Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. oktober 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. oktober 2015 · Nr. 114 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen So er punktum sett í 2015 lands­kappingini. Talan hevur verið um fínt kapp­ ingar­ár, tí alt hevur gingið fyri seg á vallunum, og har­við er einki avgjørt á skrivara­borðinum. Ongantíð áður hevur tað verið spælt so tíðliga í landskappingini. Tað bar við sær, at tað gekk strilt­ið at fáa glið á, tí kavi og hálka darv­aðu. Kortini bar til at av­greiða umførini, og í heyst hava líkindini verið góð. Stigatalvan sær so­leið­is út eftir 27. umfar, sum hon gjørdi undan enda­umfar­ inum. NSÍ var favorittur at vinna silvurkrónurnar, og har­við lá tað til, at Víkingur skuldi vinna bronsu­krón­ur­ nar. NSÍ vann leygar­dagin fulla úrtøku á Argjum, og Víkingur vann fulla úrtøku í Trongis­vági. Hóast AB tapti á heima­ vølli ímóti NSÍ, so varð­veitti AB plássið í bestu deild­ini. Tað komst av, at FC Suður­ oy flutti niður. Suður­oy­ ingar­nir vóru undan enda­ um­far­inum undir strikuni, og tað eydnaðist ikki upp­ flyt­arunum at lyfta seg upp um strikuna. HB vann 2-0 á heimavølli ímóti FC Suður­oy, og harvið tryggjaði HB sær fjórða plássið, rættin til euro­ peiska luttøku næsta summ­ ar og 1,5 milliónir krónur í flyt­ing frá UEFA og á konto hjá HB. Ætla at gera skjótt av Meðan teir í EB/Streymi fyri fleiri vikum síðani hava tikið til eftirtektar veruleikan, at næsta ár verður tað leygar­ dags fótbóltur í næstbestu deild­ini, so var tað ikki fyrr­ enn nú leygardagin, at tað varð greitt, at FC Suðuroy næsta kappingarár verður part­ur av næstbestu deildini, og tað vóru teir bláu ógvuliga vón­brotnir um. Felags fyri niðurflytara­ liðini er, at tey ætla steðgin í næstbestu deildini at vera so stuttan, sum tað ber til ella við øðrum orðum bara eitt ár. – Spælararnir skulu eiga rós fyri, at teir ongantíð góvu skarvin yvir. Vit vistu und­an kappingarbyrjan, at tað fór at vera torført hjá spildur­ nýggja liðnum. Hugburðurin hev­ur verið góður, og fleiri av spælarunum hava ment seg nógv. Eliesar Olsen verður eis­ini næsta ár venjari, og hann fer saman við mest sum somu spælarunum sum í ár næsta kappingarár at spæla fyri at flyta upp aftur beinan­vegin. Um tað ikki eydnast, so verður vón­ brotið størri, enn tað er, nú vit flyta niður, tí vit eiga dygd­ir at vinna annað av tveim­um teimum fremstu pláss­unum í 1. deild, sigur EB/Streyma formaðurin Signar í Homrum. Formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, og hini í FC Suðuroy leguni eru vón­brotin um, at tað ikki eydn­aðist at halda tørn um plássið í bestu deildini. – Orsaka av óvissuni, um tað fór at eydnast at varð­ veita plássið ella ikki, so hava vit ikki fyrireika næsta kapp­ingarár nakað serligt. Tí er ikki greitt, hvør verður í nevnd, hvørjir spælararnir vera, og hvør verður venjari. Eftir torføra byrjan í ár, so fót­aðu vit okkum væl. Spurn­ing­urin er, um tað er nøkur meining fyri okkum at hava út­lendingar í næstbestu deild­ini. Vit eiga nógvar dugna­ligar ungar spælarar, sum eiga at vera førir fyri at spæla FC Suðuroy uppaftur í fremstu røð, sigur Julius Vest Joensen, og hann held­ ur fram: – Gongdin hevur víst, at tað er grundarlag fyri tólv liðum í bestu deildini. Vit hava áður lagt uppskot um hetta fram, og tað rokna vit við fer at verða viðgjørt aftur nú. Um vit í Suðuroy skulu megna at blanda okkum mill­ um tey ovastu, so mugu vit tosa um meiri samstarv. Tað vóni eg, at skilagóð fólk fara at seta seg niður at viðgera, sigur Julius Vest Joensen, sum í vikuni fer at tosa við nevndarlimirnar, venjaran og spælararnar, áðrenn av­ gjørt verður, hvussu tað skal leggjast til rættis. FM fagnaðurin Í B36 leguni hava tey í fleiri vikur fegnast um FM heit­ið. Leygardagin vóru við­halds­ fólkini við nógv­um fýr­verki í við­før­inum í Fugla­firði eftir FM steyp­inum og gull­krón­ unum. Í teimum báðum um­før­ unum eftir, at FM heitið var komið til høldar, var samlaða B36 úrtøkan eitt stig. Tað argaði, og Eyðun Klakstein kravdi av sínum monnum, at teir vóru fokuseraðir í góð­veðrinum leygardagin í Fugla­firði. B36 liðið var í sterkastu upp­stilling. Tað bar við sær, at Alex Mellemgaard og Hanus Thorleifsson vóru ikki millum teir fyrstu ellivu, hóast teir í heyst hava verið sera eyðsýndir. Tað var ongantíð ivi um, at B36 var leikliga omaná. Eli Falkvard Nielsen, sum hevur verið eyð­sýndur á verju­kendum miðvallar­ plássi, setti hol á, tá ið hann við lang­skoti skoraði fyri fyrstu ferð í ár, og Jákup á Borg, sum 26. oktober verður 36 ár, økti til 2-0. Hetta var 152. málið hjá honum í bestu deild­ini, og tað er nýtt met. Miðskeiðis í 2. hálvleiki mink­aði ÍF um munin. Vinstri vongverjin Jan Ó. Ellings­gaard royndi seg, og um­vegis ein meistara fór bólturin í málið. Dómarin skrá­setti málið at vera sjálv­ mál, og harvið er Jan Ó. Ellings­gaard skrásettur fyri tvey og ikki trý mál í 2015 lands­kapp­ingini. Innskifti Hanus Thorleifsson staðfesti sig­urin. Harvið rakk B36 61 stig, og tað er sama stigatal sum í 2014, tá ið málmunurin var +28. Í ár var hann +35 mál. NSÍ vann í 2007 FM við 61 stigum. Bara einaferð áður er meistaraheitið vunnið við fleiri stigum. Tað var í 2011, tá ið B36 setti met við 67 stigum. – Í fjør taptu vit síðsta dystin, og tað vildu vit ikki skuldi endurtakast í ár. Vit løgdu nógv fyri, og vit eru ovurfegnir um sigurin á ÍF, sigur Tórður Thomsen. Hann var aftur í B36 málinum, og nú er tað mangt, sum bendir á, at hann fer at halda fram í árstals­felagnum, eftir at tað í mánaðar hevur ljóðað, at hann næsta ár skuldi spæla við KÍ. B36 venjarin Eyðun Klak­ stein er fegin um avrikið: – Í løtum sást eyðkenda spælið hjá okkum aftur. Tað hevur ikki verið at sæð sein­ astu vikurnar, og tað hevði týdning fyri okkum, at vit endaðu sannførandi, og tað eydnaðist, sigur Eyðun Klak­ stein, sum nú saman við leiðsl­uni í B36 fer at brúka 2-3 vikur at fyrireika næsta kapp­ingarár: – Onkur fer úr felagnum, og tað er gott fyri felagið og liðið, at nýggjur íblástur kemur. Europa fagnaðurin 2-0 sigurin á FC Suðuroy gleið sera væl niður í HB hús­inum. Felagið, sum hev­ ur vunnið fleiri FM heiti enn nakað annað felag, stór­fegn­aðist um eurpeiska atgongumerkið og harvið 1,5 milliónir krónur frá UEFA. For­mað­urin, Finnbogi Arge, var leygar­dagin bæði lættur og fegin: – Eg havi tað munandi betri nú, enn eg hevði tað und­an dystarbyrjan. Tá ið klaks­víkingar skoraðu fleiri mál, og FC Suðuroy til­tusk­aði sær brotsspark, og støðan var 1-0, stóð nógv á. Tí var tað so vælsignað, at Teitur Matras Gestsson bjarg­aði brots­sparkinum. Hann hevur havt stóran týdn­ing fyri okk­um, tá ið vit hava verið so skaðaplágaðir, sum kapp­ingarárið nú varð merkt av. Níggju ella tíggju av teim­um, sum vit roknaðu við, hava verið skaddir, og vit hava mist fýra til onnur feløg og av landinum. Um onkur hevði sagt mær, tá ið vit fóru undir kappingarárið, at tað fór at tørna soleiðis út, so hevði eg ikki trúð tí. Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tað hevur verið ein fragd at sæð ungu menn­inar taka við ábyrgd, og teim­um rokna vit við, sigur Finnbogi Arge. Hann heldur, at trý tey fremstu – B36, NSÍ og Víkingur – hava verið væl betri enn HB, men hann sær bjart upp á framtíðina: – Vit fegnast um europe­ iska plássið. Vit eiga heilt nógv­ar framúr góðar ungar spælarar, sum vit fara at geva møguleikan. Onk­ur styrk­ur aðra staðni frá verð­ ur ivaleyst eisini í framtíðini á liðnum, men liðið skal vera mannað við nógvum havnar­ monnum, sigur fegni HB for­ maðurin. Fagnaður á Argjum NSÍ vann leygardagin 1-0 á Argjum. Hetta var triðju ferð í ár, at AB legði rygg til eitt mála tap ímóti teimum gulu og svørtu. Hinar báðu ferðir­ nar vóru úrslitini 2-1. Hóast tapið og hóttanina um at niður­flytingin skuldi verða veru­leiki, so kendist tað ongantíð av álvara at vera fjáltur á heimafólkinum, tí HB var frammanfyri 1-0 ímóti FC Suðuroy, áðrenn Árni Frederiks­berg miðskeiðis í 1. hálv­leiki skoraði einsamalla NSÍ málið. Orsaka av spentu støðuni var ársveitslan á Argjum av­ lýst í fyrsta umfari, men tá ið tað var greitt, at atgongu­ merkið at halda fram í bestu deild­ini var tryggjað, var lætt­in stórur og hýrurin góð­ur: – Eg eri lættur um, at tað Fagnaður í høvuðs­staðnum og bygdirnar ætla sær meiri Lissi Mouritsen B36 Fantastiskt! fjepparin Í HB fegnast tey um Europa pláss og milliónir, og bæði í FC Suðuroy og EB/ Streymi ætla tey, at steðgurin í næstbestu deildini skal vera heilt stuttur Allan Smedemark tb Málsetningurin um at blíva verandi í bestu deildini bleiv rokkin. Rekord bleiv sett í at spæla javnleikir. Ofta var lítið, sum manglaði til at tað blivu sigrar. Nú er at byggja víðari uppá hettar, so verður betri komandi kappingarár. Takk fyri í ár. fjepparin Mynd: Álvur Haraldsen