Fyri
mær hevur tað ongan týdn-
ing hvønn bólk av kristin-
dóminum fólk hoyra til og
trúarbólkar eru í roynd og
veru ímóti vilja Guðs, at tí
hesir eru til fyri at taka dag-
ar ímillum seg og aðrar
bólkar, sigur Keith.
Hann hevur eisini valt at
loysa seg frá teimum karm-
unum, sum ein kirkja ella
eitt samkomuhús seta.
– Eg eri ikki prædiku-
maður – eg eri pílagrímur á
ferð. Mær dámar einki at
prædika á møtum ella í
kirkjum, tí tá tosi eg, og hini
lurta. Her á vegnum steðga
fólk, fara úr bilinum, og so
práta vit. Tað er stórur mun-
ur millum at prædika fyri
eini samkomu og at tosa við
fólk á alfaravegnum um Jes-
us. Mær dámar betur tað
seinna, tí tá eru fólk meira
áhugað – meira til staðar,
sigur Keith og fortelur um
tey mongu, sum hava steðga
bili sínum og eru komin út
at tosa við hann hesar fáu
dagarnar, hann hevur gingið
í Føroyum.
– Eg væntaði ikki at fólk
fóru at taka ímóti mær á
hendan hátt. Eitt par steðg-
aði bili sínum, og stigu út,
meðan tárini runnu efir
kinnum teirra. Tey klemm-
aðu meg, og vildu nærum
ikki sleppa aftur. Tað var ein
rørandi uppliving, sigur
Keith
Líkist Jesus - og tó
Hevur tú upplivað at fólk
hava mistikið teg fyri at
vera Jesus ella Messias?
– Nei. Jesus hevði einki
hjól á sínum krossi, og hann
doyði á sínum krossi. Vón-
andi doyggi eg ikki á hesum
hjóldrigna krossi, men geri
eg tað, so kann blóð mítt
ikki taka syndir burt frá
nøkrum. Tá Jesus doyði tók
hann burtur syndirnar hjá
okkum øðrum. So eg eri á
allar mátar ólíkur Jesusi.
Keith Wheeler hevur tó
einaferð upplivað, at fólk
veruliga hava hildið hann
verið Jesus. Tað var tá hann
gekk í Rwanda, tá ræðuligt
kríggj herjaði har.
– Eg havi sæð nógv ringt,
men ongantíð so nógv og
so ræðuligt sum í Rwanda.
Eg fari altíð at minnast eina
uppliving í hesum ræðu-
leikaherjaða landi. Eg gekk
inn í eina bygd. Hár og
skegg mítt var vælvaksið og
eg var skitin eftir túrin
ígjøgnum frumskógin. Tá
eg kom til bygdina, reisti
elsti maðurin í bygdini seg
upp og byrjaði at klappa við
hondunum, og sama gjørdu
síðan øll bygdafólkini. Øll
høvdu tey tár í eygunum.
Teirra verð var komin at
enda, og tey hildu at eg var
Jesus. Eg mátti siga teim-
um, at eg tíverri ikki var
frelsarin, men at eg var vin-
ur hansara, og at hann ong-
antíð var langt burturi.
Krossurin er ikki bara
til pynt
– Eg gangi við hesum krossi
fyri at gera sum Guð sigur.
Eg eri sannførdur um, at
Guð hevur kallað meg at
gera hetta, og at hann brúkar
hetta sum eina mynd, ið skal
fáa boðskapin hjá krossin-
um út millum fólk. Nógv
hava ein kross hangandi í
hálsketu, men slíkt síggja
onnur fólk fyrst og fremst
sum ein prýðislut. Tað er
beinanvegin nakað annað,
um ein maður kemur drag-
andi við einum krossi eftir
vegjaðaranum. Tá gerast
fólk noydd at síggja krossin,
sum tað hann er.
Hvussu leingi ætlar tú at
halda fram at ganga?
– Hvør veit? Kanska
verði eg yvirkoyrdur og lati
lív av teirri grund, áðrenn
eg fari úr hesum landinum
– kanska verði eg skotin,
hóast eg meti tað vera lítið
sannlíkt at tað fer at henda
her í Føroyum. Men tað
stutta av tí langa er, at eg
havi lært ongantíð at taka
næsta andadrátt sum givn-
an, og tí hugsi eg heldur
ikki um, hvussu leingi eg
skal halda fram at ganga við
hesum krossinum. Eg haldi
bara fram til Guð sigur
»steðga!«.
– Lívsmálið hjá mongum
er at tey skulu liva væl so
leingi sum gjørligt. Men eg
haldi, at um tú fylgir Jesusi
sum eg geri, má málið vera
at fáa meira lív í tey árini
ein hevur. Eg kann doyggja
hvørja løtu. Men eg veit, at
eg longu havi livað meira
enn flestu onnur. Flestu fólk
eru bara til - tey liva ikki.
Kallaður til ókent stað
Keith Wheeler hevur konu
og tvey børn. Tey eru mang-
an við á ferðum hansara,
men á Føroyatúrinum er
hann einsamallur saman við
einum hjálpara, ið altíð er
við honum.
Undan ferðini til Føroyar
hevur hann verið í Noregi,
Svøríki og Svalbard og gin-
gið. Í gjár fór Keith heim-
aftur til Oklahoma í USA,
har hann skal vera í tríggjar
vikur, áðrenn leiðin gongur
til Pólands, har hann skal
vera við í eini felags gongu.
Men hví kom hann til Før-
oya?
– Guð kallar meg har,
hann vil hava meg at fara.
Fyri at siga tað sum tað er,
so visti eg ikki at nakað æt
»Faroe Islands«, tá Guð
heitti á meg um at fara higar.
Hann bað meg í sama við-
feingi fara til Svalbard, og
tað kendi eg heldur einki til.
So eg mátti fyrst finna hvar
á landkortinum londini
lógu, greiðir Keith Wheeler
frá.
Guð viti hví
Hann sigur seg einki vita
um hví Guð sendi hann til
Føroyar júst nú, so tann
spurningin kunnu vit bert
gita um.
Vit siga farvæl við amer-
ikanska krossdragaran, sum
er blivin eitt sindur kaldur
av at standa stillur so leingi.
Hann er bara klæddur í
buksum, eini skjúrtu og ein-
um vesti, so tað er kanska
einki at siga til at føroyska
veðurlagið hevur kølt hann
eitt sindur niður hesa løtuna.
Men Keith sleppur ikki
langt. Í ein hálvan tíma hev-
ur ein maður gingið og vál-
að nakað burturfrá, og tá
krossdragarin hevur gingið
einar fjøruti metrar, fella teir
báðir í tos.
Nei, maðurin við krossinum
hevur ongan skund.
Jesus brúkti ikki hjól
39 ára gamli amerikumaðurin Keith Wheeler hevur ongan skund. Tá vit hitta hann oman fyri Hvítanes, hevur hann
gingið heilt úr Sørvági dragandi ein stóran brúnan kross. Men tað er lítið av miklum. Farnu fimtan árini hevur Keith
drigið krossin tveyogtjúgutúsund kilometrar ígjøgnum eini hundrað lond
Mynd: Jens Kristian Vang
gult cyan magenta svart
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 128 - 7. juli 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Nýggjar kanningar
Viðmerking:
HÓAST feriutíð og agurkutíð hjá pressuni,
so koma kortini bæði tíðindi og áhugaverd
úttalisi frá landsins hægsta stað í hesum
døgum, landsstýrinum. Fíggjarmálaráðharr-
in og fiskimálaráðharrin boðaðu til fundar
nú um dagarnar um fleiri týðandi og áhuga-
verdar spurningar, sum hava tilknýti til fiski-
vinnuna og búskapin komandi ár.
EISINI frá hægsta stað í Tinganesi eru komin
úttalilsi, sum uttan iva mong halda vera
áhugaverd. Eitt nú boðaði løgmaður frá nú
um dagarnar, at landsstýrið umhugsar at
fáa óheftar serfrøðingar á búskaparøkinum
til at gjøgnumganga og kanna búskaparligu
støðuna í landinum og tengja hetta saman
við tí, sum er komið fram undir samráðing-
unum við danir um m.a. skiftistíð.
TAÐ kann einki verða skeivt í tí at lata
uttanveltaðar búskaparfrøðingar og aðrar
frøðingar gera kanningar av bæði hesum
og hasum slag, um hetta má metast at
gagna Føroyum og føroyingum. Ein kann
siga, at tá hava vit so uppaftur fleiri kann-
ingar at taka støðu út frá. Í løtuni fyriliggja jú
fleiri slíkar kanningar frá bæði føroyskari
síðu, íslendskari, danskari og heldur ikki
mugu vit gloyma frágreiðingina, sum vinnu-
málaráðharrin bað um frá newzealendskum
og amerikonksum búskaparfrøðingum.
LATIÐ okkum fáa alt á borðið, sum kann
lýsa øll hesi mál meira gjølla. Tá er tað
eisini av týdningi at arbeiðssetningarnir, sum
antin IMF fólk ella onnur fáa, eru so breiðir
og objektivir, at hetta er tilfar, sum ikki bert
landsstýrið kann brúka men sum allir polit-
iskir flokkar og annars føroyingar sum heild
kunnu hava gagn av. Einki er so ringt sum
at byggja dialogin um framtíðina sum uppá
gitingar og hálvar kanningar og metingar.
TAÐ vil tí eisini verða rætt av landsstýrinum
at fáa ein meting frá øðrum enn teimum,
sum standa landsstýrinum nær, hvat ein
møgulig IMF-kanning skuldi innihildið. Tað
ringasta, sum kann henda er um vit frá
byrjan leggja tingini skeivt upp. Tað má nú
vera skyldan hjá landsstýrinum at fáa kann-
ingar gjørdar, sum ikki hava nakað ávíst
politiskt sikti. Sjálvandi skulu vit hava tilfar á
borðið, sum kann greina og greiða tað mót-
spæl, sum vit hava fingið frá danskari síðu í
samráðingunum. Hvussu rættar eru donsku
metingarnar - ella hvussu skeivar eru tær.
Og hvussu rættar ella skeivar eru okkara
egnu metingar! So øll kort á borðið.
VIT eiga ikki at gloyma, at ein stórur meiluti
av føroyingum vil størri sjálvstýri og eisini
eina sjálvstøðugar Føroyar í framtíðini -
innan fyri verandi ríkisfelagskap ella innan
fyri eitt annað slag av ríkisfelagsskapi enn
tann, sum í dag er galdandi. Spurningurin
og ósemjan snýr seg m.a. um, í hvørjum
tempo hetta skal vera í og hvussu karmarnir
skulu síggja út.
Sosialurin leggur um til litir
EIRIKUR LINDENSKOV
Sum lesarar okkara helst
hava varnast, eru vit so
smátt farnir at prenta blaðið
í litum. Hetta er vorðið gjør-
ligt, nú Sosialurin og
Dimmalætting hava lagt
prentsmiðjurnar saman í
eina prentsmiðju, nevnd
Prentmiðstøðin.
Við hesi samanlegging er
nú bert ein blaðprentsmiðja
í Føroyum, sum ríkiliga
nøktar tørvin. Fara vit bert
nøkur fá ár aftur í tíðina,
høvdu flestu bløðini sína
egnu prentsmiðju. Dimma-
lætting var tann fyrsta, ið
legði um til rotatiónsprent,
men Sosialurin og Dagblað-
ið fylgdu skjótt eftir.
Prentsmiðjan hjá Dag-
blaðnum fórst, tá blaðhúsið
brann í grund fyri eini 10
árum síðani. Dagblaðið
hevur síðani verið prentað
fyrst á prentsmiðjuni hjá
Sosialurin, men seinnu árini
hjá Dimmalætting.
Krøvini til prentdygdina
eru nógv økt seinnu árini,
ikki minst krøvini um lit-
prent. Av tí at báðar prent-
smiðjurnar høvdu tørv á
stórum íløgum til tess at
nøkta hesum tørvi, varð
gjørt av at leggja verandi
prentútbúnaðin saman so at
vit í felag kunnu gera íløgur
í enn betri litprentmaskinur.
Sosialurin hevur ikki fyrr
verið prentaður í litum, og
skulu tí munandi umlegg-
ingar gerast í blaðfram-
leiðsluni í blaðhúsum okk-
ara á Argjum. Hesar um-
leggingar eru í gongd nú,
og sum lesarin hevur lagt
til merkis, hava øll bløðini
ikki verið prentað í litum.
Hetta er sjálvsagt av tí, at
umleggingarnar ikki eru
komnar upp á pláss enn. Tó
verður altíð gjørligt at
prenta lýsingar í litum.
Væntandi eru allar um-
leggingarnar komnar upp á
pláss eftir summarfrítíðina,
og kemur Sosialurin tá ú tí
nýggjum líki.
Á forsíðuni á Oyggjatíðindi
mikudagin 05.07.2000 er
grein um Heðin Arge Jensen
og hansara »Black mailan«
av føroyskum tónleikabólk-
um. Í hesi grein nýtur
Oyggjatíðindi eina dul-
nevnda keldu úr føroyska
tónleikaheiminum. Í sam-
røðu við blaðið nevnur
Heðin Arge Jensen meg, Ni-
els Una Dam, sum ein sum
kanska kennur seg snýttan.
Hetta fær tað at tykjast, sum
um eg eri tann dulnevnda
keldan.
Viðmerking til grein í Oyggjatíðindi
Eg vil tí gera greitt, at eg
ikki eri keldan til hesa grein.
Um eg ætli mær at finnast
at Heðin Arge Jensen í fjøl-
miðlunum verður tað ikki
dulnevnt. Eg aldi lítið um
fjølmiðlar, ið lata dulnevnd
fólk hanga navngivin fólk
út. Slíkar fjølmiðlar vildi eg
helst sloppið undan at verða
settur í samband við.
Vinarliga
Niels Uni Dam
Dalslandsgade 8, J-802
2300 Keypmannahavn S
Ein stovnur, ella ein fyri-
tøka, við einari arbeiðsskip-
an, sum bjóðar starvsfólki
sínum álvarsamt og fram-
haldandi stressað arbeiðs-
umhvørvi, er ein vánalig
virkisskipan. Hetta heldur
Torbjörn Åkerstedt, pro-
fessari við Karolinska Ins-
tituttet. Hann helt fyrilestur
á fundi hjá Norðurnevndini
í Norðurlandaráðnum í Oslo
týsdagin 27. juni um stress
og at vera útbrendur. Hann
heldur, at minkandi starvs-
fólkatal, økt effektivitetsk-
røv, størri ávirkan og óav-
markað ábyrgd saman við
skiftandi arbeiðstíðum (eftir
treytum arbeiðsgevarans)
og samdøgurs-framleiðsla
eru atvold til økingina
seinnu árini av stress og
stressavleiddum sjúkum.
Tøl úr Svøríki vísa eina
øking í sjúkrafráveru orsak-
að av stress upp á 50% síð-
ani 1997. Økingin av stress-
avleiddum sjúkum í sama
tíðarskeiði var 100%. Talið
av fólki, sum hava svøvn-
trupulleikar og møði at
dragast við orsakað av
stress, er økt við 50%. Åk-
erstedt, professari, roknar
við, at tølini fyri hini norð-
urlondini helst eru nakað
tey somu.
Hann vísti eisini á eina
kanning, sum ein finsk
kommuna
hevði
gjørt.
Kommunan hevði roknað
við at spara 10% við at seta
starvsfólkatalið og annað
tilfeingi niður við eini helvt.
Men henda sparing varð
skjótt etin upp av øktum
kostnað av stress og stress-
avleiddu sjúkum og sjúkra-
fráverum.
Formaðurin í Norður-
nevndin skeyt upp í sam-
band við frágreiðingina hjá
Åkerstedt professara, at
Norðurnevndin átti at tikið
hetta orðaskiftið uppaftur, tá
núverandi virkisskipanin í
nógvum norðurlendskum
fyritøkum eftir øllum at
døma førir við sær stóran
kostnað fyri bæði einstak-
lingar og samfelag.
Á fundinum viðgjørdi
Norðurnevndini eisini upp-
skot um stuðul til tann sjálv-
bodna sektorin í Norður-
londum, uppskot um felags
norðurlendskt átak móti
rúsevnismisnýtslu umframt
móttiltøk ímóti teimum
negativu árinunum á norð-
urlendsku vælferðarskipan-
ina av globaliseringini.
Fyri Føroyar sita Jógvan
við Keldu og Dan R. Pet-
ersen í Norðurnevndini hjá
Norðurlandaráðnum.
Stressað arbeiðsumhvørvið
»Stressaðar« virkis- og stovnsskipanir gera einki gott
Torkil Johannesen, tekniskur leiðari á Sosialinum, prentaði seinasta blaðið á Argjum, 23. juni
Mynd: Jan Müller