mánadagur 5. oktober 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114
ítróttur
fótbóltur
Gunnar ársins spælari
Gunnar Nielsen er tvífaldur ársins spælari í Stjarnuni, TB fær hollendskan venjara, Jógavn Martin skal
venja ÍF, HB skal hava pengar fyri ein AB’ara, sum hevur skiftur til B36, og útisetarnir klára seg væl
Tróndur Arge
Gunnar Nielsen, landsliðs
málverji hevur fingið tví
faldan heiður, nú íslendska
landskappingin endaði ígjár.
Hann hevur fingið heiðurin,
sum ársins spælari hjá lið
feløgunum, og so er hann
harumframt valdur til ársins
spælara í felagnum. Gunnar
sigur í stuttari viðmerking,
at hetta var ein fínur máti at
enda kappingini við. Stjarn
an endaði annars á einum
fjórða plássi í pepsideildini
2015.
Hollenskur
venjari til TB
Sum in.fo herfyri kundi boða
frá, so fór Páll H. Guðlaugs
son ikki at halda fram sum
venjari hjá TB eftir hetta
kappingarárið.
Tíðindini
blivu um vikuskiftið váttaði,
tí TB hevur nevniliga á
heimasíðuni kunngjørt hvør
nýggi venjarin er.
Talan er um hollendska
Robert F. Roelofsen. Hann er
45 ára gamal og hevur sein
ast starvast sum U23-venjari
hjá týska FC Hansa Rostock,
har hann eisini var hjálpar
venjari
á
besta
liðnum.
Hann hevur eisini royndir
frá Bundesliguni, har hann í
2006/2007 var hjálparvenjari
hjá VfL Wolfsburg.
Fyri góðum 10 árum síðani
var hann venjari hjá U17-
liðnum hjá Hansa Rostock,
og var hann tá venjari hjá eitt
nú navnframa Toni Kroos.
Tey trý árini áðrenn hann
kom aftur til Hansa Rostock
í januar í fjør, hevði hann
roynt seg sum venjari hjá
Bintang Medan í Indonesia
og ungdómsvenjari hjá Al
Ahly Tripoli í Libya.
Jógvan Martin
venjari hjá ÍF
Aleksandar Jovevic og ÍF
fóru hvør til sítt eftir ivasama
gongd hetta kappingarárið,
og seinastu umførini var tað
Jákup Mikkelsen, sum fyri
bils tók um róðrið.
Nú er greitt, at tað verður
fyrrverandi
landsliðsvenj
arin, Jógvan Martin Olsen,
sum næsta kappingarár skal
standa á odda fyri ÍF.
Jógvan
Martin
Olsen
hevði ein steðg frá fótbólt
inum í ár, men hevur drúgvar
royndir sum venjari hjá LÍF,
B68, NSÍ og Víkingi, umframt
at hann árini 2006 til 2008 var
føroyskur landsliðsvenjari.
HB skal hava pengar
fyri Jógvan
Ein innanhýsis avtala mill
um HB og AB ger, at B36 helst
skal gjalda 32.000 krónur,
fyri at fáa Jógvan Skeel
Nolsøe í hópin til komandi
kappingarár.
Talan er um eitt sokallað
uppalingsgjald,
sum
Fót
bóltssambandið
áleggur
feløgunum at gjalda fyri
spælarar,
sum
eru
upp
vaksnir í øðrum feløgunum.
Tá Jógvan Skeel Nolsøe á
sinni skifti til AB frá HB,
gjørdi feløgini eina inanhýsis
avtalu.
Hon innibar, at AB ikki
skuldi gjalda uppalingar
pengar til HB, men at spæli
loyvið fellur aftur til HB, tá
Jógvan Skeel Nolsøe ikki
heldur fram í AB.
Bæði Sjúrður Olsen, for
maður í FC Argir, og Virgar
Hvidbro, aðalskrivari í FSF,
vátta at HB hevur rætt til
uppalingspengar.
– Tað er rætt, at HB, AB
og Jógvan Skeel Nolsøe
hava skrivað undir eitt skjal,
har spæliloyvið fellur aftur
til HB fyrst. Tí kann HB
krevja uppalingspengar fyri
Jógvan, sigur Virgar Hvidbro,
aðalskrivari í fótbóltssam
bandinum.
Sambært
reglugerðini,
so hevur eitt felag rætt til
5.000,- krónur fyri hvørt ár,
sum spælarin hevur spælt
í felagnum, frá tí hann er 12
til 21 ár. Jógvan Skeel Nolsøe
hevur spælt í HB frá tí hann
var 12 til 21.
Tí hevði HB rætt at krevja
AB eftir 50.000 krónum, tá
Jógavn Skeel Nolsøe í 2013
skifti út á Argir. Nú fram
herjin er fyltur 23 ár, so HB
hevur rætt at krevja B36 eftir
32.000,- krónum, tí tá spæl
arin er fyltur 23, so kann eitt
felag krevja tveir triðingar av
fullu upphæddini.
Rene og Hallur
á uppflytingarkós
Bæði René Shaki Joensen
og Hallur Hansson vóru á
vøllinum, tá Vendsyssel í
næstbestu fótbóltsdeildini
á heimavølli um vikuskiftið
vann
1-0
á
Roskilde
í
Hjørring.
Nicolas Bøgild skoraði
sigursmálið í 54. minutti.
Sambært blaðnum Nord
jyske hevði Hallur Hansson
eitt gott langskot, og René
Shaki Joensen hevði eisini
eina minniliga detalju í dyst
inum.
Sigurin merkir, at Vend
syssel er á odda í næstbestu
fótbóltsdeildini saman við
Lyngby við 22 stigum.
Vejle tapti
Vejle tapti í gjár 1-0 ímóti HB
Køge á heimavølli, og er liðið
hjá Jóan Símuni Edmunds
syni og Viljormi Davidsen
við 18 stigum á stigatalvuni
fýra stig frá oddinum. Jóan
Símun fekk gult kort í dyst
inum ímóti HB Køge.
14. oktober verður føroy
ingauppgerð, tí tá møtast
Fredericia, liðið hjá Rógva
Baldvinsson
og
Vejle
í
Fredericia. Rógvi sat á beink
inum allan dystin, tá Horsens
og Fredericia spældu javnleik
1-1 í Horsens. Fredericia er
nummar fimm í næstbestu
donsku fótbóltsdeildini við
17 stigum.
trondur@sosialurin.fo