Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. juli 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JOHN JOHANNESSEN Landsstýrismálanevndin hevur ikki gjørt sína skyldu, tá hon kannaði, um Helena Dam á Neystabø hevur bor- ið seg skeivt at í pensjóns- málinum. Hetta staðfestir løgmaður. Hann vísir á, at nevndin í staðin fyri at kanna málið liðugt, hevur sett fram nak- rar spurningar og síðani beint málið yvir á løgmann. – Hetta er tað sama sum at gera eitt løgfrøðisligt mál til eitt politiskt mál, stað- festir løgmaður. Brotið stýrisskipanarlógina Sambært løgmanni hevur landsstýrismálanevndin brotið stýrisskipanina, um hon veruliga er so sannførd um, at Helena Dam á Neystabø hevur borið seg so skeivt at, sum Kristian Magnussen og Edmund Joensen vilja vera við. – Landsstýrismálanevnd- in eigur sambært stýrisskip- anarlógini at seta ein kann- ingarstjóra at kanna málið, metir hon illgruna vera um, at ein landsstýrismaður hev- ur borið seg óregluliga at, sigur løgmaður, og hesum er Bjørn á Heygum, advo- katur, samdur við honum í. Men landsstýrismálanevnd- in hevur ikki sett kanning- arstjóra at kanna málið. Í staðin hevur hon heitt á JOHN JOHANNESSEN Landsstýrismálanevndin hevur ikki skyldu at seta ein kanningarstjóra at koma við einari niðurstøðu í sam- bandi við kanningina av embætisførsluni hjá Helenu Dam á Neystabø. Hetta staðfestir Anfinn V. Hansen, advokatur, saman við øðrum advokatum, sosi- alurin hevur tosað við. Grundarlagi undir hesi niðurstøðu er tað sama, sum grundarlagi undir ákærun- um frá løgmanni um, at landsstýrismálanevndin hevur brotið stýrisskipanar- lógina. Í grein 38, stykki 2 í stýr- isskipanarlógini stendur nevniliga, at landsstýris- málanevndin kann krevja, at løgtingsformaðurin setir ein kanningarstjóra, um hon hevur illgruna um, at lands- stýrismaðurin hevur borið seg óregluliga at. Kann merkir kann Advokatarnir eru samdir um, at hetta merkir, at landsstýrismálanevndin kann seta ein kanningar- stjóra, um hon metir tað vera neyðugt. Landsstýrismálanevndin hevur ikki, eins og løgmað- ur sigur, skyldu at heita á Nevndin brotið stýrisskipanina Sambært løgmanni hevur landsstýrismálanevndin ikki fylgt lógini í málinum um embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø skrivara sín um at gera eina frágreiðing um málið. Grundaður illgruni Í frágreiðingini frá skrivar- anum hjá landsstýrismála- nevndini er eingin skrivlig niðurstøða. Har verða í staðin settir fram nakrir spurningar, ið sáa iva, um landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum hevur borið seg rætt at í málinum. Hesir spurningar heldur Bjørn á Heygum, advokat- ur, vera nóg grundaðan ill- gruna til, at løgmaður loysir landsstýrismannin úr sess- inum, meðan ein óheftur kanningarstjóri kannar málið. løgtingsformannin um at seta ein kanningarstjóra. Tí er tað skeivt, tá løg- maður ákærir landsstýris- málanevndina fyri at hava brotið stýrisskipanarlógina í málinum um embætis- førsluna hjá Helenu Dam á Neystabø. Landsstýrismálanevndin hevur nevniliga, sambært løgfrøðingunum, fullan rætt at gera av, hvussu hon vel- ur at enda eitt slíkt mál. Tá landsstýrismálanevnd- in er liðug við málið, er tað upp til politiska myndug- leikan at gera av, hvat víðari hendir. Sostætt liggur bólt- urin nú hjá løgmanni. Ikki neyðugt við niðurstøðu Anfinn V. Hansen, advokat- ur, vísir saman við øðrum advokatum á, at tað ikki er neyðugt hjá landsstýris- málanevndini at leggja nakra konkreta niðurstøðu fyri politiska myndugleikan í slíkum málum. Spurningarnir í frágreið- ingini frá skrivaranum hjá landsstýrismálanevndini eru nóg góður endi á við- gerini hjá landsstýrismála- nevndini í hesum máli, siga advokatarnir. Hvørja avleiðing spurn- ingarnir, ið sáa iva um em- bætisførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø, eiga at fáa, er ein spurningur, ið antin løgmaður ella løgting- ið eiga at taka støðu til, gera advokatarnir púra greitt. Advokatarnir vísa á, at løgmaður við grundarlagi í hesum spurningum kann koyra landsstýrismannin frá, men hann hevur kortini ikki skyldu til tess. Teir vísa á, at talan í veruleikanum er um, hvat politiskt verður mett sum brot á landsins lógir. Nevndin fylgt øllum reglum Advokatar staðfesta, at kanningin hjá landsstýrismálanevnd- ini av Helenu Dam á Neystabø er í fullum samsvari við stýrisskipanarlógina § 38 Stk. 2. Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra, sum ikki hevur dómsmynd- ugleika. Hann skal, eftir at hann hevur kannað málið, gera eina frágreiðing til løgtingið, hvørt fyrisitingin í ávísum máli er útint á lógligan hátt. Tveir fimtingar av løgtingsmonnunum kunnu skrivliga seta fram sama krav. Stýrisskipanarlógin Løgmaður heldur ikki málið um Helenu Dam á Neystabø vera avgreitt fyrrenn kanningarstjóri hevur gjørt eina niðurstøðu Men løgmaður ætlar sær ikki at loysa landsstýris- mannin úr sessinum fyrr enn tað løgfrøðiliga er próg- vað, at Helena Dam á Neys- tabø hevur brotið lógina. – Skal løgmaður koyra landsstýrismannin frá, má hann fyrst fáa eitt juridiskt grundarlag fyri hesum, sigur løgmaður. Má koma við greiðari niðurstøðu Løgmaður er ikki nøgdur við, at frágreiðingin frá landsstýrismálanevndini inni-heldur spurningar í staðin fyri niðurstøður. Hetta heldur hann merkir, at nevndin antin ikki er lið- ug at viðgera málið, ella at hon er liðug og metir lands- stýrismannin vera ósekan. – Er illgruni nóg mikið til, at ein landsstýrismaður verður koyrdur frá, átti eg sjálvur at verið koyrdur frá, tá landsstýrismálanevndin sáddi iva um meg fyrr í ár. Men kanningin hjá kann- ingarstjóranum vísti nakað annað, sigur løgmaður. Anfinn Kallsberg fer nú at biðja um fund við lands- stýrismálanevndina fyri at vita, um málið er liðugt við- gjørt ella ei. Tað er heilt greitt, at kann merkir kann og ikki skal í grein 38, stk. 2 í stýrisskip- anarlógini sigur Anfinn V. Hansen, advokatur 4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 128 - 7. juli 2000 Nr. 128 - 7. juli 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart HØGNI MOHR Danska forsætismálaráðið er við í eini ætlan at steðga Paul Watson. Í samstarvi við løgreglu og sjóverju hava teir sent verjuskipið, Hvidbjørnen til Føroya at fáa bilbukt við skipinum hjá Paul Watson, Ocean Warrior. Løgreglan í Føroyum hevur at kalla lagt lok á mál- ið um mótmælismannin, Paul Watson. Av løgreglu- støðini í Havn verður sagt, at bara fútin kann úttala seg um málið. Og fútin er fá- mæltum sum vanligt. – Eg havi biðið ríkisløg- regluna hjálpa okkum í mál- inum um Watson, vil Mo- gens Nepper Christensen kortini vátta. Men fútin vil ikki siga, hví teir halda tað vera neyð- ugt at senda eitt verjuskip við løgreglumonnum til Føroya. Og hann hevur onga meting av, um Watson er vandamikil. – Tað er ikki okkara meining at blása málið upp. Vit vilja bert vera til reiðar at møta hesum serliga fel- agsskapi, sigur fútin. Nyrup vísir seg Staðfestast kann, at før- oyska sjóverjan hevur lítið at siga í málinum um Wat- son. Tað eru danskir mynd- ugleikar, løgregla og donsk sjóverja, ið ráða á hesum øki. Og hetta hevur sambært eygleiðarar, stóran polit- iskan týdning. Ein politiskur eygleiðari sigur við Sosialin, at tað hevur týdning fyri danska forsætisráðharran, Poul Ny- rup Rasmussen, at føroying- ar skulu vita, hvat tað kostar at loysa. – At danskir myndugleik- ar senda løgreglu og verju- skip til Føroya er fult í tráð við linjuna hjá forsætis- málaráðharranum mótvegis føroyingum. Hann vil vísa, hvussu týdningarmiklir danskir myndigleikar eru í Føroyum. Føroyingar skulu merkja mun, um teir fáa fullveldi. Eitt er at seta krónutøl á, men aðrir hættir eru eisini. Føroyingar og danir eru áður komnir á tvørs í spurninginum um hvalaveiðu, og hetta er kanska ein háttur at bera í bøtuflaka fyri tí, sigur eyg- leiðarin. Ein annar eygleiðari sig- ur, at støðan kundi týtt upp á, at danir vilja hava eina hending, har danskt verju- skip bjargar føroyingum undan tí ónda Paul Watson. – Bæði Paul Watson og Poul Nyrup ætla at brúka føroyingar til at røkka sín- um endamálum, vil hesin eygleiðarin vera við. Fútin avnoktar Danskir myndugleikar í Føroyum eru seinastu tíðina vorðnir sjónligari í Føroy- um. Danska sjóverjan er far- in at senda føroyskum fjøl- miðlum tíðindi um sítt bjargingarvirksemi í før- oyskum øki, hvønn mánaða. Eisini eru teir farnir at bjóða fjølmiðlum við til venjingar. Hetta var óvanligt áður. Men Mogens Nepper Christensen sigur kortini, at danska løgreglan ikki hevur fingið boð um at vera meira sjónlig í Føroyum. Heldur ikki í sambandi við málið um grindina, sum sameinir føroyingar meira enn nakað annað. Vildu hava føroyska góðkenning Tað skilst, at Føroya Lands- stýri er kunnað um, at for- sterkningur er tilkallaður úr Danmørk í sambandi við, at Watson kemur. Men landsstýrið ætlar sær ikki at blanda seg upp í ar- beiðið hjá løgregluni. Ein kelda úr umsitingini sigur, at danir vildu hava lands- stýrið at góðtaka virksemi sítt í sambandi við Watson. Úr landsstýrinum varð boð- að frá, at løgreglan ikki hoyrdi undir landsstýrið, og at tað tí ikki kundi blanda seg uppí. »Sjóverjan er donsk« Sosialurin vildi fegin havt Vaktar- og bjargingartæn- astuna at svara, um teir høvdu megnað at loyst trup- ulleikan við Watson saman við løgreglumonnum í Før- oyum. Men á á Vaktar- og bjargingartænastuni vísa tey til donsku løgregluna. – Sjóverjan er donsk, og tað er løgreglan eisini, var stutta svarið frá Djóna Weihe á Vaktar- og Bjarg- ingartænastuni. Hann gjørdi kortini greitt, at teir ikki halda seg vera settar til viks, og at teir fara at arbeiða sum vanligt. Danir nýta PR-snildi í Føroyum GRINDAMÓTMÆLI. Verjuskipið, Hvidbjørnen er á veg til Føroya at hjálpa føroyingum at sleppa av við Paul Watson. Sambært eygleiðarar gera danskir myndugleikar hetta fyri at vísa, hvussu neyðugir teir eru í Føroyum Í iva Kate Sanderson grindaráð- gevi hjá landsstýrinum heldur, at tað er skeivt at gera ov nógv burtur úr, at Watson kemir til Føroya. – Nú kann Watson siga, »ja, eg visti tað; føroyingar brynja seg til bardaga«. Nú kann Watson vísa føroying- ar sum illar menn. Tað er avgerðin hjá løgregluni og Danska forsætismálaráðið er við í eini ætlan at steðga Paul Watson. Føroyskir eygleiðarar halda, at hetta hevur týdning fyri, hvat føroyingar halda um fullveldi. Savnsmynd sjóverjuni, hvussu teir handfara hetta mál, men eg havi sagt, at Watson fer at brúka hetta at øsa alt upp við, sigur Kate Sanderson, sum heldur tað vera ivavert at senda verjuskip við danskari løgreglu til Føroya Ikki frítt spæl Formaðurin í Grinda- mannafelagnum Ólavur Sjúrðarberg heldur, at tað er í lagi, at myndugleikarnir eru fyrireikaðir til at taka ímóti Watson. – Watson skal ikki hava frítt spæl í Føroyum. Hvør Hanus og Janus skal so ikki leggja á Watson, sigur grindaformaðurin, sum ivast í um Vaktar- og Bjarg- ingartænastan og føroysk løgreglufólk høvdu megnað at rikið Watson burtur. Onga viðmerking Færøernes Kommando, sum fyri stuttum fór undir at senda fjølmiðlunum tíð- indatilfar um bjargingar og sjúkraflutningar, ið hon hevur framt í Føroyum, vil nú púrt einki siga. – Vit útala okkum ikki. Og vit útala okkum heldur ikki um, hví vit ikki úttala okkum, sigur pressuoffiser- urin á Marinustøðini, sum heldur ikki vil upplýsa, hvussu nógv donsk verju- skip eru í føroyskum øki í løtuni. Hvidbjørnen fer eftir boðum frá donskum myndugleikum at leggja upp í stríðið millum føroyingar og felagsskapin, Sea Shepherd, um hetta verður hildið at vera neyðugt. Savnsmynd